Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá Public Service fór á pub ....

… hvar vóru mótmælini, tá fremsta forminnið varð broytt til pub?

Í sjáldsamum public service stíli varð heimbygdin Tvøroyri kjakevni í sjónvarpinum týskvøldið. Har kappaðust tvey serkøn og ein jounalistur í at stuðla hvør øðrum at vera samd um, hvussu týdningarmikil varðveitslan av tí søguliga er. Hvussu m.a. “ waterfront “ síðan av vøkru handilsbygningunum ikki mátti fjalast og hvussu gott tað er, at nøkur eru, sum nokta mentanini at víkja ein tumma fyri framburði.

Men um eg skilji hvar hesi fólk og hesir stovnar vóru, tá størsta álopið á hesa góðu mentan varð framd, fyri bert fáum árum síðani. Her hugsi eg um dagin, tá gamli handilin, eftirfylgjarin hjá Kongaliga Einahandlinum, bygdur í 1836 sum fyrsti bygningur á Tvøroyri, varð gjørdur um til eina Pubb. Ikki eitt kis hoyrdist, tá hetta hendi, tá vann tostin eftir øllum at dømi á vitinum.

Tøkk skulu teir gøtu- og tvøramenn hava, sum ístaðin fyri at brúka tíðina til at fundast og til tos, brettu upp um armar og vístu í verki hvat kann gerast fyri at fáa føroysku tjóðina aftur á føtur. Stuðlaðir av honum, sum aftur og aftur sendur ríkidømi sítt inn á grunnar okkara, hava hesir livað upp til ta álit, sum politikkarar vísa teimum og hava skapt enn eina sólskinssøgu á Tvøroyri. Og tað álit loyva vit okkum at hava á hesum monnum, at tann dagin virkið stendur liðugt útbygt við neyðugu frystiorkuni, verður nýggja waterfront síðan, við aftanfyri liggjandi gomlu bygningunum, eins tignarlig mentannarliga, sum virkið í dag eru tignaðarligt búskaparliga.

Jenis av Rana