Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Syvjandi strálandi strálandið

Tórbjørn Jacobsen:

Politisku gartnararnir hava aftur stungið skortarnar uppundan runnakrúnunum, nú seyrvingurin í Kvíggjartúni hevur ætlað um, hvussu danska hjálandið hann stjórnar, meiri og minni einsamallur, skal húsast peningaliga í árinum sum kemur 2014. Næstseinasta árið í valskeiðnum. Svøvntyngjandi sjónvarpaða kjakið týskvøldið í vikuni avdúkaði, at øll hin politiska skipanin onkursvegna hevur lagt seg undir hjálandatreytirnar og undir niðurlaðandi bókhaldsskipanina hjá Jørgen Niclasen. Eitrandi ríkisveitingina tosar ongin um longur, heldur ikki orð ella eiður um, at samgongan ætlar at binda okkum til eina hækkandi ríkisveiting fram til 2016 soleiðis, at hendan drepandi sproytan tá verður 47,5 milliónir krónur hægri enn hon var í 2011, táið Niclasen-regime tók við. Tað hevur eisini eydnast valdsarkitektinum at fáa allar hinar seks menninar at kenna seg heima í hansara følnaða aldingarði, har teir skiftast um at kína fyri doyggjandi blómunum, ímeðan seyrvingurin fæst við at royta ókrút upp úr svørðinum.

Andstøðan letur seg tøla av manipulerandi retorikkinum hjá samgonguni, fokusið er bara virknaður sitandi valdsins, og tað fær ikki verið annað enn ein negativ promovering í mun til ein annan niðurgangsspiral. Onkursvegna reagera framherjarnir í samgongu og andstøðu í mun til retorikkin hjá fíggjarmálaráðharranum, á sama hátt sum trivaligu svørtu flugurnar í gomlum døgum í mun til blóðreyðu, dragandi og eitraðu knøttarnar, sum hingu niður frá koluni omanfyri hvørt einasta døgverðaborð í Føroyum. Lendu tær fyrst, slapst ikki burtur aftur. Lívsstrongurin kvettur. Hinvegin var einasta ítøkiliga alternativa hugskotið, sum kom fram á torg hetta kvøldið, tað, at Sjálvstýrisflokkurin nú burturav ætlar at stríðast fyri, at fleiri frystingarhús/goymslur verða bygd í Føroyum. Fekk kortini ikki grundidé´ina við, men helst var tað fyri at goyma so nógvan makrel og so nógva sild on stock sum gjørligt, fyri at nýggj tránað produktir kunnu gerast ein møguleiki og fyri búskapin ein mennandi útflutningsvøra.

Øllum er greitt, at verandi gongd førkar okkum skundisliga út á ørvarendan. Borgarliga bókhaldsskipanin í Kvíggjartúni hevur spælt fallit, so tað brakar eftir í, sparslaðu inntøkumetingarnar eru katastrofalar, flatskatturin gav ongan virknað, og hevði pensiónsránið ikki verið framt, var hallið á fíggjarlógini í 2013 rokkið niður á 600-700 milliónir krónur, ella út ímóti 300% meiri enn Jørgen segði seg rokna við fyri einum ári síðani. Hetta í mun til eiðsvornu kredduna um javnvág í 2016. Trupulleikin er, at landinum tørvar ein búskaparpolitikk og eina uppgerð við fleiri darvandi strukturar í heimastýrisbúskapi tjóðarinnar. Í mun til jarðarferðarrákan týskvøldið var hugdámurin øðrvísi í Norðurlandahúsinum í viku 33, tá ætlanir um framtøk í ferðavinnuni vóru serveraðar einum fullsettum skála av hugaðum fólki. Eitt frískligt vinnuligt lot, barberað fyri partapolitiskt slutur, kendist tað onkursvegna hugkveikjandi, at onkur umsíðir hevði toygt seg upp um girðingarnar í sandkassanum, og tikið støði í sínum og okkara egna mátti. Ein støðumynd:

Sohvørt sum glargrindin toyggist og krympast eystanfyri Sortudíkið, kemst man við onkran, sohvørt sum kjøtrondin prúðkast í durinum í hesum fræga mentanarskála, ið Erlendur Patursson, sáli, legði lunnarnar undir í norðurlendskari samvinnu, maðurin sum annars hevði farið um 100 ára hvarvið í viku 34, var hann uppi á døgum. Mong ganga aftur, hin gitna brigadan er altíð har, hesi, ið hava dugnað seg í handfaringini av snøggu spritabitunum, vant góman við gastronomisku eksperimentini, og hvørs kimiligu fingrar eymliga kína smekru stelkunum á víngløsunum. Sama liðið, sum eisini bóltaði sær í sævarmálanum, ta tíð man sum politikari kendi seg noyddan at møta til bæði líkt og ólíkt. Tað ráddi jú um at verða sæddur á almennum støðum. Í habitti, slipsi og blankt bustaðum svartaskóm.

