Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SUNDSVEGURIN UMLEGGJAST

Í sambandi við landsvegaføringina frá Hjalla til Krákugjógv var neyðugt, at kommunan tók støðu um umlegging av Sundsvegnum.

Arbeiðið at umleggja Sundsvegin fevnir um at bæði at gera nýggjan veg og niðurtøku av verandi vegi.

Herfyri mæltu tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin til at játta hálva miljón til at gera útbjóðingartilfar og kostnaðarmeting at leggja fyri nevndina aftur.

Tekniska nevnd samtykti herfyri at taka undir við tilmælinum. Fíggjarnevndina samtykti málið og legði tað fyri býráðið, sum samtykti tað einmælt í gjárkvøldið.