Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá ”Samfelagið”, sum ormaheimur, krípur undan

Dan Klein --- 02.07.2017 - 13:06

Við tí sera misvísandi navninum: ” Samfelagið”, hevur ein bólkur sett seg á einasta sannleikan um miðling í hesum samfelagnum. 

Dan Klein, journalistur, skrivar og greinar støðuna:

”Samfelagið” hevur eina nevnd av ungum og óroyndum, men tað er tíðuligt, at tey eru vald út eftir meiningum og hugsunarhátti eftir ávísum leisti, sum hevur slavsíðu til vinstru í føroyskum politikki. 

Men hvør velur út, og hvør velur frá? Er limalisti, og listi yvir tey, sum ongin má samskifta við, og endamálsgreinin, hvør er hon, tá fólkaræðið jú ikki telur. 

Er ikki bara talan um sensur og smagsdómarí fyri at verja ódámligar maktstrukturar?!

Tað er tíðuligt, at bólkurin ella eitt skuggaráð, velur limirnar hjá felagsskapinum út, sum øll, so ella so, sýnast at hava Fróðskaparsetur Føroya, sum ”hamstarahjólið”, ið  ”heimsins nalvi” (Setrið), melur um. Tað skuldi ikki verið neyðugt at endurtaka tann kritikkin, hesum stovnurin er befongdur við.

Vitan er so ikki tað, stovnurin oysir mest út av, skilst. Tað hevur Páll Poulsen, rithøvundur so eisini skrivað eina heila bók um.

Kortini er vitan tað, sum hesin bólkurin heldur seg vera føran fyri at standa seg best í. Tey eru ”klókari” enn øll hini. Og øll hini, eru bara tey, sum frammanundan eru vald til at verða góðtikin í almennum kjaki.

Ávísir miðlar, og ávís fólk, kjakarar og meiningsdannarar, verða hildin uttanfyri, og verða ikki mett  verd, at kjakast við ella kjakast um. Hesi vera helst mett, at vera undir lágmárk, og hoyra til politiska aparteidbólkin í krókinum, ella bólkin fyri útskot, ið eru befongd við politiskari spedalskari sjúku, sum ikki eiga at rásublandast við stjørnuskot, sum bólkurin festir í, og ”stjørnukastar” seg við, og brennur síðani út í onki.

Fólkaræði hava øll ”hini” misskilt. “Samfelagið” hevur røttu meiningina; ongin annar.

Tey hava eisini lært ikki at viðmerkja kritiskar røddir, sum frammanundan ikki eru samd við teimum. Tað tænir ongum at kjakast, sum tey ikki eru samd við, sýnist bíbilski og upphevjaði tónin at vera.

Men tað er ikki altíð, at “Samfelagið” lýsir hvør ger viðmerkingar, men eri eg t.d. ikki samdur, so geri eg vart við hetta, sum ta ferðina, ein av liminum í “Samfelagið”, Georg L. Petersen, klókaði seg uppá “lygnina” hjá Fiskimálaráðharranum, Høgna Hoydal, í SvF, sum eg helt, onki skil var í, og grundgav eisini hví eg helt tað, men svar kom onki.

Men tað gjørdi minni. Eg skrivi eisini fyri tigandi fjøldini á netinum, sum fylgir við uttan at blanda seg uppí, og fyrr ella seinni  gevur slík upplýsing úrslit. Tað var netið, sum setti hol á ”Arabiska vári”, og soleiðis verður eisini føroyska korruptiónin avdúkað. 

Eg veit eisini, at tað kemur meira um hetta um heilt stutta tíð, eisini á fremmandum máli.

Men lat meg kortini koma til tað, sum fekk meg út at lufta ”kølluna” hendan sunnudagin í juli 2017.

Í seinastu viku kom ein veljarakanning, sum ongan iva lat vera um, at samgongan vildi tapt eitt val í dag. Stjóru tapararnir vildu verið Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum Framsókn hongur uppií.

VP hevði, saman við øðrum miðlum, eisini hesa kanning, og nógv var gjørt burturúr.

Men ”Samfelagið” kundi ikki halda sær. Allur stimurin av ”pappageykafiski”, sendi út felagsskriv. Knappliga var orsøkin til risa sigurin til andstøðuna, at dentur var ikki lagdur á ”óvissuna”, sum var í einhvørjari kanning. Var óvissan tikin við, so vildi myndin verið ein onnur, segði reyða panelið.

Hesin kritikkurin gjørdist tó okkurt slag av paradoksi ella mótsókn, tí um sama mundi, var Jógvan Mørkøre, serfrøðingur í almennari samfelags- og politiskari vitan, við bakgrund á Fróðskaparsetrinum, í R7 sending, og segði gott fyri kanningini, at hon var gjørd soleiðis, at tað var nøktandi, og tók hædd fyri, at ”óvissan” var lítil og ongin í júst hesi hesi kanningini. Tað skal eisini sigast, at Jógvan Mørkøre hevur staðið fyri einari rúgvu av slíkum kanningum, og kennir mannagongdirnar.

Har tordi so ”Samfelagið” ikki at venda kritikkinum.

Vælvitandi um, at ”Samfelagið” ongantíð kemur við somu ávaringum tá aðrar kanningar vísa, at ”reyði” bólkurin hevur tað gott, spyr VP hendan spurningin:

Plaga tit at gera viðmerkingar til veljarakanningar? 

Um svarið er ja, hvørjar hava tit viðmerkt? 

VP vil eisini vita hvat bagir hesi kanningini (kanningini hjá Lóður), tá ið Samfelagið hevur sovorðna trongd at viðmerkja hana? 

VP hevur eisini spurt, hvørjum miðlum Gallup-kanningin hjá VP var viðgjørd í, sum Samfelagsvísindaligi bólkurin sigur, er "viðgjørd í ávísum miðlum", sum so var orsøkin til, at Samfelagsvísindaligi bólkurin Samfelagið ikki gjørdi tað.

Men ”Samfelagsbólkurin” hevur ikki trongd til at svara hesum spurninginum, men vísir til aðra kanning í samband við Zakarias Wang, sum in.fo skrivaði um, sum onki hevði við spurningin frá VP at gera!

VP hevur spurt Samfelagsvísindaliga felagsskapin, hví felagsskapurin kemur við eini viðmerking og rættleiðing til hesa kanningina hjá Lóður, sum vísur, at samgongan missur meirilutan, men ”Samfelagið” hevði onga viðmerking til kanningina, sum Gallup gjørdi fyri VP fyrst í mai, sum vísti, at teir ”røttu” flokkarnir høvdu tað gott.

Onki  svar um tann spurningin, men hetta hendir tá ”Samfelagið, sum ormaheimur krípur undan, og tá VP klípti eitt petti av, vaks eitt annað petti útaftur. 

Linkir:

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/samfelagsvisindaligur-felagsskapur-um-veljakanning-brongladur-sannleiki/

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/samfelagsvisindaligur-bolkur-visur-til-kanning-hja-zakaris-wang/

http://www.samfelagid.fo/