Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SVF sjálvbestaltað dómsvald, og dømir uttan prógv!

Jørgin helt tíðindafund á 45 ára degnum. Tað kom hann sum vænta væl frá. Men synd at siga, at pressan, sum hevur arbeitt við málinum í 30 dagar, gjørdi tað sama.

Nú leveraði Jørgin pappír uppá tað, sum sagt var í klagu til fjølmiðlanevnd og KVF. Tí hevði eg vænta, at fjølmiðlarnir høvdu sett seg inn í málið. Men staðfestast má, at fjølmiðlarnir vita líka lítið/nógv, sum teir vistu áðrenn jól.

Legði til merkis, at fjølmiðlarnir ikki vita hvat tollkredittur er. Teir skilja ikki, hvør hevur ábyrgdina av goymsluni. Teir skilja ikki, at Skipafelagið leigaði goymslupláss, og at nevndur persónur arbeiddi fyri Skipafelagið, hóast hann fekk løn frá N Niclassen. N Niclassen fekk hetta endurrinda frá Skipafelagnum.

Eisini tráspurdu tey upp í saman um Jørgin kannaði tollkredit og um til ber at gera roknskap tá tú ikki veit um tú hevur tollkreditt.

Syndarliga býttir spurningar. Onkur hendinga skilagóður spurningur var. Men til eitt ”stórt” mál var hetta út av lagið vánaligt.

Fyri at hjálpa dugnaleysum journalistum vil eg siga tykkum hvat tit skulu gera!

Fyri at prógva sínar pástandir tørvar Portalurin og KVF:

1 Avtala um tollkredit frá 1983, sum sigur, hvussu tollkreditturin kann/skal uppsigast!

2 Skriv frá Tollstovuni til P/F Niclassen, dagfest januar 1988, sum sigur frá, at tollkreditturin er uppsagdur.

3 Skriv frá Tollstovuni til avgreiðsluna hjá Skipafelagnum í Sørvági dagfest 29/1-1988

4 Grundgeving fyri, at tollkreditturin var uppsagdur 29 januar 1988, og trygdin innheintað í 1993!

AD 1. Hetta fyri at staðfesta, um Tollstovan hevur sagt upp tollkredittin lógliga AD 2. Tað finst einki prógv fyri, at nakað bræv nakrantíð er sent til P/F Niclasen. Heldur er tað nakað sum bendur á, at Tollstovan einki skriv hevur sent til P/F Niclasen. Um brævið ongantíð er sent til P/F Niclasen, er tollkreditturin ongantíð uppsagdur!

”AVHOYRDI 1, SEGÐI í politirapport: Um ein tollkredittur verður afturtikin, fáa øll tollumráði í Føroyum boð um avgerðina. Tann, sum hevur fingið tollkredittin, fær eisini boð um hetta.” Tí eru vit noydd at trúgva, at Tollkreditturin ongantíð er uppsagdur! P/f Niclassen skyldaði eisini fyri vøru frá øðrum flutningsfeløgum. Tey høvdu tí neyvan fingið nøkur boð heldur.

AD 3. Hetta fyri at vita, um avgreiðslan í Sørvági veruliga hevur fingið hetta bræv. Sambært Sosialinum, finst brævið dagfest januar 1988 frá Taks til Skipafelagið, ikki, men er bert nevnt í skrivi frá Taks 23 august 1993. Tó hava vit hoyrt okkurt um, at Skipafelagið bleiv dømt at gjalda tað, sum manglaði í, og tí hevur rætturin eina ferð mett at Skipafelagið visti okkurt. Men vit tosa um eitt annað felag og tí vita vit ikki júst hvat hendi har og grundgevingingarnar.

AD4. Trygdin var innheintað í 1993 og ikki í 1988, tá tollkreditturin var uppsagdur. Her er okkurt heilt galið!!

Ivasamt um Gjaldstovan/Taks/Tollstovan, hava tamarhald á støðuni! Hvussu skal P/F Niclasen halda annað enn at tollkreditturin er galdandi?

Hetta hevur týdning fyri Portalin og KVF, tí um tey ikki hava hesi skjøl kunnu tey ikki skjalprógva sínar pástandir og so tapa tey í rættinum og í fjølmiðlakærunevndini. Próvbyrðan er tykkara, Sum í filminum “Wulf on Wall Street” verður talan um A Grenada.

§7 í gomlu lógini

Portalurin spurdi um § 7 í gomlu lógini var brotin. Fútin visti á, at um lógin var brotin, so kundi revsingin verða bót. Tí var málið fyrnað. Vanliga er fyrningarfreistin 5 ár. T.v.s., at hetta er áðrenn Jørgin verður stjóri. Tí hevur hetta ongan týdning í hesum føri! Jørgin hevur ikki brotið §7. Viðmerkjast skal, at fútin bert tosaði við Tollstovuna. Tollstovan hevði so vánalig prógv, at ikki var neyðugt at spyrja N Niclasen. Og fútin gevur ikki svar uppá um tollkreditturin var uppsagdur. Tí kunnu Portalurin, KVF ella vit onnur, ikki út frá tí fútin sigur, staðfesta, at lógarbrot, uttan revsiheimild, er framt!

