Svar um pantiskipan
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-158/2021 frá Sámali Hanna Lognberg, løgtingsmanni, um pantskipan
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur landstýrismaðurin ætlanir um at broyta pantiskipanina fyri móttøku av panti - fløskur og dósir?
2. Ber til at seta eina pantiskipan upp í hvørjari sókn í landinum?
3. Kann tað hugsast, at ein slík pantiskipan eisini tekur móti plasti yvirhøvur - og ikki bara fløskum og dósum?
Til nr. 1
Umhvørvis- og vinnumálaráðið er farið undir fyrireikandi arbeiði um panting av íløtum, sum skal gera tað lættari hjá borgarum at lata síni íløt inn og fáa pantið goldið aftur.
Til nr. 2
Arbeiðið er komið ov stutt áleiðis at til ber at siga, um móttøka av pantíløtum verður í hvørjari sókn. Miðað verður tó eftir, at borgarin skal ikki vera noyddur at flyta seg ov langt fyri at sleppa av við síni pantíløt.
Til nr. 3
Ætlanin er at tillaga lóggávuna soleiðis, at heimild verður at víðka pantskipanina til fleiri sløg av íløtum enn bara íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum galdandi lóggáva er avmarkað til.
ES-krøv áleggja limalondunum at leggja pant á t.d. djús, saft, most o.a., so altjóða rákið er, at meira tilfar skal fáast innaftur til endurnýtslu við panti.
Umhvørvis-og vinnumálaráðið, 11. apríl 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður