Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá gav Marner ilt av sær

Nú verður hann kannaður av løgregluni.

Tað var tann tíð, tá máttmikli Eik-stjórin við íslendsku Kaupthing-basilluni í sær, rópti hart tá føroyskir miðlar tóku upp eftir donskum fjølmiðlum, sum vóru kritiskir, og tað hjálpti.

25. september 2008, skrivar Jan Múller, táverandi blaðstjóri á Sosialinum errin á Olivant, at Marner Jacobsen, hevði sent teimum báðum stóru føroysku bløðunum, Sosialinum og Dimmalætting, eitt lesarabræv, har hann tekur til orðanna ímóti tí, sum ført varð fram í fleiri føroyskum bløðum.

Marner Jacobsen heldur, at fleiri føroyskir fjølmiðlar tíverri taka tráðin upp eftir donskum fjølmiðlum.

“Danskir fjølmiðlar hava leingi havt eitt ilt eyga til íslendskar peningastovnar, og tað letur til, at teir heldur ikki tola, at pinkulandið Føroyar roynir sínar veingir í Danmark. Tað at vera føroyskur letur til at stempla okkum frammanundan í donsku pressuni sum “váðafullan”, “suspektan” og hvørji onnur orð, donsku fjølmiðlafólkini hava nýtt um okkum”, skrivar Eik forstjórin.

Hann sigur seg hava eina greiða fatan av, at negativa umrøðan av Eik Banka í føroysku fjølmiðlunum stavar frá negativu umrøðuni í donsku fjølmiðlunum.

“Flestu føroysku fjølmiðlarnir eru eftir øllum at døma tíverri ikki nóg at sær komnir at hava sín egna tíðindaflutning”, skrivaði Marner í lesarabrævinum í teimum "stóru" føroysku bløðunum, sum longu tá vóru skrumpaði inn til støddina hjá Tummil-lítla, var tað ikki fyri halt-kjaft haldaragjøldini og lýsingarnar.

Nú hevur danska Ekstrabladet drigið fleiri av falliteraðu bankastjórunum fram í ljósið, og lýst teirra støðu inniliga og professionelt:

http://ekstrabladet.dk/112/article1738635.ece

Hetta er journalistikkur, sum vil nakað í Danmark. Munur á halt-kjaft journalistikkinum í Føroyum.

Sjónvap Føroya, gjørdi eina hetju-sending um Marner Jacobsen, stjóra, aftaná at hesin hevði søkt Eik. Skulu vit lesa um heimligar bandittar, so má tað vera í útlendskum miðlum.

Í Føroyum verður álagdur sensurur til tey, sum ikki hava sjálvsensurin í sær.