Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunda kommuna við brúkaravinarligari heimasíðu

Her kunnu borgarar ómakaleyst senda umsóknir til kommununa umvegis heimasíðuna um til dømis barnaansing, tøk grundøki ella bátapláss. Harumframt er ein fráboðanarfunka, har til ber at gera vart við seg um eitt nú, at vatnið er skitið, ella eitt gøtuljós er farið.

Í samstarvi við fyritøkuna Menning.fo hevur Sunda kommuna ment nýggja og meiri brúkaravinarliga heimasíðu, har borgararnir í nógv størri mun kunnu avgreiða seg sjálvar, tá tað kemur til tænastur, samstarv og samskifti annars við kommununa. 

Sunda kommuna hevur nú 10 ár á baki, og líka síðani samanleggingina í 2005 hevur kommunan havt sum fremsta mál at tæna borgarunum á best møguligan hátt, óansæð hvar í kommunini, fólk búgva. - Vit vilja møta borgarunum, har teir eru. Tað skal kennast lætt og ómakaleyst at koma í samband við kommununa, eins og fáa svar skjótast møguligt upp á teir spurningar, sum hvør einstakur hevur tørv á at fáa. 

Okkara mál er at hava eina borgaratænastu á hægsta støði. Hetta sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og vísir á tað nýggjasta átakið í borgaratænastu, sum kommunan júst hevur latið úr hondum. Í dag fór nevniliga ein nýggj heimasíðu í luftina, sum avloysir ta gomlu, ið var frá 2007. 

Her kunnu borgarar ómakaleyst senda umsóknir til kommununa umvegis heimasíðuna um til dømis barnaansing, tøk grundøki ella bátapláss. Harumframt er ein fráboðanarfunka, har til ber at gera vart við seg um eitt nú, at vatnið er skitið, ella eitt gøtuljós er farið. 

Borgarar kunnu sjálvandi eisini kunna seg um ymsar upplatingartíðir hjá kommunulækna, svimjihyli og bókasøvnum. Harumframt er ein kalendari, sum altíð er dagførdur við komandi tiltøkum í kommununi.

- Við nýggju síðuni frá samskiftisfyritøkuni Menning.fo fær Sunda kommuna eitt betri og snøggari andlit úteftir, eins og tað verður lættari hjá borgarunum at finna upplýsingar frá kommununi. Somuleiðis í sambandi við umsóknir av ymsum slagi til kommununa, sigur Heðin Zachariasen.

Nýggja síðan er brúkaravinarlig og løtt at navigera í, bæði á teldum, teldlum og fartelefonum, eins og flestu oyðibløð kunnu fyllast út talgilt og sendast beinleiðis umvegis hesi.

Les meira og kunna teg á nýggju www.sunda.fo

Tað er fyritøkan Menning.fo, ið hevur ment nýggju heimasíðuna í tøttum samstarvi við starvsfólk og leiðslu í Sunda kommunu. Feðgarnir Kári Mikkelsen og Hans Kárason Mikkelsen frá www.menning.fo , eru her avmyndaðir saman við Heðini Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu.