Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá læknin, journalistar og aðrir verjar svíkja tey veikastu, í kappingini um at vera politiskt korrekt

…..ein viðmerking til undanførðslurnar fyri ikki at vilja rætta ófødda barninum hjálpandi hond.

Fimti milliónir, onkur metir fleiri, verða árliga noktaði atgongd til tað lív, sum tú og eg vóru so heppin at verða boðin vælkomin til av teimum, sum undan okkum vóru fødd. Ørandi at hugsa sær hvønn persón vit vildu funnið aftan fyri hvørja av hesum 50 milliónum, sum verða steðgaði í móðurlívi. Kanska ein framúr statsleiðara, mætari enn vit megna at ímynda okkum, ella ein vísindamann, sum var ætlaður at loysa størstu gátur heimsins, krabbamein t.d.? Kanska ein nýggjan Rembrand, ella ein friðarins ápostul, sum kundi fingið eitthvørt stríð á fold at tagna- ella ein prædiku-mann, sum kundi tala, so øll vórðu gripin og góvu seg í hendur Frelsarans?

Møguleikarnir eru nógvir, men saman við hugsanini um hesi mongu óseku veksur óhugnin yvir, hví vit ikki hjálpa, men tiga og taka lut í ræðuleikunum.

Søgunnar stórsti sorgarleikur!

Í Miðflokkinum er eingin ivi, vit fara altíð at tala sakina hjá tí ófødda baninum, tí tíðarinnar størsti sorgarleikur má steðgast! Allir føringar og allir heimsborgarar hava grundleggjandi rætt til lív. Tað lív skaparin byrjar, hevur einki menniskja loyvi at steðga!** Men hví hendan høpisleysa mótstøðan hvørja ferð vit taka til orðanna og royna at verja ófødda barnið? Seinasta dømið er mótstøðan móti uppskotinum um at kvinna, sum biður lækna sín um at fáa framda fosturtøku, fær boðið ráðgeving fyri at veita henni og ófødda barni hennara hjálpina, teimum tørvar?

Ein vælkend tvungin ráðgeving.

Kropp á kroppi reisast tey ímóti, lækni og journalistur í sjónvarpinum, juristur, journalistur, sakførari, prestlesandi, sálarfrøðilesandi og viðmerkjarar í bløðum og sosialu miðlunum. Við láturliggering og undanførðslum kappast tey við hvønn annan og strutsin um at vera politisk korrekt. Siga seg ikki at kunna ímynda sær, hvussu man kann skipa slíka tvungna ráðgeving, tóat tey væl vita, at slík tvungin ráðgeving er kravd í Danmark av sama heilsustýri, sum vit eru undirløgd. Ein tvungin ráðgeving fyri allar kvinnur undir 18 ár og fyri allar, sum eru komnar longri enn 12 vikur.

Smáflennandi siga tey seg ikki duga at ímynda sær, hvør kundi sitið í slíkum ráði, tóat tey væl vita, hvussu slík ráð eru skipaði í móðurlandi okkara, haðani flestu fyriskipanir okkara á heilsuøkinum koma. Og so hoyra vit útjaglaða argumentið um, at ” so fara tær til Danmark at fáa tað gjørt ”. Og hetta verður sagt, hóast bæði læknin, juristurin og hini fullvæl munnu vita, at tvungna ráðgevingin, sum vit biðja um verður sett í verk í Føroyum, hevur skipanina í Danmark sum fyrimynd.

Hava vit rætt og ráð?

Hví hendan øðin, hví alt hetta uttanumtosið og allar undanførðslurnar? Hví ikki heldur skipa ein manngarð um óseka barnið og hjálpa tí og foreldrum tess? *** Hevur heimurin rætt og ráð til hetta spill av mannalívum? Hava Føroyar, við minkandi fólkavøkstrinum ráð at missa eitt einasta barn?

At hann og hon, sum ikki vanliga takast við slík viðurskifti, ikki vita, kann henda, men at fakfólk, sum væl vita, látast óvitandi, er skammiligt og átaluvert- um ikki annað so óføddu barnanna vegna!

Jenis av Rana

p.s.

Niðanfyri loyvi eg mær at endurgeva úr danskari vegleiðing um sonevndu abortsamráðini:

… ” Sundhedsstyrelsen har oprettet et abortsamråd i hver af de fem regioner. Abortsamrådet skal afgøre ansøgninger om abort efter 12. uge og ansøgninger om abort uden forældresamtykke for unge under 18 år.

Samrådet har tre medlemmer samt en række suppleanter som er udpeget af Sundhedsstyrelsen. De tre medlemmer er: 1 læge med gynækologisk speciale, 1 læge med speciale i psykiatri eller socialmedicin og 1 medarbejder med juridisk eller social uddannelse.

Hvis du overvejer at søge om tilladelse til abort, skal du henvende dig til din læge, som vil henvise dig til en skanning på hospitalet. Skanningen er nødvendig, da den helt nøjagtigt kan fortælle, hvor langt du er i graviditeten.

Når du har været til skanning, sender hospitalet din ansøgning om abort til abortsamråds sekretariatet, og du bliver indkaldt til samtale med en socialrådgiver/ juridisk sagsbehandler og eventuelt med en psykiater. I samtalen får du mulighed for at fortælle om din situation. Hver samtale varer ca. 1 time.

Efter samtalerne bliver din ansøgning om abort behandlet i din regions abortsamråd. Normalt behandles din ansøgning inden for en uge. Du får svar hurtigst muligt ”…