Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá fake gerst fakta

Dan Klein --- 15.05.2018 - 06:59

Gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið eg las eina yvirlýsing/staðfesting, sum løgtingslimurin, vinnunevnd-arlimurin, framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá Tjóveldi, fyrrverandi skrivari í Fiskimanna-felagnum og fyrrverandi tíðindarmaðurin Ingolf Sólheim Olsen legði á sín vanga á facebókini stutt eftir, at Kristina Samuelsen hevði lagt sína frágreiðing fram 26.04.2018.

Ingolf Sólheim Olsen staðfesti, citat:
Nú fellir ein kanningarstjóri ikki nakran formligan dóm, men niðurstøðan, sum Kristina Samuelsen, advokatur, júst hevur greitt frá á tíðindafundi, er so tætt upp at eini fullkomnari fríkenning av bæði Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen, sum til ber at koma.

Allur ruðuleikin hevur røtur í siðvenju, sum er kjølfest gjøgnum nógv harrans ár undir fólkafloks-regime í Fiskimálaráðnum. Kanningarstjórin legði dent á, at tað er ikki Høgni Hoydal, sum hevur lagt lunnar undir tað praksis, sum hevur verið galdandi í nógv harrans ár.

Til fyrra pástandinum hjá Ingolfi S. Olsen, er ikki nógv siga annað enn, at nógv viðurskifti vóru førd fram á tíðindafundinum m.a., at tað vóru viðurskift, sum landsstýrismaðurin átti at havt skilt og reagerað uppá, men sum hann - at síggja til - ikki skilti og tískil ikki reageraði uppá. 

Seinri pástandurin hjá Ingolfi S. Olsen hinvegin – um at ruðuleikin hevur røtur í siðvenju, sum er kjølfest undir fólkafloks-regime – er faktuelt skeivur, tað kann er skjalprógvast. Siðvenjan, ið Ingolf vísir til, hevur sín uppruna í langtíðarsemjuni millum Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, dagfest 20. mai 2011. 

Politiskar semjur
Tað er væl einki óvanligt ella forgjørt í, at politiskir flokkar og/ella floksformenn gera semjur um ymisk viðurskifti, tvørtur ímóti, men um politiskar semjur onkursvegna skullu hava rættarvirknað, so er neyðugt, at rættar mannagongdir verða fylgdar.

Er talan um, at bólkar av politikkarum – uttan um løgtingið – á økjum, sum eru regulerað í lóg, gera semjur, sum tilætlað skulu hava rættarvirknað, so má tað sum eitt minstakrav kunna krevjast, at tað er staðfest, at heimild er í lógini fyri tí, sum semja er gjørd um at fremja.

Útgangsstøðið fyri langtíðarsemjuni 2011 var, at 150.000 tons av makreli skuldu veiðast í føroyskum sjógvi. Tá føroysk og fremmand veiða av makreli søguliga hevði verið uml. 25-30.000 tons, so var talan um, at 120.000 tons av nýggjum tilfeingi til eitt virði uppá 600-700 mio., skuldi konverterast til rættindi í lógini.
 
Rættindi liggja hjá feløgum og ikki fiskiførum
Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetur, at rættindi í sínum uppruna altíð liggja hjá persónum og feløgum óheft av fiskiførum. Fyritreytin fyri gagnnýtslu av rættindum er hinvegin tann, at hesi – nettup við gagnnýtslu fyri eygað – formliga verða knýtt at fiskiførum í útskrivaðum loyvum. Lógin ásetur ymiskar treytir fyri gagnnýtslu av ymiskum slag tilfeingi/rættindum. 

Hendan kjarnubygnað í lógini kvettir langtíðarsemjan við. Fiskirættindi verða í semjuni de facto knýtt beinleiðis til fiskifør uttan um persónar og feløg. Avleiðingin er, at makrelur sum rættindi í forhond verður knýttur til t.d. garnaskipið Oknina og skeljadreggjaran Norðheim, sum hvørki eru góðkend ella løggildað til hesa veiðu sambært ávikavist lógina um vinnuligan fiskiskap og matvørulógina 

Gagnnýtsla av fyribils og avmarkaðum rættindum krevur einki veiðiloyvi
Lógin um vinnuligan fiskiskap nágreinar tvey ymisk sløg av rættindum, vanlig rættindi og fyribils og avmarkaði rættindi. Vanlig rættindi (koncessiónsrættindi) eru sambært lógina tey rættindi, sum feløg hava ræðisrætt á. Fyribils og avmarkað rættindi eru hinvegin rættindi, sum landsstýrismaðurin tillutar – fyribils og avmarkað. 

Lógin ásetur, at gagnnýtsla av vanligum rættindum bert kann fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, meðan veiða av fyribils og avmarkaðum rættindum, sum landsstýrismaðurin tillutar, kann fara fram við fiskiførum, við ella uttan veiðiloyvi. 

