Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá Símun fekk jolluna, bragdaði

Í fyrstuni lænti hann bát frá teimum heima í bygdini, men bátsparturin gjørdist so stórur, at ov lítið var eftir. Tá eydnaðist honum á eini uppboðssølu at keypa eina jollu. Hon var tung at rógva, men við henni kom nógvur fiskur upp á land og varð borin í leypi niðan til húsini. Tað var somu leið, øll vøran frá kongliga einahandlinum í Havn varð borin. Símun fetlaði mjølsekkirnar og bar teir niðan, segði Zakarias Wang, m.a. í fyrilestri til “Miðviku” í Hoyvíkar kirkju 30. desember 2016 um Símun í Hoyvík (1798-1871)

Nú eru vit nógv, sum hava bygt í Hoyvík. Vit eru so nógv, at Hoyvík er eitt av størstu búplássum í Føroyum.

Men so hevur ikki altíð verið. Í øldir, líka frá landnámstíð, hava vit havt bøin við víkina, og so tann alstóra hagan. Millum bø og haga høvdu vit bøgarðin. Innan fyri garðin høvdu vit bygdina við heimrust og sethúsum og úthúsum, og har var fjálgt at vera. Uttan fyri bøgarðin var øðrvísi. Har var tað at trøllini og huldufólkini hildu til og dansaðu og kvóðu: Kalt er í fjøllum hjá trøllum, heitari er í bóndans garði, niðri á grønum vøllum!

Við hetta var bara eitt at gera, og tað var at vaksa um bøin og minka hagan við at laða garð, velta og byggja nýggj hús. Tey, sum hava sett seg niður í Hoyvík búgva tí ikki í hoyvíkshagnum hjá huldufólkunum, men í fjálga bønum saman við øðrum fólkum. 

Men hvussu kom hetta í lag? 

Fyrstur at vaksa um hoyvíksbø var avbygdamaður eins og flestu av teimum, sum nú hava bygt her. Hann æt Símun Jógvansson og var ættaður úr Eysturoynni, av Glyvrum. Hann varð doyptur 21. desember 1798 á Nesi av Andras Djurhuus, Føroya prósti. 

Samfelagið Símun var føddur í, var eitt klassasamfelag. Framleiðslan var so lítil, at tað ikki bar til at halda meir enn gott 4000 fólk á lívi. Avgerandi markið var millum tey sum høvdu jørð og tey sum onga høvdu. Prósturin var ein av Føroya ríkastu monnum, hann hevði prestagarðin á Nesi og sum próstur hevði hann Garðshorn í Oyndarfirði afturat. Nú doypti hann sonin hjá einum fæloysingi av Glyvrum. Pápi Símun var bóndasonur úr Heimistovu á Glyvrum, men bert ein kundi taka við garðinum, og tað var ikki Jógvan, faðir Símun. Próstur kundi beinanvegin síggja, at hesin lítli drongur hevði vánalig framtíðarútlit. Ikki kom tað honum til hugs, at hesin drongur fór at giftast við abbadóttur hansara, Føroya prósti! 

Tá Símun var doyptur, var lógin frá 1776 um innburðarrætt komin í gildi. Har var ásett, at tey sum búðu í kongsins ríkjum og londum høvdu innburðarrætt sum danir, norðmenn og holsteinarar. Føroyar eins og Grønland og Ísland vóru partar av Noregs ríki, og Símun var tí norðmaður. Um hetta mundið var tað eisini soleiðis, at tey sum búðu í Føroyum høvdu verndarskyldu til norska herin og kundu fáa álagt at vera soldátar á Skansanum í fýra ár fyri at verja fosturlandið Noreg. 

Tá Símun var 15 ár, 14. januar 1814, minkaði okkara norska ríki, tí Meginlandsnoreg fór burturúr. Framvegis vóru vit eitt ríki, og høvdu innburðarrætt í tí, men sluppu ikki at kalla okkum norðmenn, og sluppu ikki at geva ríki okkara nakað egið navn. Men eitt vistu vit, at danir vóru vit so ikki, tí vit búðu ikki í Danmarkar ríki. Framvegis kvóðu vit tó: “Noregis menn”!

Fyrsta próvtøkan, Símun var til, var konfirmatiónin, og hana stóð hann í 1815, og tí er próvfast, at hann dugdi at lesa. Skúlagongd var eingin tá, og tí lærdi hann ikki at skriva. Árið eftir fer hann til Havnar, og var hann húskallur í Kaldbak og á Sundi. 

