Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunnir, glaðir og virknir ungdómar

Barnafestivalurin er eitt úrslit av tí stóra arbeiði, sum Margarinfabrikkin við sínum postivu og røsku starvsfólkum ger, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti festivalin í gjár.

Hey øll somul – góðu børn, ungdómar, foreldur, ommur og abbar!

Hjartaliga vælkomin í Grasagarð i dag til árliga barnafestivalin.

Tað er gleðiligt fyri okkum at síggja, at tær íløgur, sum eru gjørdar í børn og ungdómin í býnum, og tað stóra arbeiði, sum Margarinfabrikkin við sínum postivu og røsku starvsfólkum ger, eisini ber ávøkst.

Endamálið við hesum arbeiði hevur alla tíðina verið at stimbra, skapa og eggja børnunum til at finna og menna sínar gávur og gerast sunn og glað menniskju.

Í so máta síggja vit Margarinfabrikkina sum ein klekingardepil. Stovnurin rúmar ymiskleikan og stimbrar sjálvsvirðið hjá børnunum, og kreativiteturin verður brúktur sum eitt námsfrøðiligt amboð.

Sum eg skilji koma flestu hugskotini frá børnunum og teimum ungu sjálvum, har øll sleppa til orðanna, sum saman við okkara dugnaligu starvsfólkum skapa karmarnar til henda dagin.

Nógv av tí vit uppliva í dag, er eitt úrslit av hesum stóra arbeiði sum børnini sjálvi eru við í. Vit fara at síggja nógv talent, uppliva dans og tónleik innan fleiri aldursbólkar.

Ævintýraferðin, Trøllapætur, tónleikur, pluss band og ikki at gloyma framførðslur frá okkara egnu luttakarum til talentkappingina á Margarinfabrikkini.

Gleðiligt er eisini, at hetta fer fram í einum royk- og rúsfríum umhvørvi. Endamálið er jú, at okkara ungdómur skal vera sunn, glað og virkin menniskju.

At tey eru sunn og glað fara vit vónandi at síggja komandi tímarnar, eftir at Havnar Fimleikafelag hevur lagt fyri við einum ordans akrobatik-showi.

Ja, her er nakað til øll, og eisini okkurt nýtt tiltak við vatnbóltum, ponnyríðing, klatriveggi, sum er í garðinum longur uppi.

Og aftur í ár eydnaðist at fáa kent navn á skránna. Tað er Line úr Danmark, sum øll kenna frá x-factor, og hon hevur glett seg ordiliga nógv at koma til Føroyar at upptrakka og verða saman við okkum í dag, så Line hjertelig velkommen til Færøerne og til Tórshavn.

Her nýtist heldur ongum at ganga svangur, stór grill og heimabakaðar vaflur o.a. gott er at fáa.

So er bert eftir hjá mær at siga, góða eydnu til fyrireikararnar,, takk fyri tykkara ídni, tykkara positiva hugburð, og ikki minst takk fyri tykkara virðing fyri hvørjum øðrum og fyri Margarinfabrikkini og starvsfólki.

Hjartaliga vælkomin øll somul og góðan barnafestival!

Takk fyri!