Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá tey asosialu seta kósina, tá er vandi á ferð

Fólkaflokkurin hevur – síðan stovnan í 1940 – virkað sum flokkur teirra asosialu, og hartil hevur mítt og títt ikki altíð verið tikið fyri fult av floksins leiðarum, sum eisini – í hesum sambandi - eru tiknir við buksunum niðri.

Gíslatøku hava teir eisini framt, fyri at forða sosialum viðtøkum á Løgtingi. Hetta verður eisini nevnt, so tey ungu - við opnum eygum - kunnu gera av, um tey vilja stuðla tí sosialu ella tí ósosialu kósini.

Fólkafloksins asosiali politikkur er eisini rokkin út í Heim í samband við Apartheid, men eisini til onnur støð, har kúgan og dráp av civilum hevur verið hvønndagskostur.

Men vit kunnu halda ónda vøkstrinum niðri, sjálvt um vit ikki kunnu útrudda hann. Tað avhengur bert av okkum og okkara vilja til at byggja upp einar sosialar Føroyar. Lat í so máta okkara part ikki liggja eftir.

Lat meg taka nøkur ”sjúk” mál.

Í vár og í summar hava vit hoyrt almikið um ”Anita” Lítið og onki skil var á nøkrum sum helst.. Lógloysið tóktist at valda bæði á sjógvi og landi. Men eingin tók ábyrgd,fyrrenn Kaj Leo smekkaði nevan í borðið og segði: Nú er nokk. Fiskiloyvið skal takast frá skipinum skjótast tilber. Men tá hendi tað løgna, at í staðin fyri at inndraga fiskiloyvið, fekk Kaj Leo boð um, at stinga pípuna inn, tí hetta var ikki hansara borð. Men eingin sat við røttu borðini. Og síðani hendi mær vitandi einki.

Men hví skuldi málið tigast íhel? Finna vit nakrar av teimum asosialu luska runt og fremja myrkursins gerningar, sum teir eru specialistar í? Ella hvussu er leikur farin fram? Hvør hevði tváað hvørjum – og hví? Kanningarnevnd eigur at endavenda spurninginum til botns, og hongja teir seku út á snórarnar til almenna skoðan. Teir asosialu fara sjálvandi at leggja alskyns forðingar í vegin fyri einum komandi kanningararbeiði, men teir eiga ikki at sleppa at leggja lok á og vóna, at tað søkkur í gloymskunnar hav og verða har saman við einum ótali av málum, ið teir gjøgnum árini hava viljað sloppið sær av við, tí tey ikki toldu dagsins ljós.

Beint nú fyriliggja tølini fyri keyp og sølu av skipum og fiskiloyvum íinnan fiskivinnuna í inniverandi ári. Tølini og upphæddin er ikki løgd fram sum liður í eini almennari kunning, sum mann skuldi trúð, men eru noydd fram í ljósið, og niðurstøðan er hon, at samlaði kostnaðurin fyri keyp og sølu seinasta árið hevur verið kr. 552 mill.

Fyri at geva lesaranum eina hóming av dýbdini í svarunum, loyvi eg mær at kopiera spurningar 3 og 4 og svarini til hesar:

1. Hvussu nógv er keyp/søluvirðið av hesum handlum/flytingum tilsamans?

Til nr. 3.

Virðið í møguligum avtalum, sum partar gera, tá veiðiloyvi verða flutt, er ikki partur av málsviðgerðini hjá Fiskimálaráðnum ella VØRN. Tí hevur Fiskimálaráðið ikki skrásettar nakrar upplýsingar hesum viðvíkjandi

4. Hvussu nógv av hesum kann metast at vera virðið á sjálvum fiskifarinum, og hvussu nógv av hesum kann metast sum gjald fyri veiðiloyvi?

Til nr. 4.

Fiskimálaráðið hevur onga skráseting ella meting av, hvat er virðið á sjálvum fiskifarinum,og hvussu nógv kann metast sum gjald fyri veiðiloyvið

Sum lesarin sjálvur kann síggja, so eru eingi svar upp á spurningarnar. Tað er næstan sum í søguni um: ”God dag mand!” ”Økseskaft”. Fullkomuliga innihaldsleyst. Men hví mann tað vera so? Eg giti, at um virðini fyri fiskiloyvini vóru specifiseraði, so høvdu teir asosialu fingið teirra søk fyri, og okkurt høvd hevði rokið. Men lat okkum nú síggja. Í hesum førinum eigur eisini ein kanningarnevnd at verða sett, soleiðis at fólksins ogn verður umsett á fult lógligan hátt. Tað er ikki nokk, at ovasti leiðarin fyri fiskivinnuna svarar, at hann einki veit, einki hevur sæð ella hoyrt og ikki ætlar sær at grava í spurningunum. Langt úti, og sera ábyrgdarleyst.Har munnu aðrir bollar á súpuna, og tí má kanning til – ongantíð for skjótt.

Fiskivinnunýskipan letur til at vera á skránni, íð hvussu so er hjá samgonguni. Hin mest asosiali av teimum asosialu proklamerar nú, at andstøðan ikki sleppur fram at samráðingarborðinum fyrr enn samgongan hevur funnið fram til, hvussu teir vilja hava nýggja fiskivinnuavtalu at síggja út niður í minstu detailju (tí teir eru í meiriluta/eru í samgongu sum strategurin segði).

Men slíkur ágangur, sum teir asosialu leggja fyri dagin, eigur ikki at verða góðtikin, tí fólksins ogn eigur undir ongum umstøðum at verða forvaltað eftir asosialum prinsippum, men verða forvaltað av øllum teimum kvinnum og monnum, ið fólkið hevur valt sum umboðsmenn og -kvinnur. Hvørki meira ella minni. Tí sum flest øll vita, so verður fiskivinnunýskipanin galdandi fyri mong, mong ár, eisini langt eftir at núverandi samgonga er farin í søguna, og virðið av avtaluni er ikki til at spæla við ella til at býta millum vinir og kenningar.

Ein kravgonga við krøvum um opinleika og kravi um, at allir flokkar í tøttum samstarvi gera fiskivinnunýskipanina, eigur at verða stáplað á beinini skjótast tilber.

Vilja vit broytingar, so mugu vit stríðast bæði sosialt og solidariskt fyri teimum.

Tí sum danir plaga at siga, at onki kemur av ongum uttan lummaull.

Dagfinnur Danbjørg.