Í Kaldbak búði ein tilflytari, sum ikki var norðmaður, men dani, út Keypmannahavn. Hann var bróðir síðstu konu Andras próst, og var komin at vitja systrina. Hann giftist við eini dóttir próstin og triðju konu hansara, og fekk eitt festi úti við Á í Kaldbak, har hesin keypmannahavnari gjørdist góður bóndi. Hann lærdi eisini at tosa føroyskt, men hevði ilt við at nýta reint r, og tosaði tí føroyskt við donskum r. Hetta tóku summir eftirkomarar hansara upp eftir honum, og sagt var, at teir skurraðu. Síðstur at skurra var hann sum búði á trøðni á Hvítanesi við Sandvíkarhjalla, hann sum var nevndur Koltur. 

Ein dóttir hendan danska tilflytara, Charlotta, legði ástir saman við Símun, og hvat skuldu tey ungu hava sum tey kundu liva av? Tá er tað, at hugskotið kemur at tey kunnu fáa eina trøð burtur av haganum í Hoyvík, og har byggja tey hús í 1835. Tað er um hetta mundið, at Símun laðar tann seyðahøga garð, sum framvegis stendur í Hoyvík. 

Tey sum nú byggja í Hoyvík, hava bert tørv á einum grundstykki, tí tey kunnu selja sína arbeiðsmegi og fáa so nógv fyri hana, at tey kunnu keypa tað, teimum tørvar. Men tá var ikki nógv inntøka at fáa, og fyri at fáa nakað av bíta og brenna noyddust fólk sjálvi at framleiða sum mest, og tí bar ikki til at liva uttan at hava nakað av jørð, og við hørðum arbeiði og stórum sparsemi bar til at yvirliva á sjálvum tilverumarkinum. 

Tann sum í dag gongur eftir Garðavegi heim á Garð, sær oman fyri vegin tann gamla bakaða grótgarðin. Hetta er tað, sum er eftir av tí neytahøga garði, sum var um allan bøin til Símun fór at laða. Hesin garður eitur Keldugarðurin, tí beint har er ein kelda, sum gevur so nógv vatn, at tað bar til hjá niðursetufólkunum at klára seg við henni. Bert í heilt turrum árum tornaði hon, og so var neyðugt at fara heilt oman í Hoydalsá eftir vatni.Tað var ikki fyrr enn fyri hundrað árum síðani, at vatnveitingar komu, so tað bar til at hava kranavatn. 

Símun og Lotta máttu hava kúgv, og tí mátti trøðin veltast. Hann ruddaði grót burtur, og har fekk hann korn, røtur og epli at vaksa, so tey fingu gras at hoyggja til ta fyrstu kúnna. Hann var so arbeiðssamur, at hann mánalýsiskvøld sat úti og boraði. Hetta var áðrenn dúnamittið var komið, so hann sprongdi við krúti. Fjús var einki, so hann brúkti gásafjaðrar við krúti í at festa í við. Hann mátti fáa nakað av sjónum til døgurðamat og til at avreiða fyri at fáa inntøku. Í fyrstuni lænti hann bát frá teimum heima í bygdini, men bátsparturin gjørdist so stórur, at ov lítið var eftir. Tá eydnaðist honum á eini uppboðssølu at keypa eina jollu. Hon var tung at rógva, men við henni kom nógvur fiskur upp á land og varð borin í leypi niðan til húsini. Tað var somu leið, øll vøran frá kongliga einahandlinum í Havn varð borin. Símun fetlaði mjølsekkirnar og bar teir niðan. 

Men hvat var at brenna? Hetta var áðrenn kol og olja úr jarðardýpinum kundi fáast. Tí var bert eitt í at velja, og tað var at brenna torv. Hann fekk torvheiðar í haganum, og har skar hann torvið og dagliga var tað borið til hús. 

Varmanum fyri at takka bar til hjá matmóðurni at borðreiða, og øll í húsinum kundu loysa ull úr lagdi allar innidagar. Tað var hetta arbeiði, sum loysti seg eina best, tí um hetta mundið var ull av sonnum Føroya gull, eisini hjá einum traðarmanni í Hoyvík.

Símun og Charlotta fingu fýra børn. Jógvan var føddur í 1836, Angelika í 1837, og í september 1839 fingu tey tvíburarnar Cornelius Sigismund og Malenu.