”Hóttan frá sakførara”

KVF spurdi um hóttan frá advokati, í samband við fyrstu greinina. Til tað er at siga, at Portalurin fekk upplýst, at tað ikki var samsvar millum greinina og tað, sum stóð í skjølunum. Tað er bagvaskelse. Og tað kunnu journalistar eins og øll onnur dømast fyri. Tað hevur ikki týdning, um advokaturin ringdi vegna seg sjálvan ella onkran annan! Men tað hevur týdning, hvat adovkaturin segði!!

Dan Klein segði, at hann meira enn einaferð hevur verið dømdur fyri at endurgeva navngivnan persón. Sjálvt um keldan møtti í rættinum og segði, at tað var hann, sum var komin við útsøgnini, og at hann meinti tað, so bleiv Dan dømdur í hansara stað. Dan meinti, at rætturin dømdi skeivt. Hann var bara boðberin, og journalistar eru frítiknir ábyrgd, sum boðberar fyri onnur navngivin, sambært ST.

Vit eiga tó at skilja hetta soleiðis, at rætturin sostatt fyrr hevur átalað og dømt journalist fyri at endurgeva ”ógrundaðar” ákærur, uttan mun til um tann skeivi varð dømdur, so kunnu hesir journalistarnir ikki krøkja síni úttalilsir uppá onnur. Straffilógin er eisini galdandi fyri journalistar, sum annars ikki kunnu vísa á, at talan er um endurgeving frá navngivnum keldum, og góður fjølmiðlasiður setur ikki straffilógina til síðis. Tí er skilagott hjá journalistum at dokumentera pástandir heldur enn at gambla við, at eingin tímur at stevna fyri ærumeiðing longur.

SVF dømur einvegis

SVF hevur gjørt seg sjálvan til dómsvald. Tað er keðiligt at teir døma uttan prógv! Í D&V mánakvøldið segði KVF,

1. Tollararnir bjargaðu felagnum

2. Tað er stjórin í P/F N Niclassen sum avgerð, nær vøran skal niðan í handilin.

3. .. Jørgin avgerð, at tað er ótolla vøra sum fer um diskin hjá N Niclassen

4. Málið skuldi verði byrja langt áðrenn(sigur Taks í Havn)

5. Jørgin misbrúkt møguliga sína støðu sum umsitari av goymslu hjá Føroyaleiðin og stjóri í N Niclassen

6. Tollarar avhoyrdir, sum byrjaðu karrieruna kjallara hjá Niclassen

7. Tollari segði við goymslumann um manglandi tolling í 89, 90, 91, men skrivar onga frágreiðing. Í 1989 segði hann við Jørgin, at nú mást tú fáa skil á hesum

8. Goymslumaður kroystur, Niclassen familian rindaði honum løn

9. Í 1993 segði ein tollari: Tað er einki skil á.

10. Niðurstøðan hjá fútanum

Hetta er einvegis tíðindaflutningur. Hetta er ósakligt. Hetta eru pástandir, sum eingin dokumentatión er fyri. Jørgin hevur greitt frá, hví hesi 10 dømi ikki eru røtt, men bleiv tað hvørki nevnt ella mótprógvað!

Hetta er ósakligt og einvegis. Men hvussu skal ein journalistur skilja tað.

Og ”tíðindi” vóru serverað av sama manni, sum gjørdi sending um Brandfellu og Skálafjarðartunnil. Er tað álitisvekjandi? Gott at nýggjasta trúvirðiskanningin ikki varð gjørd millum meira tilkomin fólk. Um KVF ikki megnar at svara spurningunum ovast í greinini, so eru allar hesar skuldsetingar uttan prógv. Og tann sum gitur, hann lýgur!

Skemt til síðis

Vitjaði PMR leygardagin, og vit filosoferaðu eitt sindur:

At fara eftir Jørgin, og velja eitt mál úr rúgvuni, har hann spælir fríur. So skal man minst hava lært til journalist.

Dan fór í fongsul fyri at skriva at eingin eginpeningur var til. Portalurin og KVF fara í fongsul fyri at skriva at Jørgin er jassur. Sannleikin er illa lýddur.

Sigst, at tey í KVF, eins og danska hondbóltslandsliðið, eru byrja at spæla Svarti-Per.

Vit báðir hava dámt Jailhouse Rock við Presley so langt aftur vit minnast.

Eivind Jacobsen

Strendur