Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Syndarlig arbeiðsvanlukka

Í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni.
 
Mynd: Niclas Jessen 

Í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni.
Ein dumpari bakkaði útav ovarliga í grótbrotinum, har hann skuldi vippa eitt less av.

Av enn ókendum orsøkum fer dumparin á glið niður eftur skráanum, og endar á takinum í einum 3 metra djúpum hyli.

Sjúkrabilur, sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vóru skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at ikki var lætt at bjarga føraranum,  tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons og trupult var sleppa tætt at vanlukkustaðnum.

Førarin – ein 73 ára gamal maður – bleiv staðfestur deyður á staðnum, eftir at hann var bjargaður út úr førarahúsinum.

Arbeiðseftirliið og politiið gera nærri kanningar av óhappinum.

Avvarðandi eru kunnaði.