Árið eftir góvu myndugleikarnir Charlottu boð um at fara til Keypmannahavnar at læra til jarðarmóðir, heimsins týdningarmesta arbeiði. Tvey ár eftir kom hon heim aftur við góðum úrsliti. Ferðin var ring, og hon gjørdist sjúk. Tá skipið kastaði akker á Havnarvág kom Símun rógvandi úr Hoyvík eftir henni, men ikki kom hon til Hoyvíkar. Hon mátti rógvast inn á sjúkrahúsið, har hon doyði 13. juli 1842. Tvey ár seinni giftist Símun við Johonnu Jógvansdóttur av Nesi. Við henni fekk hann tvey børn, sonin Johan og dótrina Charlottu, so har hava verið átta fólk í húsi.

Elsti sonurin, Jógvan, fór út í verðina at sigla, og kom heim aftur sum stýrimaður. Hann giftist við Emmu Hansen úr Havn, dóttir jekaran Hans Johansen á Lað og Johonnu Jógvansdóttir undir Kletti. Tey búðu fyrst í Pæsastovu og fluttu so í Mortansstovu. Jógvan sigldi sum stýrimaður í farmasigling, men var eisini viðhvørt fiskiskipari, uppvandur útróðararmaður sum hann var heimanífrá. 

Tey fiskiskip, sum vóru í Føroyum, vóru øll keypt brúkt til landið. Jógvan gekk tá á odda við at byggja eitt nýtt skip upp á 85 BRT í Elmshorn við Hamborg í Týsklandi. Jógvan hevði álit manna, og fekk menn at seta 19.000 krónur í eitt partafelag at keypa skipið, sum kostaði 15.000 kr. Um hetta mundið kostaðu eini hús í Havn minni enn 3000 krónur, so upphæddin svaraði til virði av seks sethúsum. Skipið kom inn á Havnarvág 20. juli 1882 – fyrsta fiskifar, sum føroyingar høvdu latið byggja í útheiminum. Jógvan fór hugagóður til verka og fiskaði væl undir Ísland. Men so fekk hann bróstsjúku, og doyði 14. juli 1885, 49 ára gamal. 
Meðan hann lá sjúkur, sendi hann boð til systur sína, sum var gift inni á Høgabóli í Heiðunum, men eingi børn hevði, um at taka sonin Símun til sín. Hann segði henni: komi eg fyri meg aftur, skal eg løna tær væl, men skal eg hiðani, so skal várharra løna tær!
Tá Jógvan doyði, hevði hann fingið eitt grundstykki við Tinghúsvegin, og har bygdi einkjan eini hús, men hon bleiv eisini sjúk og doyði hálvtriðja ár seinni. Ein sonur var Johannes, sum giftist við Bettu úr Mykinesi og fekk sær navnið Klett eftir teimum húsum, mamman var úr, og hann hevði handil í Havn. 

Heilsystur Jógvans var Angelika, sum giftist til Havnar við Tummas Paula Jákupssyni og fekk eina dóttur. Eftirkomarar hennara búgva í Onglandi. Angelika lærdi til jarðarmóður og virkaði í hesum starvi til hon var heilt gomul. 

Hálvsystir Jógvans og Angeliku var Lotta, sum fekk eitt langt lív, og bleiv 91 ár. Hon giftist við kaldbaksmanninum Óla Vang Hansen. Tey búsettust í Havn og fingu trý børn. Óla Vang var av allarítastu útróðarmonnum, men 30. januar 1888 gekk hann burtur sjálvur sjeyndi eystan fyri Nólsoynna. Lotta sat nú sum einkja við trimum smáum børnum, men hon fór at binda og seyma fyri fólk. Niels Juel Arge skrivar í síni bók um fólk í Havn, at helvtin av teimum bindingarmynstrunum, sum standa í bókini hjá skraddar Debes, eru komin frá Lottu, so hon hevur verið tað vit nú kalla fyri ein designari. 

Símun var ein maður, sum hevði virðing manna. Hann var trúfastur í kirkjuni í Havn, har hann betalti sín part við at hava bonk nr. 19. Tann lestrarbókin, sum hann las úr fyri húsfólkunum, er varðveitt. Tá løgtingið í 1869 setti eina nevnd at virðismeta alla jørð í Føroyum gjørdist nevndin óarbeiðsfør tá hon kom til Nólsoyar, tí har vóru fleiri limir ógegnigir sum eigarar. Tá skuldi løgtingið velja tiltaksmenn, og teir lupu um nógvar menn, sum dugdu at skriva, fyri at velja Símun, sum ikki dugdi hetta kynstur, og tað kann so bert vera tí at teir hava mett hann sum ein framúr skilamann. 

