Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunnur og heilsugóður matur á dagstovnum

Søgur hava tikið seg upp, hvørt dagstovnar í Tórshavnar kommunu eru farnir at geva børnunum mat, sum er tillagaður ávísari religøsari trúgv. Ella sagt við øðrum orðum, um dagstovnar, sum hava børn, hvørs foreldur hava muslimskar matsiðir, nú eru farnir at avmarka matúrvalið til øll hini børnini á stovninum, eitt nú í mun til svínakjøt.

Lat tað verða sligið fast, at so er ikki, og eingin orsøk er til skapa tvídrátt um hetta, sum eisini er fremmant í mun til ta visjón, ið býráðið hevur samtykt. Har er staðfesat, at vit vilja ein alheimsgjørdar og fjølbroyttan høvuðsstaðurin, har tað er rúm fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, tí soleiðis verður gott hjá øllum at liva, búgva og virka.
 
Í Tórshavnar kommunu eru dømi um avtalur millum stovnar og foreldur at børnum, sum vegna trúgv ikki skulu hava ávísan mat, at tá stovnurin borðreiðir t.d. við svínakjøti, tá fáa hesi foreldrini boð um hetta  frammanundan soleiðis, at hesi børnini tann dagin hava egnan mat við. 

Tað er ikki soleiðis, at stovnarnir broyta matarskránna til øll hini børnini. 

Nýggj matskipan
Í sambandi við fíggjarætlanina 2016 er avgjørt, at Tórshavnar kommuna skipar eina matskipan á øllum dagstovnunum soleiðis, at øll børn kunnu fáa mat á middegi umframt millummála, sum í dag er vanligur. Hetta verður sett í verk longu í vár. 

Í hesum sambandi orðar býráðið nú ein matpolitikk fyri alt dagstovnaøkið. Eingin ivi skal vera um, at maturin skal vera sunnur og heilsugóður. Eisini skulu neyðug atlit takast at teimum børnum, sum vegna eitt nú allergi ikki tola ávísan mat, mjólk v.m. 

Í mun til tær søgur, sum nú ganga um børn við muslimskum matsiðum á dagstovnunum, so verður frítt hjá teimum at halda hesar siðir. Men tað broytir einki uppá tann matin, sum øll hini børnini fara at fáa. 

Heðin Mortensen
Borgarstjóri