Svar til grein í Dimmalætting, 22. februar 2012 um pensjónsskattin
Í greinini verður sagt, at nýggi pensjónsskatturin hevur havt við sær, at skatturin á uppspardari eftirløn er hækkaður munandi. Fíggjarmálaráðið vil við hesum gera vart við, at útrokningarnar hjá Dimmalætting ikki eru rættar. Tað er rætt, at talan verður um eina lítla hækking í 2012, men hækkingin má sigast at verða sera lítil – væl minni enn Dimmalætting fær hana til at verða. Her er tað sera týdningarmikið at gera vart við, at hækkingin verður bara galdandi fyri eftirløn, sum verður útgoldin í 2012. Landstýrið arbeiðir við pensjónsnýskipan og hetta fer at hava við sær, at skatturin við inngjald og útgjald, alt eftir kommunuskattaprosentinum, fer at verða áleið tann sami – í miðal verður enntá talan um, at skatturin verður lægri við inngjald enn hann vildi verið við útgjald.
Talvan, ið Dimmalætting hevur framleitt, sær soleiðis út - sí talvu 1:
Útrokningarnar hjá Dimmalætting hava sum fyritreyt, at persónurin onga aðra skattskylduga inntøku hevur yvirhøvur. Men øll omanfyri 67 ár fáa útgjald úr samhaldsfasta og hava tískil eina skattskylduga inntøku frammanundan, sum er 33.240 kr.
Samhaldsfasti hevur við sær, at persónsfrádrátturin í kommunuskattinum, sum er 30.000 kr., verður burtur, og av persónsfrádráttinum í landsskattinum , sum er 65.000 kr., verða einans 31.760 kr. eftir.
Um hædd verður tikin fyri Samhaldsfasta, fæst henda talvan 2:
Arbeitt verður í løtuni við nýggjari pensjónsskipan. Hetta fer m.a. at hava við sær, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður hækkað og gjørd fult skattskyldug. Hetta verður gjørt soleiðis, at ein pensjónistur, sum onki annað hevur enn fólkapensjón og samhaldsfasta fer at hava tað sama eftir, sum áðrenn broytingina. Endamálið er at tryggja, at viðgerðin av pensjónistum frameftir verður meira rættvís, bæði í sambandi við skatt og mótrokning.
Hetta fer at hava við sær, at øll, ið fáa fólkapensjón koma at hava eina inntøku, sum liggur langt oman fyri persónsfrádráttin á 65.000 kr.
Hetta hevur so aftur við sær, at øll inntøka, sum tey hava umframt fólkapensjónina: uppspard óskattað pensjón, tænastumannapensjón, arbeiðsinntøka o.a., verður skattað við einum fløtum skatti uttan persónsfrádrátt (Er talan um inntøkur yvir 500 tús. kr. og 800 tús. kr. er skatturin sjálvandi ikki flatur longur, tí tá verður eykaskattur álagdur, men tað munnu verða fáir pensjónistar, ið koma so høgt upp).
Skatturin er ymiskur millum kommunur, men í miðal er kommunuskattaprosentið 21,34%.
Er talan um inntøku niðanfyri 500 tús. kr. er landskattaprosentið 20%. Tað vil siga, at eyka skattskyldug inntøka hjá flestu pensjónistum fer frameftir at verða skattað við einum fløtum skatti, sum í 2012 er í miðal 41,34%. Tað vil siga, 1,34% hægri enn pensjónskatturin.
Fyri 2013 og frameftir er talvan 3 tann rætta:
Frameftir fer nýggi pensjónsskatturin sostatt at hava við sær, at øll sum búgva í eini kommunu har skattaprosentið er omanfyri 20%, fara at gjalda minni í skatti við inngjald, enn tey høvdu gjørt við útgjald. Miðalskattaprosentið er, sum sagt 21,34%, so tað verða tey flestu.
Ofta hevur verið ført fram, at tænastumannapensjónir og pensjónir hjá løgtings- og landstýrisfólki verða skattaðar lægri enn tey 40%, sum er galdandi fyri tær pensjónir, sum verða skattaðar við inngjald. Men frameftir verður galdandi, at hesar pensjónir verða skattaðar í miðal 1,3% hægri, um ikki ætlanin er, at hesar skulu viðgerast skattliga á sama hátt sum aðrar eftirlønir.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Hans Kára Vang, fulltrúa tlf. 552009
Fíggjarmálaráðið 27. februar 2012.
----
Nú riggar at keypa blaðið á netinum
Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html