Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her er Guttorm avmyndaður saman við konuni, Mariu.

Tá lagnur verða flattaðar sum kurvastólar

Minningarorð: Guttorm Klein til áminningar.

Tað var 2. november 2011, at deyðsboðini komu um, at nú var mammubeiggi okkara, Guttorm Klein, deyður, 79 ára gamal. Tó at boðini ikki komu óvart á, so kløkkaði og harmaði tað kortini. Tað er altíð svárt at missa.

Guttorm var illa raktur av sjúku, sum ongin megnaði at seta navn á, men lívsleiðin var eisini dramatisk frá byrjan av.

Tað er eisini løgið, sum ávísar familjur kunnu verða knúsandi hart raktar, og ikki øll fáa eina byrjan á sløttum.

Hjá Guttormi og hansara systkjum, var einki undantak.

Mammubeiggi er ynsktur av níggju systkjum. Sonur Dánjal- og Helenu Klein. Hann frá Gjógv og hon av Kirkju í Fugloy.

Abbi, sum seinni gjørdist formaður í Fiskimannafelagnum frá 1941 til 1952, fekk sjálvur eina buldruta byrjan og eina álvarsama lagnu, sum skuldi vísa seg vera eitt syrgiligt lívsmynstur, onnur eisini blivu rakt av.

Dánjal Klein, varð føddur 1. januar 1883. Hann var ættaður úr húsinum uppi í Geil, yngsti sonur Johan Klein í Sjúrðastovu. Mamman var Olivia Angelia Fredriksdatter Joensen.

Sum so mangir aðrir føroyingar fekk abbi eina harða byrjan í lívinum. Dánjal var bert 1 ára gamal, tá hann misti pápan,og pápabeiggi hansara var á sama aldri, tá hann misti pápa sín.

Beiggi abba, Óli Christian og konan, doyðu frá 5 børnum, og Dánjal tók við sum forsyrgjari, saman við øðrum góðum fólkum í bygdini, og so var hansara lívsleið løgd.

Abbi giftist úti í Fugloy í 1915 við Helenu, f. Christiansen úr Mittúni, á Kirkju. Hann lat um somu tíð húsini byggja á Heygnum við Gjógv. Abbi og omma fingu níggju børn, men Helena doyði í 1934 í barsilssong, bert 39 ára gomul við tí tíggjunda barninum, sum eisini doyði.

Hetta var ein ring støða hjá einum manni – at standa einsamallur við 9 børnum.

Einasti møguleikin at forsyrgja børnunum var at fara til skips – tá var heldur eingin almannaskipan, sum kundi taka um endan.

Fimm av børnunum máttu út til onnur at vera. Næstringar og onnur góð fólk bjóðaðu sær at taka sær av børnunum.

Heima við hús hjá Dánjali var støðan tann, at teir elstu dreingirnir, Leivur og Kjartan, vóru farnir til skips. Tann elsta dóttirin, Brynhild, var 14 ára gomul.Hon varð heima og tók húsið uppá seg,har yngsti beiggin, 2-ára gamli Guttorm, eisini varð verandi.

Gunnhild og systir hennara Torgerð, fóru til Eiðis, og Gunnild kom til tann kenda R.K. Rasmussen, lækna, at vera.

Mamma, Hjørdis Klein, ið seinni gekk undir navninum ”Hjørdis á Støðini”, fór út á Kirkju í Fugloy, og systrarnar, Fríðborg og Bergfríða fóru til Klaksvíkar at vera.

Guttorm kom til Klaksvíkar, sum blaðungur, tá maðurin hjá systrini, Bergfríðu, Poul Samuelsen, doyði av sjúku. Tey áttu sonin Sámal, sum tá bara var eitt ára gamal. Bergfríða giftist uppaftur við Hans Thomsen, og tey fingu trý børn.

Guttorm kom at búgva hjá systrini á Selheyggi. Í kjallaranum búði Elsa-Margreta, mamma Poul, sum var komin av Skarði. Hon sat sum einkja eftir tveimum monnum saman við dóttrini Paulu, og hevði nú mist sonin. Tó at lagnurnar høvdu rakt so ymiskt á Skarði og við Gjógv, vóru lagnurnar ikki ólíkar.

