Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Svangligur fongsuls-dómur

Dan Klein --- 15.10.2017 - 09:09

Perlur: Jes Schøler, dømdi Dan Klein í fongsul í 1994, fyri úttalilsir hjá øðrum persóni um sorenskrivaran, Joen H. Andreassen, sum 1995 bjóðaði Schøler heim at eta døgurða aftaná at hava dømt blaðstjóran, aftur í fongsul. Schøler gjørdist eisini afturfyri formaður í danska dómarafelagnum?!! Hetta stóð at lesa í Oyggjatíðindum 16. juli 2010.

Maðurin á stóru myndini, eitur Jes Schøler. Í nógv ár virkaði hann við minni hepni, sum ákæri, men endaði so sum dómari.

Í Føroyum verður hann kendur, tá hann verður settur at døma blaðstjóran á Oyggjatíðindum fyri úttalilsir hjá øðrum navngivnum persóni í blaðnum. Tó at tað var greitt fyri øllum, at tað ikki bar til, at døma journalist fyri úttalilsir hjá øðrum, so fall hamarin kortini.

Blaðstjórin í Føroyum bleiv í 1994 dømdur 50 dagar í fongsul. Paradoksið er, at eingin danskur blaðstjóri er dømdur fongsulsrevsing síðani 1940. Men í Føroyum er støðan ein heilt onnur.

Tá sakin snúði seg um ein fornermaðan sorenskrivara, ið ikki toldi úttalilsir í blaðnum, sum hann annars hevði sæð meturlangar í rættarskjølum, lá tað ákæruvaldinum, fútanum, Mogens Nepper-Christensen & Co, at skrúva ákæruritið saman.

Her tók fútin og smuglaði ein av sínum egnu pástandum inn, sum ljóðaði: I Oyggjatíðindi af 15. juli 1992, er artikel med titler “Landfogedembedet som Godfather Virksomhed:...

Í dag liggur hesin pastandur m.a. til grund fyri einari klagu frá Dan Klein í móti teimum dómarum, sum ikki bara hava dømt hendan ólógliga dómin, men eisini hava brúkt dómin frameftir, og sostatt hongt fleiri aðrar ólógligar dómar uppí blaðstjóran.

Ákæruvaldinum var ikki loyvt at hongja sín egna pástand inn í ákæruritið, og teimum var als ikki loyvt at leggja ein ólógligan Global-dóm undir fyri at tryggja sær at blaðstjórin kom í fongsul, men tað skuldi vera verri enn. Árið eftir - í 1995, verður aftur boð sent eftir Jes Schøler.

Hesaferð skuldi studningsbarónurin, Olaf Olsen, og táverandi og seinni sekkjaði Tommy Petersen, stóri á Almannastovuni, verjast. Tí hesin toldi ikki kritikk av hansara ábyrgd av Jørgen av Vollanum, sum fekk ólógligan og lívlangan viðgerðardóm uttan verju frá sosialu skipanini í Føroyum.

Ein gøla av teimum grovu. Dómari var sami sorenskrivari, sum Jes Schøler var komin til Føroyar at verja, og blaðstjórin varð aftur dømdur.

Studningsbarónurin, Olaf Olsen, kravdi blaðstjóran í fongsul, og Jes Schøler, dómari, helt, at tað var eitt gott hugskot, at leggja 10 dagar aftrat tí, hann longu hevði dømt blaðstjóran at sita í sakini hjá samstarvsfelaganum, og vinmanninum, Joen H. Andreassen, árið fyri.

Í hesum málinum hevði blaðstjórin, sambært dóminum m.a. ikki kundi at skriva, at Olaf og Co, ikki høvdu loyvi at útvega sær vinningsbýti av einum nekativum roknskapi í Lynfrost!? Hetta lýsir greitt støði í føroyska samfelagnum, sum eisini endaði úti í kreppu av somu orsøk.

Tey bæði sakarmálini skuldu avgreiðast innanfyri somu viku, og at dómarin, Jes Schøler, var ótolin kom til sjóndar fyri øllum pørtum í rættinum, tá hann segði, at hann hevði skund, og skuldi til døgurða hjá Joen Henry Andreassen, táverandi sorenskrivara, sum hann fyrst hevði vart í 1994, og nú aftur hevði lagt eina eyka fongsulsrevsing omaná fyri.

At blaðstjórin varð dømdur fyri úttalilsini hjá einum øðrum var óviðkomandi, tí Oyggjatíðindi var tá eisini undir strangum ríkissensuri av danska statinum í Føroyum, sum ikki eina løtu kundi fallið sær inn at gingið undir mannarættindaprinsippini hjá ST.

Hetta var sostatt ein svangur fongsulsdómur, sum saman við øðrum spennandi tekstum verður lýstur í bók, skrivaði blaðið m.a. í juli 2010.