Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunleiv Højgaard: Nógvar meiningar vóru frammi um Pidda

Dan Klein --- 08.04.2017 - 09:15

Í samrøðu við Sunleiv Højgaard, kom eisini fram um tær nógvu fráboðanirnar um, hvar best mundi vera at leita eftir Pidda, og streymviðurskiftini høvdu tá eisini týdning, tá leitað var breitt, á sjónum og fram við sjóðarmálar, men eisini á vøtnum. Rættiliga leingi var hildið, at Piddi kundi liggja í Nes-haga, ella kundi vera tveittur útav Eystnesi, men so kemur brunaumsjónarmaðurin í tankar um oljulekan frá russiska skipinum, Oslanu, sum rendi á flesjarnar og fór til botns...

Var lagt út á www.oyggjatidindi.com, 2. november 2014, klokkan 12:42

Staðkend fólk í Eysturoynni hava ikki áhuga í at halda uppá, at líkið av Pidda er tveitt í havið á Eystnesi, og er rikið norður í Sundalagið. Her halda tey uppá, at var Piddi tveittur á sjógv, og ættin hevði ligið inneftir, so vildið líkið rikið inneftir Nes-landinum, og vildi so farið yvir at Stransalandinum, men vildi ikki endað í Sundalagnum, men heldur inni í Kalbaksfyrði.

Upp í móti hesum, nevnir Sunleiv Højgaard hendingina, tá russiska skipið, Oslana, fór á land suðuri við Flesjarnar, ið liggja skrátt út fyri Hvítanes. Uppgáva teirra var tá at byrgja oljulekan inni, sum lak úr skipinum.

Brunaumsjónarmaðurin, sigur, at hann sendi fólk til Morkranesar, sum var mest sanlíka staðið, at oljan kundi fara, men teir fóru so eisini til Selatraðar, at kanna umstøðurnar har: - Tað var á Selatrað, at vit møttu staðkendum manni, sum vístu okkum á, at hjá teimum var ikki vanligt at reki kom, men visti at siga, at reki kundi koma norður á Oyri, sigur brunaumsjónarmaðurin.

Og tað var júst á Oyri teir funnu oljuna, sum var rikin av flesjunum. Oljan varð byrgd inni og tikin upp sigur Sunleiv Højgaard, og heldur, at Piddi kundi verið komin sama veg, og kundi so rikið bæði suður og norður, alt eftir viðurskiftunum, men premissan fyri hesum uppáhaldi, kann vera sera ivasom, tá rakið kemur frá Flesjunum, og ikki av Eystnesi, og haldgóð prógv heldur ikki lýsa málið.

Men hví leitaðu bjargingarfeløgini so ikki júst har, sum Emil Sólsker, hevði ávíst, vildu vit vita frá Sunleiv Højgaard, sum svaraði, at løgreglan hevði verið á staðnum við hundum, men vit hava ikki funnið nakran, sum váttar hetta.

Kortini sigur brunaumsjónarmaðurin í Eysturoynni, at teimum var ikki sett forboð at leita í ávísum støðum, og nevnir, at leiting var eisini farin fram á Eiði, niðri við sjóarmálan, og so nevnir hann, at tað eisini varð leitað suður gjøgnum Sundalagið.

Men hyggja vit eftir teimum frámerktu støðunum, sum leitað er á Vestursíðuni av Eusturoynni, so verður bara nevnt, at leitað varð á Eiðisvatni. Kortini eru tvær knappanálir settar á kortið við havnalagið á Eiði, og so nakað suður, sum tó ikki kann sigast at røkka suður til tunnilin, har Piddi verður skolaður á sjógvin saman við yvirflativátinum.

Sambært Google´uppgerðini og leitimynd, er annars bara leitað á Oyri, á Selatrað og so út fyri Morkranesi á vestursíðuni av Eysturoynni.

Spurdur um hann ikki heldur tað er løgið, at løgreglan ikki er áhugað í at kanna upplýsingarnar hjá Emil Sólsker, sigur Sunleiv Højgaard, tað sama sum Eyðbjørn Mørkøre, leiðari fyri bjargingarfelagnum, at tað var so nógv, sum tá var frammi um hvar Piddi kundi vera.

Trupulleikin við hesum pástandum er, at Emil Sólsker, er besta boði, tí hann hevur peikað út fleiri økir suðuri á Vatni, og vestanfyri, har líkið av Pidda kann hava ligið í sýrubað, men ongin áhugi hevur verið at gera neyðugar jørðkanningar fyri at fáa hetta staðfest, ella avsanna. Familjan veit, at sýra er nevnd í samband við teknisku kanningarnar í Danmark av beinagrindini hjá Pidda, og tí má metast, at júst slíkar kanningar vildi verið gott prógv.

Sunleiv Højgaard, hevur so onki svar uppá hví løgreglan ikki hevur kravt hesar kanningar, og er eisini svar skyldigur um hjúnuni, sum yvirfyri løgregluni, hava upplýst, at tey hava eyðmerkt annan persónin í bilinum, sum er sæddur suðuri á Vatni, mánadagin 7. November 2011, til at vera Milan Kolovrat, ið fekk 14 ára fongsul fyri at hava dripið Pidda, men hvør hin persónurin er, sum var í sama bili, hevur løgreglan ongan áhuga í at spyrja inn til.

Nógvar meiningar vóru frammi um Pidda, men tann hjá Emil Sólsker, ber ikki til at koma uttanum.

Meira...