Tey skiltu pínuna hvør hjá øðrum. Hetta má hóast umstøðurnar, hava givið teimum ein felags ugga og linna tá harðast leikaði á.

Guttorm lærdi til elektrikara, gjørdist instalatørur, og arbeiddi saman við navnframa Svend Joensen. Báðir arbeiddu hjá Rudolf. Teir gjørdust væl, og fingu handil saman seinni.

Guttorm sigldi eitt skifti úti í víðu verð, helst inspireraður av eldra bróðrinum, Kjartan, sum eitt langt lív sjálvur sigldi úti sum yvirmaður, til hann legðist upp á land og búðsettist í Klaksvík, saman við konuni, Astrid.

Barnaheimið við Gjógv – húsini á Heygnum, vóru við at fara í órøkt, og tí valdu systkini at Kjartan, eftir egnum ynski, skuldi eiga tey. Tað var til stóra gleði fyri alla familjuna. Eftir Kjartan fekk Guttorm húsini, og tað hevur verið nýtt av teimum flestu í familjuni, sum hvør í sínum lagi hava serligan alsk til húsini á Heygnum.

Fyri mín part hevur tað verið balsam fyri sálina, at havt møguleikan at rinda møðina við Gjógv.

Kjartan og Guttorm, høvdu eitt einastandandi brøðralag, og sigldu bátin hjá Kjartani úr Danmark til Føroya. Báturin fekk navnið Útsýni, sum Kjartan nýtti til útróður. Við á hesi ferðini til Føroyar var svágur Kjartan, Svend Houmann, ið eisini sigldi í danska handilsflotanum.

Sum menniskja var Guttorm stillførur. Gjørdi lítið burturúr sær sjálvum, men hann var sera hjálpsamur. Kjartan var eisini stillførur, men var eisini skemtarin í familjuni, dámdi at arga. Eg minnist tá hann onkuntíð ”arbeiddi” uppá mammu, og tað gingu ikki nógvir sekundir, so fekk hann hana illa. Serliga kundi tey kjakast um almenn og politisk viðurskiftir, tó at tað ikki var nakar ivi um, at tey vóru sjálvstýrisfólk, eins og Guttorm, og undan honum, abbi, Dánjal Klein.

Tað segðist um Guttorm, tá Kjartan einaferð skuldi hava arga hann passaliga nógv, at Guttorm skuldi hava sagt, at Leivur, elsti bróðurin, var nógv sterkari enn Kjartan. Leivur var eisini væl bygdur og ein kempa, sum eg minnist aftur á við gleði. Men tað var ongantíð nakað ónt millum brøðurnar. Til tað høvdu teir verið ov nógv í gjøgnum, sum tvørtur í móti bant teir tættari saman.

Leivur, sum giftist Honnu av Rætt, fór alt ov tíðliga. Tey fingu børnini, Heðin og Helenu. Uttan at eg kann siga tað við vissu, so haldi eg, at Leivur var tann mest bræneggjaði av brøðrunum, maðurin við meiningunum, sum leiðir meg aftur til abba.

Ein frágreiðing um abba, sum eg altíð havi verið errin av, og sum eg veit var ein barlast, ið hevði stóran týdning í familjuni, var ta ferðina, svínoyingar løgdu ring um Dánjal Klein, og sum heilt víst seinni gjørdi, at abbi varð valdur sum formaður í Fiskimannafelagnum:

“Polo” var í Grønlandi og fiskaði við bátum. Hetta var vanligur fiskiskapur, men tað nýggja var, at “Polo” nýtti maskinbátar, meðan tað vanliga hevði verið at nýta árarnar. Júst hetta framstig gav høvi til eina trætu við reiðaríið um býtið av veiðuni. Í hesum lá eisini ein ósemja um hvør ið skuldi gjalda fyri bensin.

