Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá barlastin er ballað inn í korruptión og svik

Nú siga tey, at ein lygn kom út í Varðanum um føroyska miðlalandslagið í 2016, sum okkurt slag av tíðargreinum.

Dan Klein, journalistur, lýsir og greinar støðuna:
Seinast lagt út 03.06.2017 - 09:15

Sjálvandi man almennur stuðul vera latin til slíka útgávu. Tað tryggjar tann høgrasnaraði vinstrivongurin fyri. 

Hasi læra tíðliga at eta úr landskassanum.

Og sjálvandi er "professarin" gróðursettur í grunnum familiuumhvørvi, ið hevur brúk fyri at hugsa samfelagi eftir teirra egna politiska høvdið, og sálda veruleikan frá.

Og sjálvandi eru miðlar, sum ikki hoyra til viðurkendan klan, heldur ikki ein partur av miðlalandslagnum. Býtt sær tað út hjá teimum, sum duga at lesa millum linjurnar í slíkum betongkommunistiskum tankagóðsi.

Tá eystureuropeisk kommunistalond ikki kláraðu at gjalda fyri olju, varð samfelagið beinfryst. Men tankagóðsi segði leiðslunum, at tær skuldu bara billa fólkið inn at sólin skein, og at tað vóru 20 hitastig úti, tá tað í veuleikanum kavaði.

Um tað var nakar, sum mukkaði ímótir veðurforsøgnini, blivu tey bara login til ikki at vera til. Reyða eystureuropeiska humlubiin, ið ikki dugdi at flúgva, og var beindovin, dovnaði og sovnaði inn í deyðan...

Men hendan "virus" livir væl í Føroyum í dag.

Vælígagnist teimum býttu og naivu, ið renna aftaná gularótini, sum hongur í endanum á kustaskafti, sum er stungið niður teirra egnu buksubrók.

Ja, ja, hvussu skal tað vera, tá sjálvt "Gubbin" skrivaði bók um áttatiárini og kom til tað niðurstøðu, at akkurát onki hendi hesi árini, tá sjálvt barlastin, ið helt samfelagnum flótani, var ballað inn í korruptión og skipasvik, sum drønaði samfelagið á heysin.

At tiga kritisku pressuna burtur, er vegur til at endurtaka gallskapin.

Soleiðis er tá barlastin verður ballað inn í korruptión og svik.