Herliðið í Norðurlandahúsinum er kortini øðrvísi mannað í dag. Fleiri kend andlit kring landið, sum hava lagt lív og sál í at menna føroyska ferðavinnu í áravís, - onkur í áratíggju, hómast í foyerinum. Nýggi ferðavinnugeneralurin Guðrið Højgaard er ikki ætlanarleys, málsøkni lýsir av henni, hon veit hvat hon tosar um, og tað kennist vælsignað í hesum hugsjónar- og miðleysu tíðum at hoyra ein stovnsleiðara tosa um strategi´ir, og sum ikki hveppist við at taka eina avgerð. Roykurin stendur ramur frá eini nýggjari byrjan í ferðavinnuhøpi, og botnurin er føroyskur, vit standa nú í miðju jarðar. Jørðin er okkara. Kykmyndin, gjørd til framtakið, er strálandi, og ætlast at umboða eitt strálandi land og ferðavinnumál. Trælalyndið er sum foykt burtur. Hetta eru føroyskir handilssveinar, ikki korrumperaðir strámenn. Teir rykkja í kúlvin á klokkuni, og prúða høllin fyllist smátt um smátt hendan yrkadagin í Havn. Munur er á at verða kákstrokin, og at lata bleytu og reyðu plússsetrini súgva reyvabøllarnar í seg. Vínreyðu brósttjøldini varpa ein serligan hugna frá sær í hóskandi ljósglæmuni, - ikki sørt, at hugflogið lættir sær á hesa løtuna. Í mínum tápuliga naiviteti helt eg meg hóma eitt nationalt paradigmuskifti. Eina tjóð, sum hevði lætt sær á av nýggjum, ávegis skýloftinum, har til ber at geberda sær skilagott ímillum aðrar tjóðir á jøvnum føti.

Vónandi fer tað at eydnast rituvíkinginum í oddinum at fáa ferð á ferðavinnuna, hon tykist hava funnið konseptið, sum skal til, fyri at hetta kann gerast ein verulig alternativ vinna í Føroyum. Partapolitiski gerandisdagurin annars, soleiðis sum hann nú er skipaður, og soleiðis sum hann varð profeteraður út úr skíggjanum týskvøldið, hevur aftur syndrað mínar hugdjørvu dreymar um, at vælferðarsamfelagið yvirlivur í einum føroyskum nationalstati, fyri eitt styttri tíðarmál, ella í hvussu er soleingi sum hesir trællirnar gníggja reyvabøllarnar niður í bleytu taburettirnar, - skal eg kortini siga og staðfesta. Veruligi dreymurin um frælsa føroyska vælferðarstatin doyr ongantíð, og onki livandi menniskja skal drepa hann heldur.

Ein búskaparfrøðingur tosaði í vikuni um eina katastrofu, sum vaks í sjónarringinum, í havsbrúnni, og sum politiska skipanin ikki hevur ætlanir um at møta í eygnahædd, samsvarandi tí sum nú liggur á borðinum á Føroya løgtingi. Ongin politisk tilbúgving er sett á lunnar yvirhøvur mótvegis framtíðini, og tí sum goymir seg í henni. Politiska skipanin hevur hamskift seg sjálva til eina gemena bókhaldsskipan. Teir báðir debet og kredit ráða nú fyri borgum einsamallir - við kvíggjartúnsmanningini sum samskipara. Og hesi hava samsvarandi øllum parametrum mist tamarhaldið á støðuni. Tað gongur sjón fyri søgn.

