Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá høgrasinnaðir javnaðarmenn blokeraðu 1. mei røðuna á Vaglinum

Gott gamalt: Eg varð av fakfelagsrørsluni boðin at halda 1. mei røðu i 1997. Men har hendi mangt løgið.

Tað fyrsta var, at tá, eg hevði skrivað røðuna lidna, kom ein starvsfelagið framvið, har eg hevði sitið og skrivað, og bjóðaði sær til at gera røðuna meira vælegnaða at halda í hondini móti vindi og regni, og tað helt eg vera eitt frálíkt hugskot. Hvat eg ikki visti, var at starvsfelagin hevði til uppgávu at kopiera røðuna til teir høgrasinnaðu, - meðan eg framvegis trúi, - at alt stóð væl til, tí so kundu teir fara víðari fyri at steðga røðuni um neyðugt, og so var. 1.mei fekk eg so orðið, men eg var ikki meira enn komin ígongd, tá ein av fyriskiparunum kom til mín og segði, at eg skuldi runda av, tí annars kom haldið at vara for leingi. Framvegis varnaðist eg ikki ráðagerðina, men tá eg eftir haldið frætti, at Útvarpið ikki hevði sent frá haldinum, byrjaði eg at ána óráð. Men røðan skuldi út til fjøldina, so eg setti kósina á Sosialin, men nei, hin høgravendi Eirikur blaðstjóri og javnaðarsjónleikarin mikli segði – uttan argumentir – bums nei til at seta 1. mei-røðuna í blaðið.

Eg tonkti mítt – og um ein pápa, ið hevði stovnsett blaðið, og tær túsundvís av krónunum, sum hann hevðí stuðlað blaðið við og tær hundrað- kanska túsundvís at greinunum, hann hevði fóðrað blaðið við, og nú fekk sonurin fótin. Skrivi- og talufrælsi lá nú í hondunum á einum íspegili.

Síðani vendi eg mær til Johan Petersen, ið umboðaði ÚF, og greiddi honum frá gongdini í 1. mei-haldinum. Johan bjóðaði mær við á fund í ÚF. Har vardi Jógvan Jespersen avgerðina við, at nógv var at gera ymstaðni, so ikki var nokk av fólki at taka sær av 1. mei haldinum. Nú hoyrdust og skiltust undanførslurnar tíðuliga. Avgerðin var tikin eftir boðum uttanífrá. Dan Reinert Petersen gekk innanfyri saman við Jógvani, hann segði einki, men gjørdist ímyndin av tí, ið fram var farið. Jógvan Jespersen hevur síðani víst, at 1. mei kanska átti at verið avtikin og møguliga strikaður í álmunakkanum.

Eg klárvaknaði fyrst aftaná nøkur ár, tá áður umrøddi starvsfelagi framdi líknandi njósnaragerð móti einum øðrum starvsfelaga. Fekk lumpa og lirka trúnaðarmail í viðbreknum máli og latið mótpartinum tað. Tá vaknaði eg av álvara, og eg havi verið vakin síðani.

Vónandi eru flestu Føroya fólk vakin, tí svindlarar eru nokk av. Teir vandamiklastu eru teir sum láta sum um 'at hin heilaga grøvin er væl vard', meðan svikið verður framt. Hetta eru reinir úlvar í seyðaskinni.

Dagfinnur Danbjørg.