Manningin valdi Dánjal, at tingast um hendan spurning við Kjølbro,sum átti hálva “Polo”, og sum var reiðari.

Dánjal visti, at hetta var ein uriaspostur,og úrslitið kundi væl gerast, at hann als ikki slapp við aftur. Tað er sagt, at Edvard úr Svínoy tá segði við svágin, Símun: “Kemur Dánjal ikki við aftur, so kemur heldur eingin svínoyingur við aftur.”

Tað segðist, at taka langa tíð, áðrenn abbi fekk skipsboð, men skipsboðini fekk hann kortini.

Soleiðis hevur tað onkuntíð verið millum føroyingar. Tann støðan er sjáldsom, um hon nakrantíð kemur fyri í dag.

Guttorm var bert 2 ára gamal tá hann misti mammuna. Tá mátti systurin, bara 14 ára gamla Brynhild, taka á seg húsið á Heygnum. Tað hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva, at gera tríggjar menn skipsklárar, og samstundis ansa lítla beiggjanum. Uttan iva hevur hon eisini fingið stóra hjálp frá góðum gjáarfólki.

Seinni fær Brynhild sonin, Helga, sum fyrstu árini vaks upp á Heygnum, og kom hann meira at vera beiggin enn systursonurin hjá Leivuri, Kjartani og Guttormi. Og fyri Helga vóru húsini á Heygunum nakað heilt serligt – hansara barnaheim, tó at tey seinni fluttu oman á Gróthegg, har hann var virdi stóribeiggin hjá yngru systkinum, sum annars fór alt ov ungur.

Helgi var tann, sum varaði av húsinum á Heygnum, og eftir avtalu við Kjartan, syrgdi fyri at gera ábøtur tá hetta kravdist. Og flaggstong vildi Kjartan eisini hava, og gelendarin kom niðanfyri húsini, tá heilsan hjá Kjartani var farin at bila.

Tað er onki at ivast í, at íblásturin til, at Helgi valdi elektrikaralæruna, kom frá Guttormi, sum heilt víst eisini inspireraði bróður mín, Rólant Klein, til at fara sama veg. Guttorm var eisini nakað heilt serligt fyri Rólant, sum føldi seg rættiliga tætt knýttan til mammubeiggjan, sum hóast hann nú býr í Kanada, hevur hildið sambandið við líka.

Guttorm var ikki heilt ungur, tá hann giftist Mariu, sum hevði mist mannin, Jónstein Ólason Biskupstø, sum doyði í 1964 frá trimum synum, Andrass, sum varð føddur í 1957, Ólavi, ið varð føddur í 1959 og Róin, sum er føddur í 1963.

Soleiðis fann gjáardrongurin, sum sjálvur misti mammu sína bert tvey ára gamal, eina nýggja familju. Hann kendi um nakar, saknin hjá hesum dreingjum, sum seinni skuldi vísa seg at fáa stóran týdning.

Maria og Guttorm giftust í 1971. Sama ár fingu tey dóttrina, Helenu. Helena gjørdist sostatt lítlasysturin millum tríggjar buldrasligar beiggjar. Eg kann ikki ætlað, at hon kanska eisini onkuntíð hevur verið í minniluta.

Tá ið Guttorm fór til gravar, segði Andrass, vegna børnini, nøkur vælvald orð í Christianskirkjuni, sum vóru sterk. Hann vísti á, at tey aftaná at hava mist pápa og mann, høvdu livað í myrkrinum, og at Guttorm kom inn í familjuna við sólini. Hann hevði tey allar fagrastu orðini um mammubeiggja, sum tók allar dreingirnar til sín, sum sínar egnu. Hann gekk nógv uppí seyðahald, og tá bátur eisini var í húsinum, gjørdi Guttorm nógv av at flota. Hjá Guttormi gekk drúgv tíð á trønni, og dreingirnir vóru ongantíð langt burturi.

Guttorm arbeiddi hjá SEV, og tað var oftani ótespiligt, tá linjurnar slitnaðu, antin av kava, klaka, ella tí stormurin herjaði, tá komu dreingirnir ikki við út, men oftani mundi vera trongligt í SEV bilinum annars.

