Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá mann hevur framt brotsverk, hjálpir ongin undanførsla, heldur ikki hon, at mann ikki var vitandi um tað

Og gjørd gerð fær onga vend. Gjaldast má við kassa 1.

Men so eru tað teir brotsmenninir, ið megna at fjala ella oyðileggja prógvini. Í teimum førunum er ekstra neyðugt við vællærdum fólkið at grava niður á botn og at venda hvørjum steini.

Í aktuella ´tollmálinum´er mangt løgi og eisini lítið trúligt. At ein stjóri skal kunna sita í fleiri ár uttan at kenna til øll tey grundleggjandi korini í fyritøkuni er, sum maðurin segði:heilt óbegríbuligt, - og lítið ella slettis ikki eftirfarandi. Men manglandi vitan, loyvir framvegis ikki kriminaliteti.

At verjin á fundinum m.a. sigur, at hann er neutralur í málinum, er ein háðan og/ella niðurgerð av áhoyrarunum á staðnum og í fjølmiðlunum. Tí hann verður jú goldin fyri at fjala útyvir tað, ið skaðiligt kann vera fyri stjóran, ið einki visti. Hann skuldi syrgja fyri at bara tað kom í ljósið, ið toldi ljósið. Ongin professionellur ákæri. Vitnini vóru deyð. Amen.

Kaj Leo hevur longu sagt: Skidegodt Jørgen, tí higartil hevur tað gingið gott, eins og maðurin, ið datt út av 10. hædd, segði, tá hann súsaði frammvið 2. hædd. Hvat síðani hendur fáa vit at vita, tá Baader hevur verið til viðgerðar. Tí eru tað tveir, íð standa saman í føroyskum politikki so eru tað

Dagfinnur Danbjørg.