Hvat er so áfatt í Føroyum? Finst nøkur skilagóð diagnosa? Og tað mest umráðandi, finst nakar heilivágur, nøkur vaccina, ið kann lekja hendan sjúklingin, sum fepurstungin liggur og syvjar omaná einum vakstrarpotentiali, sum ongin onnur tjóð í heimi eigur makan til?** Trupulleikin er ein generellur hjálandakulturur, sum hevur viðført ein subkultur í strámannaleiki, ið hevur sníkt seg út í at kalla allar pokur og liðir samfelagsins. Teir, ið ráða fyri borgum úti í Tinganesi, eru strámenn hjá danska politiska valdinum yvir oyggjunum. Í vinnuni, serliga í fiskivinnuni, blómar strámannaveldi fyri útlendskan kapital í ólukkumáta. Í blaðkioskunum kanst tú velja ímillum 100 donsk bløð dagliga og hvørja viku, ímeðan Gratisavísin hjá abbasoni Jústnesar í Oyndarfirði, sum tók ræði á og bjargaði donskum handilsskipi frá at ganga burtur í kolandi stormi á Hvarvinum beint fyri stríðsbyrjan, í 1939, skjótt verður einsamøll á rókunum í føroyska avísstativinum. Fólkið hyggur meira og meira eftir donskum sjónvarpi, átakið, táið teir fluttu Dag & Viku fyri eini danskari karaoke-kapping sigur alt. Børnini eru farin at tosa á donskum ímillum sín í dagstovnunum, danskt er meginmálið í samskiftinum í almennum partafeløgnum, fyri at lætta um hjá vaksandi skaranum av donskum nevndarlimum, í skúlum verða boð send aftur og fram á donskum máli, og fyri kortum ætlaði løgmálaráðharri landsins mín sann, at vit eisini skuldu gerast strámenn í egnum undirstøðukervi, táið hann ætlaði at forera listin lærdum uttanbuðamonnum hjá donskum pensiónsgrunni fleiri milliardir krónur afturfyri at gera ein tunnil undir Tangafirði. Tann stóri trupulleikin er, at vit hava mist okkum sjálvi burtur í hesum sníkjandi ákomna ágangi, og serliga stórur bági er tað, at politikarar okkara stórtrívast við at vera pedellar hjá donsku maktini í Føroyum. Visións- og hugsjónarloysi er ræðandi, og saðla teir ikki um í bræði, verður tjóðini ikki lív laðað.

Hetta strámannasyndromið er atvoldin til, at vit dragna í øllum liðum. Vit liggja væl lægri í skapan enn grannalondini, ella rættari, enn londini vit vanliga samskifta við, hvørs sferu vit halda okkum vera part av, 15-20% lægri, og tað fremur fólkaflytingina av landinum. Hendan manko´in er veruligi trupulleikin. Okkara vælferðarsamfelag er ikki líka robust sum tey hjá grannunum og tilboðini harvið lægri. Onkur heldur, frøðingarnir serliga, ið eisini skulu liva, og yvirliva, av at selja sína vitan til danska heimastýrið í Føroyum, at bara vit tøma Oyrasundskollegi´ið og møbelera samfelagið eftir tilvandum donskum normum, og fylla hesi ungmennini inn á almennu røkurnar í Havn, so er tann heilaga grøvin vælforvarað, og búskaparvøsturin kemur tá heilt av sær sjálvum. Hetta er slutur og vrøvl.

Andaligi leiðari og nestorur fólkafloksins, Óli Breckmann, segði á almennum fundi í Klaksvík fyri kortum, at Fólkaflokkurin hevði ikki ánilsi fyri, hvussu teir ætlaðu at fáa búskapin at hanga saman við verandi gongd um 20-30 ár, ella sum hann eisini málbar seg, Fólkaflokkurin vónaði bara, at vit til ta tíð høvdu funnið olju á føroyska landgrunninum, sum kundi royta okkum uppúr aftur suppudasinum, ið teir sjálvir hava komið okkum í. Altso, flokkurin sum nú stjórnar Føroyum hevur als onga samfelagsstrategi um eina framtíð, alt snýr seg bara um kaosstýring frá degi til dags. Og mr. Chance verður sitandi uttast á Nesinum, soleingi Jørgen tímir at spæla við hann og hansara margháttligu teknar, sum sita fjaðursárir uppi á Vaglinum. Kortini hoyrir tú dagliga hendan merkiliga spurningin: Er nakað alternativ til Kaj Leo?

Tað er í hvussu er eitt politiskt alternativ til ørmundarpolitikkin hjá Kaj Leo.

Andstøðan eigur, heldur enn støðugt at ganga og agera uppá premissini hjá samgonguni, serliga nú, táið Fólkaflokkurin í postsovjetiskum vinnupolitikki, har teir spakuliga tátta í kvalingarreipið, við bureaukratiskt ásetta, og einum alt eftir øðrum samfelgstørvi ásettum serskattafrymli, eru í holt við at turka seinasta dropan upp í vinnuuppdriftini, - at varpa ljós á eina vinnureformatión, sum er einasti heilivágurin, ið kann bjarga búskapinum, veksa um hann, og harvið fáa fólk at flyta higar aftur. Søguliga finst fólkavøkstur bara umvegis broyttar vinnustrukturar, eitt nú í lopinum frá landbúnaðarsamfelagnum til fiskivinnusamfelagið. Potentialið er øgiligt í tilfeinginum, og bara treytaleys stovnsrøkt, ásett eftir lív- og havfrøðiligum tilráðingum, og ein fult og heilt marknaðartreytað vinna kann fáa viðurskiftini í rættlag aftur. Allur stuðul má burturbeinast soleiðis, at rakstrareindirnar tillaga seg í tali og stødd eftir burðardyggu natúrligu og økonomisku fyritreytunum. Fiskivinnan má fáast á føroyskar hendur aftur. Takast heim úr kaotiska strámannahøpinum. Fiskimarkið varð flutt út til tess, at tryggja spísikamarið hjá føroyingum, okkum sum ynskja at búleikast í landinum, og ikki fyri at nakrir føroyskir strámenn skuldu dusa sær á havleiðunum saman við nøkrum fáum útlendskum vinnumonnum og spekulantum.

