Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suđuroyggin skal doyggja út

Dan Klein --- 10.06.2018 - 08:33

Herfyri legđi kommunurnar ì Suđuroynni eina ætlan viđ tilmælum fyri bjarging av Suđuroynni, fram fyri politiska mynduleikan til støđutakan og politiski viljin er gòđur. 

Fyrsta ùtmeldingin frá politiska mynduleikanum var, at Bakkafrost skal hava øll aliloyvir ì Suđuroynni og støđa skal takast til spurningin viđ eldraøkinum, sum m.a rakar misvìsandi fyri summar smærri kommunur ì Suđuroynni. 

Fleiri ùtmeldingar er komnar, har politikarar norđanfyri og onnur, ynskja okkum og Suđuroynni har sum pipari grør. 

Tey eru klár, at verja miđstađarøki. Lìka sum, fylgi nù trop og verji miđstarøki fyri ein og hvønn prìs. 

Minnir kanska eitt sindur um verjustøđuna hjá Hitler Jugend á sinni. Har eitt av slagorđinum var klár fyri " Das Vaterland  ". Burtursæđ frá at framgangsmátin er sjálvsagt ørvìsi.

Fyrstur, at melda ùt var Tobbi, um avgjerđina hjá viljasterka Landstýrinum um aliloyvini og eldraøki ì Suđuroynni. Men hinvegin Tobbi ùttalađi seg reint politiskt.

Nu vil ein annar almennur persònur eisini verđa viđ ì kjakinum og viđ at niđurgerđa alla Suđuroynna og vil heldur bùgva ì Danmark enn ì Suđuroynni. 

Hesin er Jògvan Philbrow, formađur í Føroya Pedagogfelag, hann sigur m.a " limir í felagnum hava boðað frá, at um útbúgvingin verður lagd í Suðuroynni, loysir tað seg eins væl hjá teimum at fara av landinum at lesa. "

Sera lágt, at ein fakfelagsformađur niđurgerđ eina heila oyggj av einari politiskari stađseting av komandi Hjálparfòlkaskùlanum. Sum løgmađur hevur melda ùt, skal verđa ì Suđuroynni. Har framvegis umleiđ 10 % av okkara fòlki býr. 

Øll vita, at Suđuroyggin er sera hart rakt av arbeiđsloysiđ, minkandi fòlkatali og fjarstøđan til meginøki er stòr osfr. Her vilja landsins mynduleikar vìsa ì verki, at ein ùtjavning má til, fyri at Suđuroyggin ikki skal doyggja heilt ùt. 

Fakfelagsformađurin hjá Pedagogfelagnum, gloymir at nevna, at ì Vági ganga 18 pedagog næmingar á Fjarlestradeplinum, sum vera lidnir um 1 ár og tey koma ùr øllum landinum. 

Sama er galdandi viđ Heilsuskùlanum ì Suđri, har næmingar koma ùr øllum Føroyum. Felags fyri hesar næmingar eru, at ùtmeldingar viđ at lesa ì Suđuroynni eru gòđar.

Eg eri so avgjørt ikki samdur og ikki er tađ serligani umhugsað, av formanninum hjá Føroya Pedagogfelag, at spæla politikara, við at útmelda og niðurgerða plaseringina av komandi Hjálparfólkaskúlanum ì Suđuroynni. 

Hinvegin er tað ein politiskt avgerð, hvussu raðfest verður. Meini avgjørt, at ein fakfelagsformađur, skal halda seg til fakta og fakfelagsarbeiđi. Ikki um politik, hvar ein skùli skal vera ì landinum. 

At Føroya Pedagogfelag, ikki er hoyrt, er ein onnur søga. Har rammur um fakligt innihald kunnu takast upp. 

Hinvegin er einki ì vegin viđ, at næmingar á komandi Hjálparfòlkaskùlanum kunnu koma til miđstarøki ì starsvenjing, um pláss ikki er fyri tìì Suđuroynni. So fær miđstarøki, jù okkurt meira av landsins ágòđa.

Til ber at lesa um tađ megnar arbeiđi sum kommunurnar ì Suđuroynni, hava lagt fyri politiska mynduleikanum her. http://vagur.fo/?p=7641

Levi Mørk, býráđslimur fyri Javnađarflokkin ì Vági