Svik, svindil og bedrag
Mær vitandi kundu vit á mínum ungu árum loyva okkum at trúgva tí, ið var ført fram av álitisfólki, eitt nú læknum, leiðandi politikarum, religiøsum leiðarum og bankafólki, bert fyri at nevna nøkur fá fólk í týðandi størvum.
Men hvussu er vorðið nú? Nú kanst tú ikki líta á nakran: læknar eru bundnir at medisinalídnaðinum, tá um medisin ræður, og alt ov mong fáa medisin, ið tey ikki átti at fingið m.a. medisin fyri DAMP. Sjálvt medisinalhandbøkurnar eru fíggjaðar og lagdar til rættis av medisinalídnaðinum, so her stýrir profitturin. Óhugnaligt.
Politikararnir lúgva, sum fuglurin flýgur. Langgaard - ólukkudýrið - krýpir til krossin í Dimmu í gjár og sigur: Eg seldi eina lygn. Um hatta hevði verið einasta lygnin, so var væl sloppið, tí lygnirnar frá valagitatiónini sæð í ljósinum av samgonguúrslitinum eru ræðandi - og fleiri fara at koma so við og við.
Kinesararnir siga, at samvitskan er fýrkantað og melur runt inni í høvdinum, tá logið verður, so mann fær ilt fyrstu, aðru og triðju ferð logið verður, men so dregur frá, tí spísku hornini verða avrundaði so við og við, som logið verður, og at enda eru hornini so mikið rundaði, at mann ikki følir nakað , og tað sær út, sum um nógvir politikkarar eru komnir á tað runda støðið har lygnirnar pínuleysar kunnu streyma út til og yvir fjøldina.
Politikkararnir hava opinbart gjørt ov lítið, tí studenturin blívur við at siga, at skattaumleggingin er framd fyri at fáa fólk at arbeiða meira. Ið hvussu so er og ikki, so fær sami studentur og hansara javnlíkar í landsstýrinum eini 6. - 7.000 kr. meira um mðr nú, og tað svarar til uml. 80.000 kr. um árið, sum teir annars skuldu arbeitt eini 175.000 kr. fyri brutto fyri at kunnað fingið. Skal Kaj Leo til at renna meira fyri pengarnir, ella hvussu? Politikararnir, ið stýra landinum nú, mugu sigast at vera fullkomuliga uttan trúðvirði. Áður spentu politikkararnir seg fyri hugsjónina, nú spenna teir hugsjónina fyri egin áhugamál. Úrslitið er hareftir. So her stýrir profitturin eisini.
Tey høgrareligiøsu hava kanska altíð dansað um gullkálvin, men nú ber av. Tí tey vísa seg at vera fundamentið undir høgraradikalu og kryptofascistisku samgonguni, sum í peningagreði hevur vent boðskapinum á høvdið , og sum hevur lagt seg eftir at eyðræna vanliga fólkið enn meira. Soleiðis hava vit sæð tað áður, at sama slagi altíð hevur runnið eftir og stuðla øllum slagi av høgrapakki kring allan knøttin. Sum tey vóru von at siga fyrr, tá okkurt skeivt varð gjørt: Hatta mást tú ikki, tí Jesus pápi grætur. Um hann græt tá, so grætur allur Himmalin nú. - Og sjálvandi er tað eisini í hesum førinum profitturin, ið stýrir teimum religiøsu. Guð verður spentur fyri gullvognin, og tað riggar - at síggja til - heilt væl. Men har er eitt men.
Áður kundi tú líta á ein banka. Hann hevði nakrar innláns- og útlánsuppgávur, sum hann røkti. Og bankin visti, hvør tú var, og tú visti hvør bankin var. So burtursæð frá Sjóvinnubankanum, sum ein fólkafloksformaður koyrdi á heysin fyrst í -50-unum, so var álit allan vegin runt. Men hvat er nú hent? Hvør kann nú stóla á ein banka? Svik, svindil og bedrag er vorðin hvønndagskostur. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fáa teir, ið koyra ein banka á heysin fleiri mill.og hartil góð størv - afturfyri?
Eg seldi eina lygn, segði Langgaard. Hvør seldi hinar? Og hvør selur lygnirnar nú: læknin, politikkarin, religiøsi leiðarin, bankin ella onkur fimti, sætti, sjeyndi...........ella?
Kanska áttu vit at tikið eina uppgerð við allar hesar lygnir, ið allar hava profit sum høvuðsgrundarlag, og í staðin sett tað at vera menniskjansligur í einum solidariskum anda í hásæti í staðin fyri. Kanska Jesupápi tá hevði sent okkum eitt lítið smíl. Hvør veit?
Dagfinnur Danbjørg.