Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá egin megi og máttur ikki telja við

Undir yvirskriftini “Ríkisfelagsskapurin stóran týdning fyri kredittvirðið”, lýsir Helgi Abrahamsen ratingina, sum Føroyar hava fingið frá Moodys nú um dagarnar

Helgi endurgevur Moodys fyri at siga : 

“ein orsøk er, at landsstýrið hevur støðug viðurskifti við donsku stjórnina”

men Moodys sigur eisini í sama setningi:

“eins og gongdin móti størri sjálvstýri og møguligari sjálvstøðu.”

Henda partin av ratingini tekur Helgi ikki við. Tað er so sera umráðandi hjá honum at niðurgera týdningin av, hvussu sjálvsræði virkar í einum búskapi.

Tað, at Moodys í búskaparmetingini vektar tilgongdina til sjálvsræði eins nógv og viðurskiftini við Danmark, kemur væl sum eitt sjokk fyri sambandsmannin Helga.

Vónandi er hetta eitt týðiligt tekin til samgonguna um, hvussu nógv egin megi og máttur telja og at ein biddaraferð til Danmarkar eftir meira stuðli - ikki bara er at undirgrava búskaparmetingina- er fyri okkum allar føroyingar ein niðrandi skomm.

Fyri okkum sum vita, at framhaldandi lív og vøkstur í Føroyum bara verður tryggjað av okkum sjálvum, er ein slík meting frá Moodys bert ein av mongum sjálvfylgjum – tó gott at fáa hetta staðfest av einum ratingstovni.

At vit føroyingar vilja sjálvi, er ikki bara ein fyrimunur fyri føroyingar men eisini fyri danir.

Góða Ólavsøku – tjóðarhátíð okkara.

Poul Michelsen, tingmaður

Framsókn