Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hetta verður ikki viðgjørt av Kringvarpinum: Svik og svans

Dan Klein --- 09.07.2017 - 09:54

- Nótaskipini hava eitt yvirskot, sum er fimm ferðir tað, sum væl riknar fyritøkur annars hava. Eingin, trýr uppá, at tey, ið vara av føroysku fiskivinnuni, eru fimm ferðir so dugnalig, sum tey hjá til t.d. Maersk.

Grein úr Oyggjatíðindum, 16. januar 2015

Soleiðis segði Kári Petersen, búskaparfrøðingur, við Dag og Viku, har tosað varð um eina framtíðar skipan av føroysku fiskivinnuni. Tíðindini, sum byrjaðu í útvarpinum, sunnudagin og hildu fram næstu dagarnar, virkaðu at vera orkistreraði av andstøðuni, sum sýnist ikki at góðtaka, at “Ogn Føroya fólks”, endar í lummunum hjá nøkrum fáum reiðarum.

Í nøkur ár hevur hesin búskaparfrøðingurin tosað um hetta sama, og fyrrverandi fiskivinnustjórin í Tinganesi, Kjartan Hoydal, hevur ongantíð verið langt burturi, so tað kann ikki sigast at vera nøkur tilvild, at teir báðir trónaðu fram í almennu rásini, við sama boðskapi, sum ikki var ólíkur einari matstovu-býlegging.

Er tað nakað, sum kann sameina tjóðina, so kemur hetta til sjóndar, tá onkur tekur sær rættin til ognarlutin, sum øll eiga, og ríkar seg upp, uttan at lata nevnivert dropa á hini. Hetta er kapitalisma, sum í veruleikanum fær fiskiloyvini fyri onki, og tað gevur órógv í Ekko-dalinum, og skuldsetingar um stuldur og kradd.

Politiskt er tað Fólkaflokkurin, sum hevur slóðað fyri hesum konseptinum, men onnur konseptir eru eisini. T.d. upplivdu vit konseptið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, sum vildu yvirtaka “Ogn Føroya Fólks” longu í áttatiárunum.  

Hesir flokkar sita í dag í andstøðu.

Einasti munurin í teimum trimum konseptunum millum politisku flokkarnar er, at Fólkaflokkurin vil hava, at reiðararnir framhaldandi skulu sita ókeypis á “Fólksins ogn”, Javnaðarflokkurin vil hava ræðisrættin av ognarlutinum, at luta út, sum ein partur av sosiala konseptinum, og Tjóðveldi vil hava “Fólksins ogn”, sum stýringsamboð og blanko-kekk til sína egnu politisku makt.

Tað merkir bara ikki, at “Fólkains ogn” endar sum felags ágóði, sum annars var grundarlagið fyri at skræða ognarlutin frá Fámannaveldinum, tí ognarluturin verður tikin frá einum privatum fámannaveldi, yvir í eitt politiskt fámannaveldi.

Her skulu vit tó ikki taka øll yvir ein kamb á sokallaða frælsis- ella sjálvstýrisveinginum, tað eru sjálvandi ikki øll, sum elska maktina, bara fyri at fáa maktina yvir onnur, men vit vita t.d., at sokallaðir mannarættindaflokkar, beinleiðis taka undir við kúging av pressufrælsinum, og frælsinum generelt, og politiskir flokkar trívast heldur ikki uttan sosiala elendigheit, og har hendan elendigheitin ikki er í nóg stóran mun, skapa tey hesar støður.

Áttatiárini høvdu sama endamál, at gera tað møguligt hjá ikki múgvandi fólki, at skapa sær møguleikar, sum reiðarar og vinnulívsfólk uttan kapital. Leikluturin fyri hesum kann førast aftur til andstøðuna í dag. Í kjalavørrinum av áttatiárunum, fingu vit skipagøluna í nítiárunum. Fyri at rættvísgera lógarbrotini, løgdu reiðarar og aðrir íleggjarar lógarkravdu 10 prosentini í eginpeningi omaná skipaprísin.

Sjálvt um hetta var eitt sosialistiskt átak, so tordi táverandi politiski leiðarin, Atli P. Dam, sáli, ikki at halda fólkafloksreiðarunum uttanfyri, og fyri táverandi fiskivinnustjóran í Tinganesi, Kjartan Hoydal, mundi tað vera greitt, at støðan skapti júst rætta “koktailin” til politisku bumbuna, sum fekk samfelagið at koppa, og so kundi okkurt annað skapast úr hurlivasanum.

Hetta skipa-konsept var ikki bara svik, men hetta var greið ábending um, at skipini, vinnutólini, “eydnuhjólið”, ella hvat hetta í dag kann kallast, ikki bar íløguni uppi, og mátti søkka, og sakk. Oftast varð íløgan tikin útaftur líka so skjótt fíggingin var komin í hús.

Tað vóru naivir politikarar, sum ikki gjørdu tað av øðrum orsøkum enn misskiltari hugsjón, eisini av misskiltari nationalismu, men teir durkdrivnu við maktini í Tinganesi, vóru ikki speidaradreingir. Teir vistu, at konseptið kom at ríka summi, meðan onnur fóru á húsagang, men endamálið var, at alt samfelagið mátti fara á heysin fyri síðani at reisa seg aftur, sum fuglurin Fønix, men andaði við at gerast nækni keisarin, sum aftaná áttatiárini leitaði sær í skuggan, men í dag er kasarin so komin framaftur. 

Endamálið er bara fyri summi, at lata “Ogn Føroya Fólks” til fólki, men fyri tey fáu, sum í dag siga, at fiskivinnustruktururin verður umsitin av einum fámannaveldi, kann støðan í veruleikanum vera so einføld, sum at taka maktina yvir “Ogn Føroya Fólks”, og so royna áttatiára-konseptið umaftur, har ung við árræði men ongum pengum, fáa møguleikan at taka yvir vinnutólini frá privata fámannaveldinum, yvir í eitt politiskt fámannaveldi.

Og her skal so landskassin hava glúpin undir teimum, sum ikki evna uppgávuna í vinnulívinum, har pengarnir ikki beinleiðis verða brúktir av politiskum kreftum, at klóra seg til maktina Men tá verða eisini pengar til tey, sum lýða harraboð. “Rætta listin” fær pengar, skúlaskipanin fær pengar og stýring; tað sama við kirkjuni, og øðrum almennum stovnum. Pressan fær pengar og pressufrælsi innanfyri karmarnar hjá maktini, sum takk fyri lýdni, verða pengar stroyddir út yvir røttu bøkkarnar, sum fáa floksskipanina at blomstra.

Fyri summi er talan um eitt sosialistiskt paradís, fyri onnur er hetta vegurin til glætan. Lat okkum tó fyri ein ordans skyld lýsa støðuna frá áttatiárunum.

Meira seinni...

Linkurin til næstu greinina: http://www.oyggjatidindi.com/hann+misti+maktina+men+hevur+dreymin.html