SVANASONGUR SAMBANDSFLOKKSINS
Her er nakað galið.
Tað er sera ræðandi at mann kemur til landið, og sær hvat landsins myndugleikar hava í tonkunum. Og sjálvandi verður mann ørðkymlaður. Vit, sambandsfólk, vóru glað tí vit vunnið valið. Men skamma stund seinni rennir veruleikin okkum í eyguni. Tann sigur, vit roknaðu so nógv við varð seldur, og má eg so spyrja fyri hvat.
Sambandsflokkurin hevur havt eina stevnuskrá sum hevur umfatað ein stóran part av okkum, íð her búleikast. Vit hava altíð, frá byrjan, roynt at fingi fólkið við alla tíðina, so tey vita hvat tey hava í væntu. Flokkurin hevur frá byrjan havt 3 bein at standa á: Ríkisfelagsskapurin, sum hevur gjørt tað møguligt at fremja nøkur mál sum vit ikki megnaði sjálvi. Tað privata initiativið sum ein borgarligur flokkur skal stuðla, og til seinast, men ikki minst eina sosiala skipan, sum flokkurin bardist fyri frá byrjan, og hevur staðið sum verja um frá fyrsta upphavi.
Tað er við sorg at mann sær ræðuleikarnar í eyguni. Eg skal ikki koma so nógv inn á tey teknisku viðurskiftini, tey eru sera væl lýst frammanundan, og viðvíkjandi pensjónsskipaninni, so havi eg mína egnu rokni maskinu. Og har eg sigi bara, eg skilji fólk sum óttast.
Hvørjir av harrunum í sambandsflokkinum sum hava sagt ja til at venda skránni baki, veit eg av góðum grundum ikki. Men tá mann strikar teir ideologisku tankarnar, sum hava borið sambandsflokkin so langt, so ivast mann sum veljari og stuðul, hvat hendir. Eg havi ikki sæð eina landsfundarsamtykt hvar mann einmalt broytir aðalmál flokksins, ei heldur eina landsnevndarsamtykt at reyvrenna tey veiku í samfelagnum. Sambandsflokkurin hevur atkvøtt fyri flatskattaskipaninni, og tað vil siga at ólíkheitin millum borgarar økist. Hetta er ímóti upprunaligu stevnuskrá flokksins. Løgmaður hevur, vegna sambandsflokkin sagt, at tað búskaparliga skal fást uppá pláss, men Kaj Leo, at økja klassamunin í Føroyum kann aldrin verða svarið.
Tit skapa bevíst eina gjógv millum tey minnu mentu og elituna, heldur tú veruliga at hesi fara at gera íløgur í eitt fiskifarð ella eina verksmiðju og soleiðis økja produktivitetin? Tú veist at tað hendir ikki.
Fyri at siga tað øðrvísi: Halda tit veruliga at búskaparliga kreppa Føroya verður loyst við at økja ólíkheitana millum borgaranar. Eg havi fyri kortum gjørt mína egnu kanning millum vinir og kenningar, og fyrrverandi starvfelagar, og eitt samansjóða svar er, at tey eru flóð. Hesi hava øll eina inntøku, sum nú geva teimum eina gávu uppá 2500-3000 um mánan. Tey hava ringa samvitsku at siga ja til tykkara gávu, sum øll vita ferð til nýtslu ella undir høvdapúturnar, og so avgørt ikki til íløgur, tí tey vita eisini, at onnur høvdu meira brúk fyri hesum enn tey. Hví skuldu tey tað. Og hóast tað so sýna tey samfelagskenslu. Og tað ringasta er, tað sær út til at tit eru fullkomiliga líka glað, um tann partin av føroya fólki, sum liva á lívsins skuggasíðu. Hvar er tann sosiala ábyrgdin sum sambandsflokkurin einaferð var kendur fyri at hava?
Harafturat meta tit at fólk fara at flyta av landinum, serliga væl lisin og fleiri, tí ov lítið er eftir eftir skatt. Soleiðis er veruleikin heldur ikki. Trúgv mær, hesi fólk vita at samfelagi hevur givið teimum nakað, og tey flestu eru fegin um at geva nakað aftur, tey merkja eina samfelagsábyrgd sum tit slettis ikki rokna við. Undirmet ikki tann afturvendandi føroyingin. Tey vita so sanniliga eisini, at grasið er ikki altíð grønari handan sýnina. Tey sum kanska ríma eru fólk, sum liva í skugganum av einum, annars vælbjargaðum samfelag, har rúm ikki er fyri teimum, tí tey, útfrá frá tykkara útsøgnum og gerðum eru óynskt.
So sambandsflokkurin er í ferð við at skapa eitt samfelaga, sum er fjart frá grundsjónarmiðum sambandsflokksins. Tann dagin tú vendir trúgvum veljaranum baki,so sigur tú eisini farvæl til ryggin í flokkinum, og tað ert ein sjálvfylgja at hesi ivast. Vit eru fleiri sum hava verið valevni flokksins og trúð uppá skránna sum eina sosialliberala skrá, har nakrir grundsetningar, sum okkara forfedrar eisini hildu vóru bæði sømiligir og neyðuðir setningar og mál sum vit mettu høgt.
Tað er farið nú, syrgiligt kortini, mann letir til fólkaflokkin tey tyngstu økini mann átti sum vinnari av valinum, og mann ofrar eisini mergin í sínari flokksideologi. Við hesi skipan ger mann seg talsmann fyri at bólkast við londum sum Estlandi, Letlandi,Litava, Bulgaria, Slovakia, Ukreina, Grenada, Jameika, Belise, Paraguei og Zimbabwe. Tá hetta er støðið mann arbeiðir so hart fyri náa, er grund hjá føroyingum at óttast. Eitt annað sum nívir er okkara starv. Eg, og fleiri, sum skullu skriva søguna hava ein trupuleika, tí hvat skulla vit skriva. At í 2012 vendi sambandsflokkurin sínum kjarnuveljarum baki, at sambandsflokkurin valdi at økja ólíkheitina í samfelagnum, og tí mann vil tokkast samfelagsins mergsúgvarum, offrar mann tey veiku í samfelagnum.
Veruleikin er einfaldur: Veljarin mistrívist, og teir trúgvu hugsa um aðrar møguleikar, tað eru framvegis nógvir sambandsmenn í Føroyum, og hvar finna tey rúm. Tankarnir um ein nýggjan flokk hava verid frammi, og eru nú sera aktuellir. Skráin er einføld, hon er upprunaskrá sambandsflokksins so fólk kenna seg aftur. Mín tíð skal nýtast á støðum sum á keium, egningarskúrum, skipum, miðstøðum, á bingo, bygdafundum, handlum, kirkjum og samkomuhúsum, fyri at ávara móti tí politikki sum listi B ger seg til talsmann fyri, og samstundis skapa sló fyri einum seriøsum alternativi. Tað er ikki av huga, men neyðugt.
K. Vestergaard