Símun doyði fyrst í desember 1871, 73 ára gamal, mitt í arbeiði sínum. Hann skuldi fara undir eina byrðu, stakk upp at bløða og doyði. Sonurin Johan tók við trøðni og húsunum, og giftist í 1875, 30 ára gamal, við Elsebet Kristinu Hansen úr Heimistovu á Glyvrum. 

Í hesum gomlu húsum fingu tey fýra børn. Á vári 1890 gekk ringt beinkrím, og øll blivu sjúk. Tá doyði Elsebet Kristina, og Johan var so ússaligur, at hann ikki orkaði at fylgja longur enn til Hoydalsá. Eftir tað kom Súsanna Kristina Johannesen úr Vestmanna at halda hús, og hon var so avbera góð við tey fýra børnini, at tey fingu ein góðan uppvøkstur.

Elsta dóttirin, Johanna, giftist ár 1900 við Símun Simonsen, Símun á Høgabóli. Pápar teirra vóru hálvbrøður. Tey búðu á Høgabóli og fingu seks børn. Tey dugdu bæði væl at skipa fyri uttan og innan veggja, og undir teirra leiðslu vaks har upp eitt virki við handli og skipum. Ikki er yvir at dylja, at teirra strev hevur mestan heiður av, at Runavíkin er vorðin ein vinnulívsmiðdepil Føroya. Símun var ein drívandi kraft í føroyskum vinnulivi, var eitt nú nevndarlimur í Skipafelagnum. Tá almennir myndugleikar ikki vildi gjalda fyri bryggjuna, legði hann sjálvur peningin út. Símun doyði tá hann var 69, men Johanna livdi eitt langt lív og bleiv 97.

Johanna hevði eina systur, Kristiannu. Hon fór til Danmarkar at læra til harraskræddara á fínastu fyritøkuni í Keypmannahavn, Magasin. Tey undraðaðu seg yvir, at eitt konufólk skuldi koma heilt úr Føroyum at læra til harraskræddara. Hon svaraði, at føroyskir menn ikki tímdu at seyma, men klæðir skuldu teir hava, og tí máttu konurnar læra væl at seyma til teirra. Hon kom heimaftur og seymaði dúgliga. Hon giftist við Sámal Samuelsen í Havn og tey fingu trý børn. Einaferð Sámal var heima, kom eitt skip á Havnarvág. Tað skuldi hava ein mann. Sámal fór við og endaði í Amerika. Hann sendi boð eftir konuni, sum noyddist at siga síni blómandi fyritøku farvæl og fór yvir um hav og har fekk eina dóttur afturat, so nógvir eftirkomarar hjá Símun í Hoyvík eru at finna í USA. Kriatianna doyði í 1973, 93 ára gomul.

Í 1896 keypti Johan trøðna fyri 100 krónur, sum var 25 ferðir leiguna upp á 4 krónur um árið. Harumframt legði hann trøðna í Hoydølum inn og býtti alla ognina javnt millum synirnar Hans og Símun. Hans giftist við Súsannu úr Mykinesi. Tað vóru tey, sum í 1903 tóku niður tey gomlu húsini frá 1835 og nýttu ein part av viðinum í sínum stóru nýggju húsum. Hans var íðin traðarmaður. Í kjallaranum høvdu tey tvær kýr og ofta kálv, og veltu epli, røtur og korn.

Síðstu ferð, korn var latið av sorni í sornhúsunum, var í 1918. Tá skúli kom í Hoyvík 1915 var hann hildin hjá teimum. Annars var Hans av dugnaligastu útróðrarmonnum, og fleiri ár var hann til skips. Tá sanatoriið varð bygt var hann við til at flyta stórviðin við rennistreingi frá Boðanesgjógv niðan til núverandi gula hús. Tá royndarstøðin kom, arbeiddi hann har í nógv ár. Hans og Súsanna fingu sjey børn. 

Símun fekk konu úr Sandvík. Hon æt Elsebeth Maria, og tey bygdu á trøðni, uppi á Lágni. Hann hevði siglt við bretskum trolarum og havt so stóra inntøku, at hann kundi byggja eini stór hús. Hann var dugnaligur traðarmaður og útróðrarmaður. Elsebet Maria og hann fingu seks børn. 
Johan gjørdist 92 ára gamal og var hjá Símuni, yngsta soninum, tá ið hann doyði. Læknin helt, at hann kundi liggja í stovuni so hann sá yvir á Nólsoynna, men hann segði, at hann hevði sæð Nólsoynna alt sítt lív, so tað var eingin orsøk til at gera so nógv hóvasták burtur úr sær, nú hann skuldi doyggja. 

