Svínoyingar fáa nú sóttreinsað drekkivatn
Komandi vikurnar verður eitt fullfíggjað vatnverk sett upp í Svínoy, soleiðis at svínoyingar við ársenda 2011 skulu fáa sóttreinsað drekkivatn heima við hús.
Eitt av grundleggjandi krøvunum til kommunurnar á tekniska økinum er veitingin av reinum vatni til borgararnar í kommununi, og brúkti Klaksvíkar Býráð fyri nøkrum árum síðan stórar milliónaupphæddir til útbyggingar av vatnveitingini.
Hetta gav ta úrslit, at Klaksvíkar Kommuna sum ein tann fyrsta í landinum veitti sóttreinsað drekkivatn til allar sínar borgarar.
1. januar 2005 løgdu Mikladals Kommuna og Klaksvíkar Kommuna saman í eina kommunu, og í desember 2007 varð íløgan í vatnveiting og reinsiverk til Mikladals og Trøllanes tikin í brúk, sum tryggjar íbúgvunum har sóttreinsað drekkivatn.
1. januar 2009 løgdu Svínoyar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna somuleiðis saman í eina kommunu, og í inniverandi fíggjarætlan fyri 2011 hevur býráðið sett pening av til tær íløgur, sum krevjast fyri at veita svínoyingum sóttreinsað drekkivatn.
Jóhan við Neyst, leiðari fyri Vatndeild kommununnar, upplýsir, at avtala er gjørd við fyritøkuna Nomatek.
- Nomatek skal seta upp eitt fullfíggjað vatnverk eysturi í Hvilt, við tveimum sandfiltrum og einum UV filtri.
- Vatnverkið kemur at veita 15000 litrar av drekkivatni um tíman oman í vatngoymsluna, sum tekur um 30.000 litrar.
- Rávatnið til nýggja vatnverkið verður tikið úr Myllánni, har ein nýggj vatntøka í løtuni verður gjørd, sigur Jóhan við Neyst, sum eisini upplýsir, at hetta arbeiði verður framt av fólki á staðnum, har staðbundni maðurin í Svínoy, Eyðun Jacobsen, stendur fyri arbeiðinum.
Fólkatalið í Svínoy er tilsamans um 39, men tað vitja nógv fólk út hagar um summari og á ymiskum hátíðum.
Kelda: www.Klaksvik.fo