Henda serstaka møguleika fyri gagnnýtslu av fyribils og avmarkaðum rættindum, sum løgtingið eksplisitt hevði lagt í lógina, inngongur ikki sum partur í langtíðarsemjuni, tvørturímóti. Harvið verða rættarstøður hjá feløgum, sum eksplisitt framganga av lógini, strikaðar í leistinum við langtíðarsemjuni. 

Kjarnuendamál í lógini
Í sínum 2010-tilmæli um lívfrøðiligu støðuna á føroyska landgrunninum staðfesti Havstovan, at høvuðsfiskastovnarnir toskur og hýsa de facto vóru kollapsaðir, og fyri fyrstu ferð nakrantíð til-mælti Havstovan landsstýrismanninum at steðga allari toska- og hýsuveiðu á landgrunninum.

Lógin um vinnuligan fiskiskap hevði skjalfest sum høvuðsendamál at regulera veiðu av burturav føroyskum fiskastovum – t.e. fiskastovnar, sum føroyskir myndugleikar hava fullan ræðisrætt á – soleiðis, at teir verða troyttir lívfrøðiliga burðadygt. 

Ferðandi fiskastovnar og fiskastovnar í burturav altjóða sjógvi ella rættindi hjá føroyskum aktørum í sjógvi hjá fremmandum londum eru hinvegin skjalfast sekunder í mun til kjarnuendamálið í lógini um.

Innihaldið í langtíðarsemjuni tók ikki hædd fyri hesi staðfesting. Býtið av atgongd og tað, at rættindi de facto blivu knýtt at fiskiførum og ikki persónum og feløgum settu eigarar av fiskiførum í bólki 3, 4 og 5, hvørs høvuðseksistensgrundarlag var kollapsaða toska- og hýsutilfeingið, í eina vónleysa støðu í samband við vinnuliga gagnnýtslu av nýggjum tilfeingi á egnum heimabeiti.

Hettar hevði eisini ta avleiðing, at hesi feløg púra ógrundað og ósakliga blivu fasthildin í fiskskapi av kollapsaðum toska- og hýsustovnum, sum ikki var lívrøðiliga burðadyggur, ikki var búskaparliga burðadyggur og í stríð við sjálvt kjarnuendamálið í lógini.
 
Leisturin í 2011 ein nýbrot
Leisturin í 2011 var eitt nýbrot í føroyskari fiskivinnufyrisiting. Ongantíð fyrr hevði ein bólkur av politikkarum – uttan um løgtingið – í skrivligari semju og umvegis kunngerð gjørt avtalu, um hvør rættarstøðan hjá bólkum av aktørum var í lógini. 

Leisturin sjálvur – tað at innihaldið í eini semju de facto fekk beinleiðis rættarvirknað – var eitt nýbrot í sær sjálvum. Enn meira kollveltandi var tó íkomna uppfatanin millum ávísar politikkarar um, at heimild var í lógini fyri at áseta hvat tað skuldi vera. At umskriva innihaldið í semjuni til ásetingar í kunngerð, var bert ein formalitetur.

Leisturin frá 2011 er skjalfest brúktur síðani, men samansetingin av politikkarum skiftir og skift-andi samanseting av politikkkarum hevur endurspeglað skiftandi innihald í skiftandi semjun og har-við eisini endurspeglað skiftandi – og skiftandi diskriminerandi – ásetingar í kunngerðum við heimild í § 9.

Tískil er skiftandi innihaldið av semjum/kunngerðum árini 2012-17 sum so ikki so áhugavert, eftirsum hesar taka støði í uppfatanini, sum lá til grund fyri leistinum í 2011. Tað áhugaverda er, hvussu hendan uppfatan kom í lag og hvør var ásetingin, sum heimilaði hesum leisti?

Loyndarfulla heimildin fyri íverksetan av leistinum í 2011
Kunngerðin frá 8. juni hevur heimild í §9. Tað sera kollveltandi er, at henda lógargrein brádliga í mai-juni 2011 verður brúkt langt út yvir tað, sum fyrisitingin fáar mánaðir frammanundan hevði sagt, at henda sama lógargrein fevndi um og hevði verið brúkt til árini 1994 til dec. 2010. 

Í samskifti við politisku skipanina um § 9 í nov.-des. 2010 í máli nr. 201000718 staðfesti fyri-sitingin, at ”Endamálið við § 9 er at geva landsstýrismanninum møguleika fyri og neyðugu heimildina til at skipa fiskiskap við generellum reglum.” 

Fiskimálaráðið segði víðari: ”Í tíðarskeiðinum 1994-2010 er einki dømi um, at tá nýggjur fiski¬skapur tekur seg upp fyri føroysk skip, at kunngerð er lýst, áðrenn fiskiloyvi verða latin fyrstu ferð til hendan fiskiskip. Fiskiskapurin er í slíkum førum kortini ikki óreguleraður, men er skipaður í treytunum í fiskiloyvinum.”

