Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súni og Erhard fingu Dronningens Fortjenstmedalje

Í dag seinnapartin handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, teimum báðum Súna Hammer og Erhardi Mortensen Dronningens Fortjenstmedalje fyri 40 ára starvstænastu fyri Tórshavnar kommunu. Nógv fólk var samankomið í kantinuni í posthúskjallaranum.

Um Súna Hammer segði borgarstjórin, at herfyri var hátíðarhald í barnagarðinum við Velbastaðvegin, tá Súni Hammer eftir 40 ár í starvi sum húsavørður, tók avgerð um at fara frá.

Súni er runavíkingur, flutti til Havnar í 1960 og fór í læru sum bakari í Køkubúðini. Hann hevur avbera fjølbroytta bakgrund, seinni arbeiddi hann m.a. hjá svágrinum Bjarnvarði í Dali, har hann arbeiddi við saniteti.

Hann arbeiddi eisini hjá Auto Service, so eitt slag av maskin- og bilmekanikara er hann eisini.

Smíðikynstrið lá í hondunum og hann fór seinni at hjálpa pápanum, kenda bátabyggjaranum Andreas Hammer, at smíða bátar. Beiggi Súna, Kaj, fór eisini at byggja bátar og hevur umframt hópin av kappróðrarabátum bygt stóra teináringin, sum liggur við Høgukai.

Súni arbeiddi eisini í nøkur ár hjá Jóhannes Vang, timburmeistara.

Barnagarðurin við Velbastaðvegin var liðugur á sumri 1973. Hans Hilmar Dam smíðaði. Tá vóru tveir bygningar við tveimum leiðslum, ein vøggustova og ein barnagarður.

Í 2006 bleiv samanlagt til ein stovn, tá stásiligi millumbygningurin, sum MAP arkitektar teknaðu, varð gjørdur.

Tá bygningarnir vóru um at verða lidnir, fekk Jóhannes Vang ábyrgd av at samla møblarnar. Hann gav beinanvegin Súna uppgávuna. Og Súni loysti hesa uppgávu so meistarliga, at tey vildu ikki avaftur við hann og hann fekk boðið fast starv.

Og síðan tá hevur hann smíðað og pjøssað og umvælt, so stovnurin í dag er ein av teimum best røktu í kommununi.

Tað var ikki við sørt av sorgblídni, at starvsfólkini søgdu Súna farvæl. Tey harmaðust um at missa hann sum húsavørð, men gleddust um at hann fekk høvið at njóta familjuna og síni frítíðarítriv.

So svárur var tregin hjá bæði starvsfólki og kommunu, at borgarstjórin mátti gera eina undirhondsavtalu við Súna um, at hann ikki kvetti so brátt, men at hann í serstøkum førum fór at verða til taks at rætta eina hond av og á.

---

Um Erhard Mortensen segði borgarstjórin, at Erhard er føddur nýggjársaftan 1939 í Trongisvági, so hann fer at fylla 75 á nýggjárinum, men tað sæst ikki á honum, hann ber aldurin sera væl.

Erhard flutti til Havnar við familjuni, tá hann var 15 ár. Hann fór ikki í skúla, men beint til arbeiðis. Fyrsta arbeiðið var at landa saltfiskatrolarar og at arbeiða saltfisk á Bacalao.

Erhard sigldi í nøkur ár við skipum hjá Skipafelagnum, og arbeiddi eisini hjá teimum á kaiini.

Eina tíð arbeiddi hann í Ruba, har hann lærdi at pressa buksir o.a. Haraftrat arbeiddi hann í samfull 24 í Havnar Bio, har borgarstjórin onkuntíð var so heppin at fáa onkra fríbillett!

Men fyri nú 40 árum síðan fór Erhard at arbeiða á gomlu brennistøðini í Havnardali, og hann fylgdi so við niðan á Brennistøðina á Hjalla, tá hon byrjaði at virka í 1987.

Brennistøðin í Havnardali var helst eitt ósunt arbeiðspláss. Men tað var stuttligt - og uppá ein máta meira framkomið enn nú, plagar Erhard at siga, tí har vóru tveir brenniovnar og ikki bara ein!

Men har var ofta so greytatjúkt av royki, at fólk máttu rópa seg fram fyri at finna hvønnannan. Javnan kundi mann hoyra spreingingarnar á dunganum, tí alt varð brent, olja, gassfløskur o.s.fr.

Tað einasta, sum altíð varð tikið burturúr, vóru akkumulatorarnir - tí har settu teir markið fyri umhvørvisdálking!

So her er hend ein stór broyting, í dag verður alt burturkast skilt, og nógv verður gjørt burturúr at fáa borgararnar at skilja so rætt og væl sum tilber, fyri at brenningin skal dálka sum minst.

Arbeiðsumstøðurnar eru góðar og tíðarhóskandi, og brennistøðin er eitt gott arbeiðspláss. Har hava fleiri arbeitt í nógv ár, og Erhard heldur fast um, nú hann skjótt verður sjeytifimm og framvegis er aktivur, at Brennistøðin man vera heimsins besta arbeiðspláss.

Sjálvur er Erhard raskur at arbeiða, hann er lættir av lyndi og hittinorðaður, og tað man ofta vera stuttligt at arbeiða saman við honum. Tað er tað sama privat, hann sigur ikki so nógv, men altíð kemur okkurt stuttligt frá honum.

Tá Erhard fylti 70 fekk hann sína egnu trøð í Havnardali, og hann hevur nú sjálvur seyð gangandi har. So har fer nakað av frítíðini.

Góðan bát hevur hann eisini havt í nógv ár. Tað er ein 31 fót stuttleikabátur við 6 koyggjum, og nakrar ferðir hava hann og Kirstin gjørt saman við bátafelagnum til Norra og siglt har innanskers. Ógloymandi ferðir, og onkur ferð hevur verið víst í sjónvarpinum eisini.

Men at hava bát krevur sítt, hann skal røkjast og haldast í góðum standi, so Erhard fær nógva tíð at ganga í bátinum, men tað er eisini umráðandi at hava okkurt at ganga upp í, segði borgarstjórin at enda.