Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ovast Linda Petersen, til vinstru Anna Sofía Mellemgaard, til høgru Rakul Petersen, niðast Margit Justinussen

Systrar bjóða til móttøku í sambandi við nýggja fløgu

Allar eru tær royndir sangarar, bæði tá tað kemur til solosang, kórsang og í øðrum samanhangi. Fleiri hava tær gjørt løg og skrivað tekstir í hópatali, eins og verið við í nógvum framførslum og tónleikaútgávum. Nú hava tær fyrstu ferð givið egna fløgu út undir sjálvsagda heitinum "Systrar", sum í hesum døgum fæst í sølubúðunum kring landið.

Móttøka í sambandi við útgávuna verður í Evangeliihúsinum leygardagin millum klokkan 15 og 17, har systrarnar millum annað fara á pall at framføra nakrar av nýútkomnu sangunum. Ein nýggj og spennandi føroyska fløga er í hesum døgum komin í sølubúðirnar. Talan er um bólkin “Systrar”, ið eru komnar við síni fyrstu fløguútgávu, sum í stóran mun inniheldur egin løg og tekstir.

Tað eru tær tær fýra systrarnar, Anna Sofía Mellemgaard, Margit Justinussen, Linda Petersen og Rakul Petersen, sum allar eru royndar innan sang og tónleik, ið hava gjørt gamla dreymin til veruleika at geva út sína egnu fløgu. Í sambandi við fløguútgávuna verður móttøka í Evangeliihúsinum leygardagin 18. oktober frá klokkan 15-17, har tað verður okkurt leskiligt at fáa, og har “Systrar” fara at framføra nakrar av sangunum á nýggju fløguni á palli.

Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna. Nevnast kann, at systrarnar hava luttikið á fløguútgávum hjá so frægum sangarum og tónleikarum sum Russ Taff, Halli Joensen, M.C. Restorff, Bárði Johannesen, Heina Lützen, Regini Guttesen, Malin Zachariassen, Jan Zachariassen og bólkinum 4.

Av øðrum upplýsingum um drúgvu sangroyndirnar hjá systrunum, eigur Anna Sofía jólasangin, "Friður á jørð", ið hevur verið sera nógv spældur í útvarpinum. Margit syngur sangin, “Góðir vinir”, á fløguni hjá M.C. Restorff, ið somuleiðis hevur verið nógv at hoyra. Sangirnir á fløguútgávuni hjá “Systrar” eru sprotnir úr egnum lívi og snúgva seg um gleði, sorg, kærleika, lívsroyndir og Guds gávur og trúfesti.

11 av 13 sangunum eru egið tilfar, sum tær tríggjar Anna Sofía, Rakul, Linda og maður Annu Sofíu, Henrik Mellemgaard, hava gjørt. Hinar báðar sangirnar hava Lina Sandell og Per-Olof (Pelle) Karlsson skrivað. Umframt at systrarnar sjálvar syngja á fløguni, er pápi teirra, Theodor Petersen, við í einari duett.

Theodor hevur sjálvur á baki tvær tónleikaútgávur, sum komu í 1982 og 2008. Á seinastu útgávu hansara syngja døtrarnar bakrøddir, eins og Margit í einum av sangunum er at hoyra í duett saman við pápanum. Sjangran á fløguni er ein blandingur av gospel, popp, popp-rock, singersongwriter og balladum.

Um uppvøksturin siga tær fýra systrarnar, at tær koma úr einum heimi, har sangur og tónleikur altíð hava fylt nógv. Líka frá tí tær vóru smágentur, hava tær sungið saman, og sangur og tónleikur hevur sostatt altíð verið stórur partur av gerandisdegi teirra, bæði heima og úti. Sangin, tónleikin og trúnna á Gud hava tær fingið ígjøgnum foreldur og ættarliðunum framanundan teimum. Tað er ikki hvør sum helst, sum hevur hjálpt systrunum at gera dreymin til veruleika.

Høvuðsmaðurin handan framleiðsluna av fløguni er dugnaligi framleiðarin, Jákup Zachariassen, meðan kendi tónleikaframleiðarin, Óli Poulsen, hevur miksað og mastrað fløguna. Løgini hava systrarnar arrangerað saman við Jákupi Zachariassen.

Fakta um “Systrar”

- Anna Sofía Mellemgaard er studentaskúlalærari í lívfrøði og tónleiki og mamma at fimm børnum. - Margit Justinussen er sjúkrarrøktarfrøðingur og mamma at trimum børnum - Linda Petersen lesur sálarfrøði í Odense - Rakul Petersen er útbúgvin innan ferðavinnu og arbeiðir innan føroyska ferðavinnu Lesið meira á www.systrar.fo