Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Suni á Dalbø um VFG 2009: Talan var um eitt kriminalmál

Korruptión er í veruleikanum stuldur frá skattgjaldaranum, og tað hvørki kann ella vil eg standa modell til, segdi eg við Johan Dahl. Í stuttum var talan um eina heila skipan, sum koyrdi uppá pengarnar hjá føroyska skattgjaldaranum í 2009, har fyritreytin fyri at fáa pengar var, at man koyrdi við runt í ringinum sum syrgdi fyri, at skyldmenninir hjá stjóranum, stjórin í Bitland o.o. fingu stórar samsýningar fyri at veita tænastur til VFG. Í nógvum førum var talan um tænastur sum yvirhøvur ikki vórðu veittar, sigur Suni á Dalbø, m.a. í samrøðuni, sum sokallaða 4. statsmaktin - "Einglapressan" ikki torir at nerta við.

Greinin var almannakunngjørd í Oyggjatíðindum 3. mai 2013:

Soleiðis sigur Suni á Dalbø, um tað, sum hendi í Vinnuframagrunninum, meðan hann sjálvur sat í nevndini í 2009. Hann sigur m.a. í samrøðuni, at rokningar blivu skrivaðar fyri tænastur, sum ikki vóru gjørdar, og at tað fyri tað mesta snúði seg um at sæta sær og sínum.

Í seinastu viku var rættiligt rok av viðmerkjarum, og einglajournalistum, um almenna korruptión í samband við fiskiloyvir. Hetta fekk Suna á Dalbø, at geva ilt av sær, tí, sum hann segði, tá umræður veruliga almenna korruptión, tá tiga øll. Hann skrivaði m.a.: Tá ið slatur um korruptión skal berast fram er einki óført hjá føroyskum fjølmiðlum. Hinvegin, tá ið talan veruliga er um korruptión – ja, tá er tøgn.

- Sum stýrislimur í VFG var eg eygnavitni til almenna korruptión á heysti 2009 – sjálvandi varð gjørt vart við hetta álvarsmál., segði Suni á Dalbø, sum vit hava havt samrøðu við.

Vit spurdu Suna á Dalbø: - Hvat var tað, sum nevndin í Vinnuframagrunninum í veruleikanum góðkendi, og sum Johan Dahl, tók undir við?

- Í frágreiðingini til Johan Dahl, landsstýrisman, vóru grovu embætisbrotini hjá táverandi stjóra í VFG hildin uttanfyri. Hetta førdi við sær, at nevndin reelt góðtók, at talan var um eitt starvsfólkamál, har stjórin hevði samstarvstrupulleikar við nýggju nevndina – eingin vitnisburður um korruptiónina, sum var farin fram í áravís bleiv nevnd í klaguskrivinum frá VFG-nevndini til Jóhan Dahl, Vinnumálaráðharra.

Og hvussu álvarslig var støðan, síðani tú metti, at løgreglan átti at komið inn yvir?

- Støðan var so álvarslig, at eg valdi persónliga, at gera Johan Dahl, greitt, at støðan í VFG ikki bara kundi kallast klandur millum ein gamlan stjóra og eina nýggja nevnd, men at her veruliga var talan um ein álvara, sum gjørdi meg persónliga ivaleysan í, at talan var um eitt kriminalmál. Korruptión er í veruleikanum stuldur frá skattgjaldaranum, og tað hvørki kann ella vil eg standa modell til, segði eg við Johan Dahl.

- Eg metti støðuna so álvarsliga, at eg ikki vildi taka í móti fundar pengum frá VFG. Hetta við fundarpengunum endadi við einari ”semju” millum meg og fyrisitingina í Vinnuframagrunninum, har mamma mín fekk mínar fundarpengar ... hon hevur eisini goldid skatt í Føroyum nógv longur enn eg ;-) ... og So blakadi Johan Dahl meg úr stýrinum, sigur Suni á Dalbø!

Hvør fekk fyrimunir av hvørjum?

Tað er ein longri søga. Í stuttum var talan um eina heila skipan, sum koyrdi uppá pengarnar hjá føroyska skattgjaldaranum, har fyritreytin fyri at fáa pengar var, at man koyrdi við runt í ringinum, sum syrgdi fyri, at skyldmenninir hjá stjóranum, stjórin í Bitland o.o., fingu stórar samsýningar fyri at veita tænastur til VFG. Í nógvum førum var talan um tænastur sum yvirhøvur ikki vórdu veittar (ráðgeving sum ikki var til; leiga av fermetrum, sum antin ikki vóru til, ella varð kravt tvífalt fyri; hetta soleiðis, at Bitland sjálvt kravdi pengar fyri leigu, sum VFG longu í forhond hevdi goldið fyri osfr, sigur Suni á Dalbø.

Hvørjar mannagongdir vóru ikki fylgdar?

Einki yvirhøvur tryggjaði einum uppfinnara eina ordiliga tænastu, um hesin vendi sær til VFG. Tað var 100% upp til stjóran, og hansara vinir og skyldmenn í Bitland, at avgera, um krónur skattgjaldarans skuldu latast til ein tilvildarligan bygdamann ella um hesar krónur vóru ”betur farnar” til skyldmenninar í Handilskjarnanum í Havn.

Oyggjatíðindi bað VFG um viðmerkingar í telduposti, longu 25.august 2009. Táverandi stjórin, Ólavur Arge, svaraði m.a. soleiðis, tó at hann sjálvur beinleiðis var partur í málinum:

Vinnuframagrunnurin skal við hesum boða frá, at grunnurin ikki ynskir at gera viðmerkingar til tað, ið ført verður fram í teldupostinum.

Í komandi viku hevur landsstýrismaðurin, Johan Dahl, lovað at gjørt viðmerkingar, og sjálvandi er spenningur um, hvat løgmaður velur at gera, nú hann er kunnaður um, at táverandi nevndarlimurin í Vinnuframagrunninu, Suni á Dalbø, segði seg vita um, at talan var um almenna korruptión, sum átti at verið meldað til løgregluna.

Vit hava eisini biðið Jenis av Rana og Sirið Stenberg, løgtingsfólk, gera viðmerkingar, men hvørgin teirra torir. Vit hava eisini kunnað Landsstýrismálanevndina, sum skal tryggja, at landsstýrisfólk røkja sínum størv á fullgóðan og lógligan hátt.

Vit kunnu so staðfesta, at sokallaða 4. statsmaktin, einglarnir, heldur ikki tora at seta seg inn í hetta mál, sjálvt um tað bara krevur, at hava dirvi til at ringja ella skriva til Suna á Dalbø.