Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TÁ LÓGARBROTINI VERÐA GÓÐKEND

Dan Klein --- 08.09.2017 - 09:45

PERLUR: Vit fara fríggjadagin at viðgera grovt lógarbrot, tá Runavíkar kommuna valdi at skrotta byggisamtyktina fyri F1 økið, sum var lagt út, sum grønt øki, og tískil friðað fyri allari bygging, og gjøgnumkoyrandi ferðslu. Lógarbrotið blástemplað, bæði av Innlendismálaráðnum og av umboðsmanninum.....

Grein í Oyggjatíðindum 1. oktober 2004.

Seinasta fríggjadag vóru vit í Runavíkar Kommunu og kannaðu umstøðurnar við Leitisveg, sum er bundin saman við Runarveg.

Hetta í sær sjálvum er eingin stórhending, men tað er í minsta lagi ein gøla, at kommunan hevur grivið veg í gjøgnum friðað økið, sum onga lógarheimild hevur.

Hetta er beinleiðis í stríð við byggisamtyktina og tær ásetingar, sum eru fyri F1-økið.

Vit síggja longu í Dimmuni fyri 10. februar, at Rodmund Nielsen, borgarstjóri og valevni til býráðsvalið, als ikki vil gera viðmerkingar til hetta mál.

Men hvat ólukkan skal hann eisini siga.

Og mín sann um Dimma ikki eisini hevur úttalilsi frá fulltrúanum í Oljumálaráðnum – nú Innlendismálaráðið, at Rúnavíkar kommuna ikki hevur handlað í tráð við ásetingina í lógini, tá ætlaðu broytingarnar í byggisamtyktini vóru lýstar fyri almenninginum.

Men sambært sama fulltrúa er hetta bara í lagi, tí Runavíkar kommuna plagar kortini ongantíð at kunna sínar borgarar í slíkum málum.

Svuuuppsss. Soleiðis staðfestir evsti myndugleiki, at alt er í lagi, tá kommunalar beistagerðir skulu verjast.

Borgarnir við Leitisveg og Runarveg - einir 60 í tali, har flestu eru smábarnafamiljur, hava gjørt vart við, at hvørki løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 er hildin, og heldur ikki er málið lagt nøktandi fram.

Trupulleikin hjá hesum barnafamiljum er, at økið er og verður nógv trafikerað, bæði av lættari og tungari ferðslu, og vandin fyri, at børn ella vaksin verða yvirkoyrd er bæði sannlíkt og væntandi.

Men í Føroyum er tað jú bara deyðin, sum kann flyta sjúkar avgerðir.

Tað er bara ein býráðslimur í Runavíkar kommunu, sum beinleiðis hevur mótmælt hesi beistagerðini í móti borgarunum við Leitis- og Runarveg. Tað er Hans Tausen Olsen. Trupulleikin er, at hann nú ætlar sær úr politikki.

Tann, sum eigur flestu politisku fingramerkini í hesi beistagerðini er sjálvstýrisflokkurin.

Hetta lógarbrot fór singlandi í gjøgnum Eyðun Elltør, landsstýrismann.

Síðani kom útoyggjafulltrúin uppí leikin. Men har var støðan tann sama.

Nú skal hesin sami útoyggjafulltrúi stilla upp til komandi býráðsval, so tað fer helst at frættast hvurssu nógv hetta mál fer at geva av krossum.

Sami fulltrúi stríddist jú fyri at fáa Fisch-Fair til Havnar, so tað verður nakað at verja hjá hesum manni.

Kári Post, ella rættari, Kári Lost, hevur verið úti og reypa av hvussu nógva ferðslu hesin vegurin kann slúka um dagin, og hevur vart seg við einari norskari kanning.

Ótrúligt. Ikki ein av býráðslimunum hevur samkenslu við teimum nógvu barnafamiljunum.

Og fara vit at hyggja runt í kommununi, so síggja vit, at Runavíkar kommuna hevur brúkt nógvar milliónir uppá veg- og annað, men har hava verið rullugardinur fyri heilan, tí ikki sýnist nógv skil at vera í.

Dýrt betalt arbeiði verður rivið niður, broytingar gjørdar, sum aftur verða broyttar. Sprenurin stendur úr kommunukassanum.

Kommunan borar og spreingir inn í fjøll og hamrar, har borgarar ikki hava ráð, og so verða stykkini lyklaklár seld til vanligan prís - men helst bara til tey ávísu.

Byggisamtyktin er ein býur í Russlandi fyri Runavíkar kommunu.

Vit koyrdu framvið fleiri húsum, sum beinleiðis høvdu bygt út á veg hóast frástøða er kravd í byggisamtyktini.

Har er stutt sagt onki sum helst fantilsi í nøkrum.

Tað er tíðiligt, at ávísir persónar hava rætt til gravkúgv gjøgnum lógir og reglugerðir, tá so borgarar koma við dokumenteraðum og sakligum kritikki, so verða teir ikki hoyrdir.

Tað er skelkandi, at tey í Innlendismálaráðnum staðfesta at kommunan hevur ikki hildið seg til lógina, men allíkavæl gevur kommununi rætt til at halda borgarnar fyri tað turra gjøldur.

Tað er uppaftur meira groteskt, at umboðsmaðurin als onga viðmerking hevur til hetta, men tá vit so síggja hvør hevur viðgjørt hetta mál í Oljumálaráðnum, so skilja vit kanska betur støðuna hjá umboðsmanninum. Hann og Tommy Petersen vóru jú hjartavinir í rættarskipanini, har fekk Tommy Petersen sømdir sum skríggja upp móti himmalinum.

Slíkt skal eisini sleppa at halda fram - líka mikið hvar maðurin er rekst í umsitingini.

Vit fara seinni at viðgera hetta mál nærri. Tað hevur jú áhuga at fáa greitt, hví kommunan ikki heldur seg til upprunaligu ætlanina, at leggja ferðsluna omanfyri Leitis- og Runarveg.

- Her spøkja Toftamenn, sum eiga hagan, og her liggur orsøkin til beistagerðina hjá Runavíkar komunu.