Yvirskot má fáast í rakstrargøgnini, til frama fyri manningar og reiðarar, bara soleiðis kann treytaleysa marknaðarskipanin eisini leska eigaran av Fólksins ogn, ikki ásett við sovjetsjuntinum hjá Fólkaflokkinum, men alt eftir sum marknaðurin og ikki politikararnir skipa gjaldið til tær almennu Føroyar. Eftir at Fólkaflokkurin hevur sitið við fiskivinnumálum síðani 1996, og bara hevur tikið støðið í teimum, sum eiga stálið, heldur enn í fiskastovnunum, er støðan í øllum botnfiskastovnunum katastrofal. Hyggi at avreiðingunum higartil í ár og kontinuerligt fallandi gongdini, - serliga hesi seinastu tíggju árini. Eisini eru vit í opnum stríði við øll grannalondinum um ferðandi pelagisku stovnarnar. Í Føroyum er fiskivinnupolitikur búskaparpolitikkur. Er ongin fiskivinnupolitikkur er heldur ongin búskaparpolitikkur. Og øvut. Fiskivinnan treytar í hvussu er búskapin nógv meira enn í nøkrum øðrum landi, soleiðis sum vit eru plaserað á jarðarklótuni, við einum veldugum havi so langt sum eygað røkkur og væl meiri enn tað. Fæst skil á hesum høpi, kann váðafúsi kapitalurin aftur generera pening út í aðrar og nýggjar vinnur, sum íverksetarar seta skjøtil á. Tað er takið, og tað er leiðin hjá andstøðuni. Sum frá dags dato treytaleyst skal gevast við at fyrihalda seg til tað, sum Niclasen-regime borðreiðir við av manipulerandi retorikki, sum líka so treytaleyst rennur okkum út á búskaparliga øskudungan. Brúkið politisku orkuna til at fáa tær vinnuligu Føroyar upp á rættkjøl aftur, bara tað kann bjarga okkum, - um tit flyta nakrar krónur hendan ella handan vegin á løgtingsfíggjarlógaruppskotinum broytir onki. Absolut onki.

Ein tjóðskaparlig og mentanarlig dubbing upp ímóti áganginum, sum hevur tilevnað danska strámanna homo´ið, hamskift føroyingin til eitt hvørki-individ, er bráðneyðug, og burturúr øllum hesum kann eisini fáast nationalstaturin Føroyar. Vælsignaðir andstøðumenn, standi ikki sum grátikonur, biðimenn, líkhanar, undertakarar og skinklandi rossleypar í urtagarðinum hjá samgonguni, hevjið høvdið, farið út á hvørvisteinin við visiónunum og hugsjónunum, og leggi fram boðið og vónina um tær nýggju Føroyar, sum standa tryggar á einum sterkum vinnuligum lunni, og sum samhaldsfastar gera tjóðina virðiliga at búleikast í hjá øllum. Flyti okkum frá syvjandi strálandi strálandinum til ein vinnuskansa í Republikkini Føroyar. Fríski rákin, sum eg helt meg tevja í Norðurlandahúsinum í viku 33, eigur at vera knæsettur í øllum liðum samfelagsins.

Er andstøðan ikki alternativið er onki alternativ. Fólkaflokkurin er vorðin ein postsovjetiskur sambandsflokkur, nú flokkurin mælir til at hækka ríkisveitingina tey næstu árini, samstundis sum teir eru farnir í holt við at kvala vinnuligu uppdriftina við bureaukratiskt ásettum og vaksandi serskattum. Sambandsflokkurin er tað, sum hann altíð hevur verið – “den politiske umoral sat i system” – og loftsnældan, Miðflokkurin, definerast ikki politiskt longur. Nú hetta blaðið kemur á gøtuna, er dastið farið av viðgerðini um uppskotið hjá Jørgen, og brúka tit ikki høvið, til tess at hvessa replikkirnar og lyfta parlamenteranina uppá eitt ideologiskt støði, viðgera spurningin um hvønn vegin Føroyar skulu fara í ókomnum døgum, fyri at standa seg í kappingini við teir bestu í heimi, so hevur eisini andstøðan spælt fallit, og hevur tá prógvað, at eisini hon trívist við at vera parlamentariskur húsavørður hjá donksu statsmaktini í Føroyum.