
Randi Ward lýsir lívið við myndum og orðum
Ummæli: Dan Klein, journalistur
- John Taylor, lýsir m.a. í sínum ummæli av yrkingarsavninum hjá Randi Ward, ”Whipstitches”, at kavi sjáldan bara er kavi, sum broomsedge, eitt slag av ókrúti, sjáldan bara er ókrút. Vit kunnu leggja eina rúgvu aftrat, skullu vit seta orð á yrkingarnar og myndagávurnar hendan kvinnan hevur, at ríka okkum øll við.
Randi Ward, er nakað heilt serligt. Hon er egin, men hon hevur sett sínar føtur á trygga grund, og gongur ikki uppá kompromiir við listini. Men hvør er hesin úrmælingur?
Tað var tilvildin, ið gjørdi, at eg kom at kenna Randi Ward. Ikki sum listakvinnu, men sum ”næmingur” í lestrarørindum í Føroyum.
Hevði tá ikki hóming av, at hon longu tá hevði tikið sína bachelor, og var í Føroyum at fáa sær størri kunnleika um okkara og aðrar mentanir.
Seinni kom eg at kenna aðrar síður av Randi Ward. Tað vísti seg, at hon var ein sera dugnalig listakvinna við serligum evnum, at eygleiða rundan um seg. Tað fekk eg at síggja við teimum myndum, hon tók, og tær yrkingar hon gjørdi.
Hon sá ta vakra í tí gamla, brúkta, slitna, rustna ella pillrotna, og vildi lofta søguni á myndini: tekjuna, hjallin, ella bátin, áðrenn alt smokkaði saman, til bara eitt minni.
Nú hevur Randi Ward, givið út yrkingarsavnið, ”Whipstitches”. Savnið hevur eina stødd, sum er minni enn hálv A4 síða, og ógvuliga handig, at hava við sær, taka fram og lesa burturúr. Ikki óvæntað er forsíðan av einari grasfløtu við einari rúgvu av “ballingum”, græs, sum er rulla saman í plastikk, til vetrar fóður til seyðin.
Longu her “tirrar” Randi lesaran, men tað gerst betur og betur, longu inn í savnið yrkjarin fer við okkum.
Randi vísir okkum, at slangan (sniðilin) eisini livir í aðrari náttúru og umstøðum, og skiftir ham millum órudd og hættisligt eldherjandi umhvørvi. Tað er hennara máti at lýsa, at støðan millum menniskju og dýr kanska ikki eru so imisk metaforiskt.
Kaninin allastaðni, yrkir hon eisini: Líka mikið hvar eg hvíli høvdið , ein búr-kanin etir hana upp. At føla seg innstongda uttan at koma víðari, hava tey flestu helst oftani upplivað, men mátin at lýsa slíkar støður uppá er heilt óvanligur, og so sera rámandi erligur, tí tað gevur nakað av sær sjálvum.
Men persónlig list er góð list:
Í baðikarinum, sýgur hon leingi alt til sín, nokk til, at fáa ein blindan spegil at gráta hennara djúpastu sár blá.
Hvør kennir ikki støðuna, at liggja í baðikarinum og staðfesta, fundera og eygleiða rundan um seg um lívið. Tað er bara so ófatiliga flott og poetiskt lagt fyri lesaran, at hann bæði undrast, gerst meira forvitin, og hugsar inn í seg sjálvan.
Tað má vera boðskapurin, Randi Ward, hevur til okkum øll. Hon dugur sera væl og ógvuliga erligt og beinrakið, at lýsa nýggjar metaforar til dagligar støður, sum kunnu vera lættar, kunnu vera tungar, hættisligar, men eisini sera ivasamar. Men hvørji orð seta vit á alt hetta?!
Hvør ein yrking í Whipstitches, er ein verð, Randi førur okkum inn í at uppliva, ella nakað, vit sleppa at síggja aftur við reinleikanum hjá einum barni, og sterkum metaforum. Umleið nakað soleiðis, sigur Lee Sharkey, í sínum ummæli av savninum.
Og Marc Harshman, kallar hetta yrkingarsavn eina sera fríska og óvanliga nýggja rødd, sum er funnin.
Hvat vil Randi Ward, ella hvat vil hon ikki?! Hon yrkir t.d. um føðingardagin. Aftanfyri sofuna, boygd framyvir, og syngjandi fyri seg sjálva.
Hendan kvinnan setir okkum øll upp á uppgávuna, at skilja gerandislívið, at vit ikki kunnu koma frameftir uttan at líta aftureftir, men at tað er gott fyri okkum øll, at leggja merki til smálutirnar, sum saman kann verða ”blómutyssi” í staðin fyri múrurin, har sjálvt ein fjallaklintrari ikki klarar uppum.
Eg veit ikki hví, men meðan eg hugsaði um hetta yrkingarsavn, kom mær til hugs tann heimaskenda og høgt virda granskaran, Stephen William Hawking. Hann sigur, at boðskapurin er, at svørtu holini á himmalhválvinum, eru ikki so svørt, sum tey eru málaði. Tey eru heldur ikki tey ævigu fongsluni, tey einaferð vóru søgd at vera.
Hann vísir á, at alt kann koma út úr svarta holinum, bæði gjøgnum ”innhurðina og gjøgnum bakdyrnar”, og kanska inn í eitt annað univers. Og so minnir hann okkum á, ikki at hyggja niður á føturnar, men upp á stjørnurnar, og ongantíð gevast at arbeiða. Arbeiði gevur meining og hevur eitt endamál, og lívið er tómt uttan júst hesar møguleikar…
Og tá ið Stephen W. Hawking, verður spurdur um menniskjan er klók, svarar hann: Øll menniskju eru nakað serligt. Tak t.d. evnini at droyma, sum førir okkum øll út á villar víddir, og vit eru sostatt okkara egnu granskarar.
Og Randi leiðir okkum inn í yrkingina ”Gate”. Oh, merciful gate, break these legs for me so I don´t have to walk home.
Ella hendan yrkingin: Fledgling: Why do you flutter around on the ground when you know you can fly?
I 2013 vann Randi Ward, ”Nadia Christensen, heiðurin”, sum er amerikansk-skandinaviskur grunnur. Heiðurin fekk hon fyri at hava umsett yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen, ”Fjalir”.
Randi hevur skrivað í føroysk og fleiri altóða tíðarrit, og er viðurkend, sum ógvuliga dugnalig á sínum øki.
Tá ið eg lesið í Whipstitches, undrar tað ikki petti, at Randi Ward, hevur ognað hetta savn til minnis um ommuna og abban í West Virginia í USA.
Tey góvu henni dýrabar lívsvirðir í einum tryggum uppvøkstri, og møguleikan at kanna lívið, og at geva okkum øðrum sannar perlur, og púrasta óvanligar- og kanska eisini skelkandi retoriskar og faststoyptar erligar bitar.
Svarta holið hevur innhurð og einar bakdyr.
Takk fyri eitt sera gott yrkingarsavn, Randi.