Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Svínoyingar drekka nú sóttreinsað vatn

Um ársskiftið varð seinasta hond løgd á sóttreinsaða vatnveiting til svínoyingar, og nú rennur sóttreinsað vatn úr vatnkránunum í Svínoy, upplýsir Jóhan við Neyst, leiðari á Vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu.

Eitt av grundleggjandi krøvunum til kommunurnar á tekniska økinum er veitingin av reinum vatni til borgararnar í kommununi, og brúkti Klaksvíkar Býráð fyri nøkrum árum síðan stórar milliónaupphæddir til útbyggingar av vatnveitingini.

Hetta gav ta úrslit, at Klaksvíkar kommuna sum ein tann fyrsta í landinum veitti sóttreinsað drekkivatn til allar sínar borgarar, og so hvørt sum nýggjar oyggjar og bygdir eru blivnar partur av kommununi, hevur verið arbeitt miðvíst fyri somu vatngóðsku til allar borgarar.

1. januar 2005 løgdu Mikladals kommuna og Klaksvíkar kommuna saman í eina kommunu, og í desember 2007 varð íløgan í vatnveiting og reinsiverk til Mikladals og Trøllanes tikin í brúk, sum tryggjar íbúgvunum har sóttreinsað drekkivatn.

1. januar 2009 løgdu Svínoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna somuleiðis saman í eina kommunu, og í fíggjarætlanini fyri 2011 setti býráðið pening av til tær íløgur, sum krevjast fyri at veita svínoyingum sóttreinsað drekkivatn.

Jóhan við Neyst, leiðari fyri Vatndeild kommununnar, upplýsir, at avtala varð gjørd við fyritøkuna Nomatek, sum í samstarvi við fyritøkuna El-Pro í Klaksvík hevur sett upp eitt fullfíggjað vatnverk eysturi í Hvilt, við tveimum sandfiltrum og einum UV filtri.

- Vatnverkið veitir 15000 litrar av drekkivatni um tíman oman í vatngoymsluna, sum tekur um 60.000 litrar.

- Rávatnið til nýggja vatnverkið verður tikið úr Myllánni, har ein nýggj vatntøka er gjørd, sigur Jóhan við Neyst, sum eisini upplýsir, at hetta arbeiði er framt av fólki á staðnum undir leiðslu av staðbundna manninum í Svínoy, Eyðun Jacobsen.

Um ársskiftið og fyrstu dagarnar í januar varð seinasta hond løgd á hetta arbeiðið, og nú er komið á mál, soleiðis at vatnið, sum rennur í kránunum í Svínoy verður reinsað sambært galdandi reglum og lýkur øll krøv, upplýsir Jóhan við Neyst, leiðari á Vatndeild kommununnar.

Fólkatalið í Svínoy er tilsamans um 40, men tað vitja nógv fólk út hagar um summari og á ymiskum hátíðum.