Okkurt løgið hendi í Fiskimálaráðnum millum dec. 2010 og maj-juni 2011. Lógin um vinnuligan fiskiskap er jú ikki ein nýggj lóggáva og lógin var ikki broytt í tíðarskeiðinum millum dec. 2010 og maj-juni 2011. Ósvaraðir spurningar eru :

Fann fyrisitingin í Fiskimaálaráðnum brádliga sjálv út av, at grein 9 hevði verið misskilt og mistulkað av fyrisitingin í 16 ár?

Hendi okkurt annað, sum brádliga fekk fyrisitingina at fara undir nýggja tulking av § 9 í maj-juni 2011?

Vanligt er, at ein kunngerð skal hava heimild í lóg og at kunngerðir bert kunnu regulera tey viður-skifti, sum framganga av kunngerðarheimildini. Í hesum førinum framgongur, at heimild er fyri í kunngerð ”at áseta reglur um fiskiskap hjá fiskiførum á fiskileiðini”.

Lógin ásetur, at einki fiskifar kann fara til fiskiskap á fiskileiðini, fyrr enn fiskirættindi hjá eigaran-um formliga eru vorðin knýtt til einstaka fiskifarið í einum – av landsstýrismanninum – útskriv-aðum fiskiloyvi. 

Aðrir ósvaraðir spurningar eru tí:
Hvussu fór ásetan av reglum fyri fiskiskap hjá fiskiførum á fiskileiðini brádliga at fevna um fiskirættindi hjá persónum og feløgum? 

Hvussu bleiv ein heimild at áseta reglur um…. brádliga til eina heimild fyri ítøkuliga at áseta rættindi?

Hvussu bleiv ein heimild at áseta generellar reglur um…. brádliga til eina heimild, at áseta ítøkuligar og diskriminerandi rættarstøður at galda fyri aktørar í sama fiskiskapi?

Hvítur roykur og lógin um vinnuligan fiskiskap
Síðani 8. novembur í 2011 hevur einki felag kent egna rættarstøðu í lógini, fyrr enn hvíti roykurin er komin frá politiska bólkinum, sum tá er vorðin samdur um, hvør skal hava hvat og við hvørjum treytum.

Burtur úr ongum og í beinleiðis andsøgn við frágreiðing frá Fiskimálaráðnum nov.-des. 2010 tilevn-aðu fýra floksformenn við heimild í § 9 í maj-juni 2011 eitt kelvi, sum í 2012 bleiv handað víðari til m.a. Jacob Vestergaard og Fólkaflokkin, og hesin hevur leisturin verið síðani.

Tað tykist tískil ikki sørt løgið, tá Ingolf S. Olsen brigdar Jacob Vestergaard og Fólkaflokkinum fyri eina siðvenju, sum er frá maj-juni 2011 og ikki heldur gleðist um, at Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin nettup hildu fast um siðvenjuna frá maj-juni 2011. 

Ingolf S. Olsen tykist hava eina øgiliga trongd fortelja føroya fólki søguna um Høgna Hoydal og Tjóðveldi, sum hava verið í holt við eina upprudding eftir Jacob Vestergaard og Fólkaflokkin. Høgni Hoydal hevur í sínum lag ført fram, at upptøkan eftir Jacob Vestergaard er øgilig.

Men Ingolf, hvørjum rudda Høgni Hoydal og Tjóveldið í roynd og veru upp eftir? Hvørjar eru tær siðvenjur, sum verða kjølfestar undir Vestergaard, og hvussu bróta hesar við leistin í langtíðarsemjuni ?  

Ingolf, hvussu kann ein landsstýrismaður bróta eina siðvenju, um galdandi rættur er, sum uppfatanin var í 2011, at skiftandi bólkar av politikkarum – uttanum Løgtingið – i skiftandi sínamillum semjum kunnu áseta skiftandi rættarstøður at galda?  
 
Um Ingolf S. Olsen hevur dokumentatión fyri sínum pástandum um siðvenjur og at undirritaði tískil fer skeivur, so eri ikki bert eg, men fleiri við mær áhugað at fáa hendur á hesi dokumentatión, soleiðis at fakta verða verandi fakta og fake verða verandi fake og at ikki bland kemur í.

Í hesum samanhangi haldi eg, at tað áliggur løgtingsliminum, vinnunevndarliminum, framsøgu-manninum í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi, fyrrverandi skrivarinum í Fiskimannafelagnum og ikki minst fyrrverandi tíðindamanninum Ingolf Sólheim Olsen ein serlig ábyrgd.
Argir, 12. mai 2018

Óli Jacobsen


Langtíðarsemja 2011.pdf