Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Svøriki lækkar skattin enn meira

Svenskarar lækka teirra skattatrýst. Danmark stendur framvegis á fyrsta plássi, við hægsta skattatrýstinum í heiminum.

Svøriki og Danmark hava altíð kappast um at hava hægsta skattatrýst í heiminum.

Men nú tykist tað sum, at svenskarirnir taka frástøðu frá tí danska skattatrýstinum. Sviar lækka nevnliga skattatrýstið.

Sambært eini greining frá tí borgarliga stovninum Cepos, fer skattamunurin millum Svøriki og Danmark at økjast enn meira tey komandi árini, har Svøriki kemur at hava væl lægri skattatrýst.

Øktur arbeiðsfrádráttur

Danskir politikarar fara at økja um skattatrýsti frá 2011 til 2013. Hetta er gjørt umvegis m.a. endurreisingarpakkan, várpakkan og umvegis fíggjarlógina. Hetta hevur ført við sær, at skattatrýstið í 2013 fer at gerast 48,7 prosent í mun til BTÚ. Harumframt hevur forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt boðað frá øktum skatta.- og avgjaldstrýsti komandi árini.

Hetta hendir, meðan svenskar boð frá, at teirra skattatrýst kemur at liggja á 43,9 prosent av BTÚ í 2013. Ein munur á 4,8 prosent, sum m.a. kemst av, at svenskarar fara at lækka partafelagsskattin og í fleiri umførðum hava økt um arbeiðsfrádráttin fyri løntakarar.

Bæði í vinnuni og hjá teimum borgarligu í Danmark heitir man á, at læra av svenskarum.

Læra av Svium

“Næsta ár fer tann svenski partafelagsskatturin at verða lægri enn tann í Danmark. Tískil gerst Svøriki meira áhugavert enn Danmark í mun til útlendskar íløgur. Man eigur at læra av svenskarum, sum eisini væntast at hava nógv hægri vakstrarratur tey komandi árini enn tær í Danmark”, sigur leiðandi búskaparfrøðingur hjá Cepos, Mads Lundby Hansen.

Skattatrýstið í Føroyum

Skattatrýstið verður vanliga roknað sum samlað skattainnkrevjing sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni. Føroyska skattatrýstið var í 2008 gjørt upp til 47,4 prosent, meðan tað í 2010 var 44,2 prosent. Tølin fyri 2011 eru ikki tøk enn. Áhugavert hevði eisini verið at sæð metingar fyri 2012, men ongar metingar gjørdar um hetta.

Kelda: www.industry.fo , www.epn.dk og www.hagstova.fo