Andrass segði, at Guttorm hevði ávirkan á, at teir allir komu so væl undan. Sjálvur var hann ávirkaður av Guttormi at læra til elektrikara, og seinni gjørdist hann verkfrøðingur.

Men júst, sum Guttorm var komin við sólini,og dreingirnir funnu lívshug og styrk, og hann sjálvur hevði funnið friðin á lívsleiðini, og fingið dóttrina, Helenu, hendi ólukkan, sum ikki mátti henda. Í arbeiðsørindum skuldi Guttorm arbeiða inni í transformatortorni. Allur streymur skuldi verið tikin av, men okkurt stórt mistak var hent uttanfyri tornið. Streymurin var ikki tikin av, og mammubeiggi fekk 10.000 wolt í gjøgnum kroppin. Og tað var ófatiligt, at hann kom frá hendingini við lívinum, men Guttorm slapp heldur ikki uttan álvarslig mein.

Sum, Andrass eisini segði í kirkjuni. Frá tí degi, gekk niður á bakka hjá Guttorm. Hann gjørdist ein skroypilig sál, sum oftani kravdi læknahond. Hann viknaði bara so spakuliga, til hann 2. november ikki orkaði meira. Maria sat trúgv uppiyvir honum, og tey, sum vitjaðu seinastu tíðina máttu sanna, at Guttorm ikki orkaði at tosa, men Maria, sum kendi mannin, visti, at hann hoyrdi hvørt orð.

Tá ið eg sjálvur seinast vitjaði Guttorm var hann heima. Hann orkaði tá illa at tosa. Hann hevði lyndi til tárini, var so sera kensluborin, tá tosið kom inn á dóttrina, Helenu, mannin og abbabørnini í tí fremmanda. Tað var serliga í slíkari løtu, at eg fann útav, at Guttorm og Rólant, bróður, vóru nakað serligt hvør fyri annan. Tá eg bar heilsu frá bróður gjørdist hann sera kensluborin.

Dánjal, abbi, var eisini uppi í politikki. Hann var allar dagar sjálvstýrismaður, og var valevni og stillari hjá flokkinum meginpartin av lívinum. Eg ørminnist abba, men havi bara frá øðrum, at hann var ein óførur talari, sum hevði hvassar meiningar við óvanligum retoriskum evnum, men so hevði hann eisini serligar gávur at søkja semjur. Hann hevði eg ynskt at upplivað meira, sum persón.

Guttorm var eisini virkin í sjálvstýrisflokkinum, og hann hevur eisini verið á tingi, sum varamaður, men hann var meira tann stilli og hóvligi, sum ikki gjørdi nógv av sær sjálvum ella øðrum. Soleiðis hevði hann tað eisini best.

Lasse bróður fann sama veg, gjørdist bæði løgtings- og landsstýrisumboð. Hann røkti eisini starvið, sum løgtingsformaður fyri sjálvstýrisflokkin, sum í dag tó sýnist at vera smokkaður saman, skulu vit taka seinastu meiningskanningina í álvara.

Vit síggja lívstráin. Abbi missir sín pápa bert 1 ára gamal, og pápi til abba misti sín pápa á sama aldri.Boyggi abba doyr ungur, og abbi má taka húskið uppá seg áðrenn hann giftist. Síðani missir abbi konuna í barsilssong, sum gjørdi børnini móðurleys, tá Guttorm bert var 2 ára gamalur.

Seinni í lívinum førdi lagnan Guttorm til Klaksvíkar til systrina, tá hon og eitt ára gamli sonurin, misti mannin og pápan. Síðani lyfti hann eina faðirleysa familju upp úr myrkrinum, fekk børn og eina góða konu. Guttorm doyði eins stillisliga, sum hann hevði livað lívið. Vit eru nógv, sum eru takksom fyri at hava kent hendan stillføra og reiðiliga mann.

Soleiðis er, tá lagnur verða flattaðar, sum kurvastólar.

Systirsonurin

Dan Klein

www.oyggjatidindi.com