Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vágaverk

Super duoir á G!

Vit kunnu í dag avdúka tvær fløguaktuellar føroyskar duoir á G! skránni.

Tuxedo Rebels, ið fyri stuttum gav fløguna “Sometimes The World Is Dark” út, og Vágaverk, sum í gjár gav sína aðru fløgu “Drekkivatn út.

Tuxedo Rebels er mannaður av Peturi Pólson og Knúti Háberg Eysturstein, ið eru tveir av mest eyðsýndu oddamonnunum í Grót umhvørvinum. Meðan Vágaverk er mannað av tveimum av mest eyðsýndu oddamonnunum, ið Vágoyggin hevur forstrað, nevnliga Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall.

Vágaverk

Vágaverk koma á G! við nýggjari útgávu í skjáttini, “Drekkivatn” kom í handlarnar í gjár og eins og tann fyrra útgávan hjá bólkinum er talan um konsentrera vágasound.

Jóan Jakku er best kendur sum høvuðsmaður í slóðbrótandi føroyska kultbólkinum Tinganest, men hevur eisini sum einstaklingur givið fløguna Jakkin út.

Sámal Ravnsfjall er upprunaligi føroyski trubadururin eitt slag av føroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í útivið 40 ár, livað sum gøtutónleikari í suður Evropa og spælt sum einstaklingur og í bólkum.

Saman raktu Jóan Jakku og Sámal á fløguni Vágaverk føroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serføroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki.

Á nýggju fløguni hava Vágaverk samstarva við eina stjørnurøð av tónleikarum: Ronny Nielsen, Robert McBirnie, Leivur Thomsen, Kim Hansen, Jón McBirnie og Terja Rasmussen. 
Vágaverk er kanska løgnasti superbólkur í Føroyum, og tað verður spennandi at hoyra, hvat teir hava at bjóða fram á G!

Tuxedo Rebels

Í vár kom fyrsta fløgan hjá nýggja føroyska bólkinum Tuxedo Rebels út.

Fløgan ber heitið “Sometimes The World Is Dark”. Trý stakløg komu út áðrenn útgávuna: “A Beginning Not An End”, “Hail” og “Sometimes The World Is Dark”.** Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein fingu hugskotið til bólkin í 2002, tá Petur var virkin í Clickhaze og Knút í Gestum. Teir hildu tað vera eitt gott hugskot at fara út og spæla løg teimum dámdi hjá fyrimyndum og hetjum, so sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Johnny Cash, Neil Young og øðrum.

Teir framførdu á barrum og vertshúsum í 2002, men tosaðu alla tíðina um, at einaferð fara at gera egnan tónleik og geva út.

Tað skuldu ganga 10 ár, áðrenn hesar ætlanir gjørdust veruleiki. Bæði Knút og Petur hava gingið egnar leiðir tónleikaliga síðani 2002, og í tíðini sum er farin, er Knút fluttur til Danmarkar og Petur er enn búsitandi í Føroyum. Á heysti 2012 fóru teir undir arbeiðið við fløguni. Knút sat í Keypmannahavn við gittara, meðan Petur sat í Sandavági við penni og pappíri.

10 løg vórðu smíðað og gjørt var av, at fara undir upptøkur. Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen komu aftrat bólkinum.

Upptøkurnar vórðu lidnar í apríl mánaða í ár. Sìðani varð fløgan ljóðblandað av Knúti og Benjamin í Støkumørk hjá Jens L. Thomsen, Innan Glyvur. Jens spældi eisini bass á nøkrum løgum.

G! Festivalurin verður í døgunum 17.—19. juli í Syðrugøtu. Atgongumerki fáast á gfestival.fo, í Tutl, á Magnstøðunum og í Vodafone handlunum.

Mánadagin 7. juli á miðnátt fer prísurin upp, so enn ber til at spara pening.