Tað árið, Hans fylti 80, fekk hann sær ein nýggjan róðrarbát, og árið eftir borðfylti hann bátin við sild á víkini. Hann bleiv 87. Símun eldist eisini væl og bleiv 83. Tey fýra síðstu børnini, sum vuksu upp á moldgólvinum rundan um grúgvuna undir ljóarum í hesum húsunum, sum Símun bygdi í 1835, fingu tí ein miðalaldur upp á 90 ár!

Nógv kundi verið at sagt um teir eftirkomarar hjá Símun í Hoyvík, sum ikki eru føddir í teimum húsunum, sum Símun bygdi. Vit kunnu fara víða, til Amerika, til Onglands, Noregs, Danmarkar og mong onnur lond. Nógvan dramatikk hava hesir eftirkomarar upplivað, og heilar bøkur kundu verið skrivaðar um teir. Men tað er tað ikki høvi til at siga nakað um her og nú. Lat meg bara enda við einari lagnusøgu.

Eitt av teimum sjey børnunum hjá Hans og Elsubet Kristinu var dóttirin Anna. Hon fór til Íslands at arbeiða, og tá hon kom aftur, var hon við barn. Hon fór niður at eiga, og fekk ein son, sum 4. desember 1939 varð ættleiddur av einum stýrimanni í Keypmannahavn. Hann sigldi úti í heimi, og stutt eftir, tá Danmørk varð hersett av týskinum var hann staddur á Atlantshavi og áðrenn langt um leið var hann burturgingin í hesi orrustu. Sonurin fekk navnið Bjørn Thomsen og lærdi til lærara. Eftir at ættleiðingarmóðirin var deyð fór hann at leita eftir sínum lívfrøðiligu skyldfólkum, og við bit og slit fann hann fram til móður sína og fann útav, at hann hevði fýra hálvsystkin, og at mamma hansara hevði seks systkin sum tilsamans høvdu givið honum 19 systkinabørn. Hann fekk góða móttøku frá teimum øllum somlum, og tí fekk hann dirvi til at leita upp sín íslendska faðir, og har var móttøkan eisini ovurhonds góð.

Sjálvur var Bjørn giftur og hevði tríggjar synir. Tann elsti er giftur og hevur tríggjar synir. Miðlingasonurin var froskmaður, og var einaferð stuttleikaferð á Lanzarote har væl liggur fyri at kava. Tá hann kom uppundan, rakti ein speedbátur hann í høvdið, so hann doyði. Yngsti sonurin Tue, var boksari og dugdi væl hesa ítrótt. Eitt kvøldið var hann í býnum og fór uppí ein bardaga, har ein stakk Tue í hel við knívi.

Tá jarðarferðin var, komu seks beiggjar hansara úr Íslandi við flogfari at fylgja honum.
Hann var komin saman við eini gentu, sum var blivin við barn. Fimm mánar eftir at Tue var niðurstungin átti hon eina dóttur. Tá brotsverk er farið fram, letur tað almenna endurgjald. Í einum slíkum føri fáa arvingarnir endurgjaldið. Løgreglan mátti tí fáa vissu fyri, at tann genta, sum var fødd, veruliga var dóttir Tue og tí hevði arvarætt. Tí var DNA roynd gjørd, og prógvað var, at oldurabbasonur Símun í Hoyvík, Bjørn Thomsen, tann fjúrtanda september 2006 hevði fingið eina abbadóttir sum var eftirkomari Símun í Hoyvík!

Annars er tað at siga, at tá ættarstevna var í Hoyvík í 2009, gjørdi Eydna Fosaa ein bókling um ættina. Hann var so væl dámdur, at hann skjótt var uppseldur, og nú hava Eydna saman við Hans Simonsen endurskoðað og vaksið um bóklingin. Einki mannaverk er lýtaleyst, men tann er vinur, sum vomm sær, og nøkur hava gjørt vart við, at onkrar prentvillur, sum eg havi alla ábyrgdina av, eru komnar í, og tí hava vit gjørt eitt rættingarblað, sum er límað inn í tær bøkurnar, sum nú verða seldar. Tey, sum hava keypt bøkur fyrr, kunnu nýta hetta høvi til at fáa sær rættingarbløð hjá okkum. Annars hava tit eisini møguleika fyri at fáa ta fløgu, sum Benjamin so væl hevur spælt nøkur løg av.