Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá Fanin bleiv gamal, fór hann í kleystur

Soleiðis verður sagt um ein, ið steðgar sínum óndskapsfulla og/ella fanansagtiga lívi og leggur á eina góða og meiri menniskjansliga kós.

Úr Oyggjatíðindum, og lagt á netið 31.03.2014 - 16:42

Hettar rann mær í hug, nú Jørgen tosar um at varveita vælferðina. Tí hann umboðar ein flokk, sum frá byrjan av hevur sæð vælferð fyri øll sum samfelagsins høvuðsmeinbogi. Tað privatkapitalistiska klassasamfelagið hevur verið og er teirra ideal. Tey vælbjargaðu skulu hava í posa og í sekk, meðan fjøldin skal bert hava til dagin og vegin, meðan tey veikastu gomlu og sjúku bert skulu so dont hóra ígjøgnum.

Tað er onki vælferðarinitiativ tikið á tingið, sum fólkaflokkurin ikki hevur verið ímóti, tó at hann av samgonguorsøkum onkuntíð hevur verið pískaður til at atkvøða fyri.

Flatskattakuppið fortelur meira enn túsund orð um vælferðarskipanina hjá Jørgini, sum annars er formaður í bandittaflokkinum.

Guðs gávur til fólkið verða latnar til nakrar forholdsvís fáar við røttum træðrum til bandittarnar. Vildu teir vælferð, so hevði annað býti verið framt. Men tað kann gerast enn, um fólkið velur soleiðis, at bandittaflokkurin ikki sleppur við í komandi samgongu.

Ein flokkur, sum hevur havt Margareth Thatcer og Ronald Reagan sum fyrimyndir, og hevur tey enn, er sjálvandi kaldur og kyniskur, tá tað kemur til vælferð og minna mannin.

Ein flokkur, har stavnamaðurin hevur lagt lív og sál í at verja Apartheid, kennur onki til vælferð fyri fólkið.

Ein flokkur, ið stuðlaði drápsmonnunum hjá Salvador Allende, arbeiðir ímóti fólksins grundleggjandi tørvi bæði úti og heima.

Ein flokkur, ið stuðlaði Pinochet er kaldur, kyniskur og ómenniskjansligur.

Ein flokkur, hvørs stavnamaður alment gleddist yvir morðið á Oluf Palme, hevur lítið og einki gott at bjóða vanliga fólkinum hvørki menniskjansligt ella politiskt.

Undir høgraradikala skjøldrinum hevur fjøldin als onki gott í væntan. Vælferðarleiðin vil altíð vera vís tá tey høgraradikalu eru uttan ávirkan.

Tey, ið eru samd við niðurstøðuna, eiga – hvør ið sínum lag – at gerast virkin nú og til næsta val.

Við tøkk.

Dagfinnur Danbjørg.