Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Svartkalvatúrurin hesaferð gav nakað meir enn seinasta ár

Dan Klein --- 07.07.2018 - 08:00

Í tíðarskeiðnum frá 23. mai til 3. juni var Magnus Heinason árliga svartkalvatúrin kring Føroyar. Veðrið var av tí besta, og túrurin gav sløk 15 tons. 

Tó at nøgdin er nakað minni enn farin ár, var tað lutfalsliga meira svartkalvi í hvørjum háli samanborið við seinasta ár. 148 magar vóru kannaðir og 527 nytrar (mynd) vóru tiknar til aldursgreining. 

Nakrir sjáldsamir fiskar vórðu funnir, millum annað ein lítli tussafiskur: http://www.hav.fo/fiskalisti/index.php/L%C3%ADtli_tussafiskur

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2018/FRAG1824.pdf