Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá alt bara livir og fær rúmd

- er tað, Byrta leverar – ferð eftir ferð!

Tá eg skal seta orð á tað, eg síggi av teirra arbeiði, komi eg altíð á hetta við nærlagni og teirra ynski um, at vit skulu síggja teirra evni – at skapa.

Eg havi fylgt teimum eitt sindur, tí Janus var sangari í bólki, har sonurin eisini var við og Guðrið er dóttir Hans Carl og systir Fróða, sum er sangari í bólkinum F&TPS.

Hetta, at tónleikurin fer víðari í generatiónum er sera áhugavert, tí eg minnist Hans Carl at vera ein av bestu guitaristunum, vit hava upplivað innan føroyska tónleikin.

Evnini hjá Janusi og Guðrið eru ikki at fara skeiv av, tí tey hava henda viljan, sum er einastandandi og so er teirra rúmd við evnum bara heilt framúr.

Eg havi ikki sæð so nógv til slíkt aðrastaðni, men tað er ongin ivi um, at teirra vilji til av fáa tónleikin og visuella partin at fara upp í eina eind, er nakað vit her eru vitni til.

Á ólavsøku hoyrdi eg tey í Vágsbotni og fekk eg aftur hesa kensluna av, at tey vilja hava henda boðskapin at gerast ein uppliving og nakað ein tekur við sær.

Heiðrikur á Heygum

Tað er ongin ivi um, at Heiðrikur er ein listamaður á sera høgum støði og eri eg onkursvegna fegin um, at hann ikki er ein, sum bara gongur í Havnar gøtum.

Hetta sigi eg, tí tað er ein slíkur skapari ikki egnaður til, tí tað er ongin ivi um, at tað fyri hann er alla tíðina ein avbjóðing, at síggja tingini uttaneftir – um tað er rætt skilt.

Aftur her hevur hann við nýggju upptøkuni til útsetingina “Í Tínum Eygum” megnað, at fáa hesa hepnu visuellu upplivingina fram – hetta, at boðskapurin og litfagra framberingin fer upp í eina hægri eind.

Eg havi so sera stóra virðing fyri hesum arbeiðnum, tí eg havi kensluna av, at tað ikki altíð er so lætt at fáa staðfest og ført fram, hvat tað er ein veruliga vil.

Hetta hevur Heiðrikur megnað, tí hetta videolagið er úrslit av sera góðum, miðvísum arbeiði – flott!

Stór framtíð

Hyggi eg eftir tí, Byrta leverar – ferð eftir ferð – so er ongin ivi í mínari verð, at tey hava alt tað sum skal til, fyri at náa teimum málum tey ivaleyst hava sett sær.

Hetta er onki minni enn arbeiði í heimsflokki, tí tað er bara málrættað hart arbeiðið, ið kann fáa slíkt fram og tað hava bæði Guðrið og Janus aftur prógvað.

Fríðálvur A. Jensen