Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá pressan verður yvirskriftin

Í Føroyum hevur tað eyðnast teimum sum sita á maktini at ala fram eina anti-pressu. Eina pressu sum elur fram “ikki tíðindi.” BBC framleiddi í sjeytiárunum “NOT THE NINE O ´CLOCK NEWS”, men munurin millum okkara “heimastýrisantipressu” og Rowan Atkinson og Smith & Jones, er at teir vóru sera stuttligir.

Orðið antipressan fær ein at hugsa um eina de-pressu ella okkurt sum líkist.

Í 1997 spældu tey sum høvdu sett seg á Útvarpið (og tey sum koyrdu SvF heysin) í øllum teirra salvilsisfulla kammirátaríi, at Oyggjatíðindi ikki var til. Evnini Dan skrivaði um, vóru ikki til. Í øll hesi árini, 17 ár hava tey “goymt” Jørgen “gøluna” í frystaranum hjá Kjartani Hoydal. Gølan sum als ikki bleiv til eina gølu, tí tey tagdu, meðan Dan Klein talaði.

So uppundir jól 2013, og sjálvt Tollaksmessuaftan verður Jørgen stemplaður “snýtari.” Hesi fólk eru flestøll kulturellir danskarar, so tey halda at tað ikki skal vera friður á jólum, sum gamalt var í Føroyum.

Álopið var miðsavnað í KVF, Portalinum og í In.fo. Einki var nevnt um nakra keldu yvirhøvur, og Oyggjatíðindi var sum vant ikki til. Í 1997 vildu tey ikki nevna kelduna, tí tey óttaðust at teirra kammirátarí og lættlivandi almennu kleynur og kanalir blivu tiptar, um tey blivu avdúkaði í Oyggjatíðindi.

Men eins og streymviðurskiftini á suðuroyarleiðini hjá Norrønu, so eru hesi eftir 17 ára deviatión, langt úr landi skotin.

Tey royna at blása lív í eina ballón, tey sjálvi hava punkterað. Hvussu tragikomisk skulu tey vera. At ein tollari sigur seg ikki hava gjørt sítt arbeiði, harraguð, hvussu nógv hevur landið mist við at tollarar ikki gera sítt arbeiði? At útlevera persónsupplýsingar í skattamálum, er ólógligt, eisini tá ið talan er um feløg.

Hendan miseyðnaða og totalitera hetzin er fullkomuliga farin í sjálvsving og skurkarnir, tað er sum altíð einglapressan. Munurin er bert tann, at øll síggja tað ídag. Tey fóru ov langt niður í díkið. Ja, langt undir radaran.

-credo.-