Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunleiv Højgaard: Hvat hevði hent um Pidda-málið varð tikið uppaftur

Dan Klein --- 01.09.2018 - 10:33

Aftaná eitt langt prát um umstøðurnar í samband við Pidda-málið, brast burturúr Sunleiv Højgaard, at hann metti dómin at vera rættan, men hann hevði samstundis onga frágreiðing uppá, umstøður og prógv, ið vístu, at meira enn ein persónur hevði við hetta mál at gera.

Nógv hevur verið tosað um hvussu neyðarsligur Milan Kolovrat, tann dømdi kroatin í Pidda-málinum, var.

Tað hava ikki verið fleiri meiningar um, at kroatin var so neyðarsligur í vavi og stødd, at hann ikki einsamallur kundi bast einum persóni, sum Pidda, ið eisini var bæði bulmikil, tættbygdur, at kroatin vildi hava stórar trupulleikar kom hann í hornatøkur við mannin.

Finleiv Højgaard, var av somu fatan, at kroatin virkaði neyðarsligur, og virkaði veikur, og sjálvt um hetta onki hevði við leitingina av Pidda at gera, var tað kanska áhugavert at tosa um.

Eg kendi tá bara kroatan frá myndum, men í rættinum gjørdist eg tó bilsin, tí tá táverandi leiðarin á kriminaldeildin, Bergleif Brimvík, kom í rættin við Milan Kolovrat, virkaði kroatin nærum líka høgur, sum krimiovastin, sum aftaná sakina fór úr starvinum, sjálvt um vit hava skilt, at hann hevði áhuga at verið í starvinum nøkur ár aftrat.

Tað, at kroatin virkaði høgur, er bara ikki nokk til at gera hann til drápsmann, sjálvt um hann fekk 14 ára fongsul fyri at hava dripið Pidda.

Tá ið Piddi var sagdur at verða dripin heima hjá sær sjálvum, og helst í sovikamarinum, og drápsvápnið var sagt at vera ein panna, spurdu vit Sunnleiv Højgaard:

Hvussu sannlíkt heldur tú tað vera, at kroatin kemur á gátt á Gerðisvegi í Runavík við tí endamáli, at drepa Pidda, tá hann onki vápn hevur fingið sær í hondina, áðrenn hann tekur trappurnar upp?** Piddi var ein stórur maður, tungur eisini, og var kendur fyri at vera sterkur.

Hvussu trúligt er tað, at kroatin ikki í hasi støðuni visti hvar í húsinum, Piddi var? Minst til! Kroatin hevði onki vápn við sær upp trappurnar; hann skal sambært teknisku prógvunum, fara inn í køkin at velja sær eitt passaligt vápn, sum so var ein panna, áðrenn hann finnur Pidda í songini?

Tað virkar undarligt, og frágreiðingin er heldur ikki serliga sannlík, og ovastin í sløkkiliðnum, Sunleiv Højgaard, hevur heldur ikki nakra forkláring uppá, at einastu ferð eitt vitni hevur sæð tveir persónar nevndar í samband við Pidda-málið, er á byrgingini suðuri á Vatni á Eiði.

Brunaumsjónarmaðurin hjá kommununum í eysturoynni, er líka paff um frágreiðingina uppá teknisku prógvini, sum lýst vóru í rættinum.

Teknisku prógvuni lýstu, at bilurin, sum løgreglan segði varð brúktur at flyta líkið av Pidda við, beinleiðis vístu, at talan mátti vera um minst tveir persónar, tá setrið við síðuna av bilføraranum var blóðdálkað; tað sama var við dúrkinum, panelinum framman, og hurðin innan var eisini blóðdálkað. Somuleiðis var gearstongin vinsturmegin dálkað við blóði, men gearstongin høgrumegin var ikki dálkað við blóði.

Sjaførmegin var alt rei-nt. Setrið, róðri, panelið frammanfyri, hurðin, og ongar pedalir vóru dálkaðar við blóðinum frá Pidda. Har høvdu sostatt verið minst tveir persónar í bilinum, annar blóðdálkaður, og hin, sum koyrdi bilin var reinur.

Heldur ikki hetta skilir brunaumsjónarmaðurin, Sunleiv Højgaard, men so brestur út úr honum:

Hvat heldur tú hevði hent um løgreglan tók málið um Pidda upp-aftur?