Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá løgtingið góðtekur tjóvarí

OG PRESSAN TEKUR LUT Í BLINDABUKKINUM: Fleiri dømir eru um hvussu lítið eftirlit, løgtingið hevur tá landskassin verður lensaður uttan heimild, og rokningin send til tey óseku at gjalda.

Dan Klein, journalistur, skrivar:

Sum tey allar flestu munnu vita, so havi eg í meira enn 30 ár, átt, og rikið Oyggjatíðindir, sum til eina og hvørja tíð hevur talað sak teirra minnu mentu. Hesi hava ongan góðan í hesum samfelagnum, og støða teirra gerst bara verri og verri.

Paradoksið er, at meðan alt hetta hendir, verður samfelagið drenað fyri kapital, tí so nógv hava lagt sukurrør niður í landskassan, eisini uttan nakra sum helst heimild frá løgtinginum.

Og tá tað hendir, er talan um beinleiðis lógarbrot.

Hundraðtals Global- og aðrar familjur eru enn raktar
Í Føroyum eru hundratals familjur, sum vórðu lokkaðar at seta pengar í skip, har fleiri feløg virkaðu, sum mafia líknandi pengamaskinur, ið høvdu samband, og enn kanska hava samband, inn í góðkendar løgfrøðisligar eindir, og talsterkar linial- og kúlurammar, sum góðkenna/du og váttaðu, at roknskapir og frágreiðingar lúkaðu lógina.

Trupulleikin var og er, at í Føroyum hava vit alt ov veikar umsitingar, sum júst mugu fara út um “húsið” at fáa sær løgfrøðisliga hjálp. Tá hesi aftur kunnu vera ella beinleiðis hava samband inn í kartellini, sum ongin vildi gera upp við, hvørki í áttatiárunum, nítiárunum , ella í nullunum, so sigur tað seg sjálvt hvønn veg ráðgevingin fer.

Vit hava tíbetur fingið aðrar løgfrøðisligar eindir, sum virka í Føroyum, uttan at vera bundnar av politiskari- og aðrari korruptión, men gera vit ikki upp við tað sum var, so sigur søgan okkum, at korruptiónin bara verður verður partur av einari ella fleiri karusellum, sum endurtaka kynstiri, at tøma almennar kassar, og sleppa væl frá tí.

Stjólu 150 milliónir úr landskassanum
Tað, sum helst er grovasta dømi í nýggjari føroyskari søgu, man vera Global-gølan. Har nakrir fáir rændu landskassan fyri 150 milliónir krónur. Bakmenninir høvdu fingið eitt sokallað “fupplán”, sum skuldi vísa, at teir høvdu trygd aftanfyri prosjektið, men eitt skuggaskjal vísti, at ongin trygd var aftanfyri lánið, sum bara skuldi brúkast at vísa til trygd fyri eginpeninginum, sum als ikki var til staðar.

Vit kunnu øll vera samd um, at hetta er eitt gamalt mál, men enn í dag, 2019, verða Global-familjur forfylgdar, tí tær eru støðugt kravdar eftir pengum frá Taks fyri hesi lógarbrotini, bakmennir framdu.

Tað hevði skund at fáa Global-gøluna stongda niður, og tí fall hamarin. Avdúkingin kostaði treytaðan fongsulsdóm, og bøtur, sum seinni bleiv effektivur, so mafian hevði rúmd fyri at brúka sama leistin til svartkjaftaævintýrið hjá Javnaðarflokkinum, og Tjóðveldi, sum drønaði samfelagið lúkst á heysin.

Tað er hetta svans, sum eigur, at gerast upp við, tí verandi politisk skipan er samd um ikki at vera ósamdir, tí allir eru  samsekir.

Linkurin vísir til prógvini
Linkurin vísir eisini hvussu álvarsamt hetta kartelvirksemi var skipað. Ákæruvaldið var beinleiðis partur av málinum, og við dómara, sum gjørdi semju um, at fuppskjalið uppá yvir 30 milliónir við virði av trimum DM´arkum, ið var roknað sum fup-trygd fyri stuldrinum av 150 milliónum, skuldi “bara” takserast, sum ein gáva.

Teir tríggir skuldsettu fóru úr aftur rættinum í jólahýru.

Danir vóru blíðir. Bjóðaði sær til at lána føroyingum góðar 3 milliardir fyri skipasvikini, sum ríkiseindirnar í Føroyum vóru partar av til "rímiligar" marknaðartreytir fyri at sleppa burturúr, sum frægast. Skuldin bleiv ongantíð kravd inn frá bakmonnunum, men verður enn tikið inn í landskassan frá ósekum føroyingum.

Men slíkt hendir, tá løgtingið góðtekur tjóvarí, sum vinnuveg, og ikki heldur vil gera upp við korruptiónina, sum vit draga aftaná okkum ár um ár, og endurtaka somu "mistøk", púrasta frívilliga, tí ongin kritisk pressa er longur at ansa eftir samfelagnum.

Danski staturin var til cover-up: http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html