Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá øll fara at skelda í senn

Tá tað kom fram, at Atlantsflog hevði nakrar úrvaldar kundar, sum fingu ókeypis mat umborð á flogfarinum, reistist stór mannfjøld í illsinni og gav Atlantflog eina lortaspann fyri at gera mun á kundunum, og tað var sagt at vera beinleiðis óføroyskt. Í nýmótans orðafeinginum var tað ein "shitstormur" sum rakti Atlantsflog. 
 
Fyritøkur og feløg kunnu brádliga nærum verða løgd undir alment hatur. 
 
Eyðkennið fyri ein "shitstorm" er, at í fyrsta lagi er ein rúgva av vanligum fólki, sum eitt nú á Facebook spillir fyritøkuna út og í øðrum lagi taka stóru miðlarnir yvir og krevja svar og frágreiðing frá fyritøkuni ella felagnum. 
 
Stjórin í Atlantsflog endaði í Degi og Viku, har hon var biðin um at greiða frá politikkinum hjá flogfelagnum. Hetta slagið av oftast óvæntaðum lortaspannum kann skaða eina fyritøku, um hon ikki handfer støðuna rætt og við umhugsni. 
 
Á Leiðaradegnum 2018 fer William Atak serfrøðingur í handfaring av netbornum lortaspannum at halda fyrilestur og greiða frá dømum um "shitstormar", og hvussu fyritøkur hava vart seg og hvørjar royndir fyritøkur, sum hava verið raktar, hava gjørt. 
 
William Atak greiður eisini frá, hvørji stig ein fyritøka, sum verður rakt av "shitstormi", noyðist at taka fyri at ringa umrøðan ikki skal rekast á internetinum í áravís. 
 
Leiðaradagurin 2018 verður á Hotel Føroyum 26. januar.