Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Summartónar: Tríggjar forkunnugar konsertir við Annu og Kristinu

Í næstum verða tríggjar forkunnugar konsertir við Annu Hüdepohl, akkordeon, og Kristinu Thede Johansen, saxofon.

Tíðindaskriv

Hesi ljóðførini eru lutfalsliga nýggj ljóðføri, og verða ofta sett í sambandi við aðrar tónleikagreinar enn klassiskan tónleik. 

Mongdin av upprunatónleiki til hesi ljóðførini í klassisku tónleikaverðini er tí ikki eins stór sum hjá øðrum, eldri ljóðførum, og hava tær tí umskrivað eina rúgvu av tónleiki heilt frá barokktíðini  fram til 20. øld.

Av tí at akkordeon og saxofon verða nýtt í nærum øllum tónleikagreinum, er tað við hesari samansetingini av ljóðførinum gjørligt at skapa og umskapa alskyns ljóð og hugløg, og harvið ávirka áhoyrararnar á ein heilt serligan hátt.

Samansetingin av ljóðførum er heldur nýggj og óroynd, men hevur seinastu árini tikið dik á seg, og fleiri og fleiri spæla saman í duo’um sum hendan. T.d. kunnu nevnast Duo Aliada umframt Avido Duo, sum tvær av teimum mest framkomnu.

Til konsertirnar verður tónleikur hjá tónaskøldunum B. Bartók, P. Sólstein, H. J. Højgaard, A. Piazzolla, A. Dvorak, I. Albeniz, og G. Tartini. Blandaður tónleikur, ið fellur lætt í oyrað, frá barokktíðini fram til 20. øld.

Konsertirnar verða:
18 juni kl. 15.00 Norðurlandahúsið - ókeypis atgongd
24 juni kl. 16.00 Listasavn Føroyar - 65kr.
27 juni kl. 18.00 Gjáargarður, Cultural evening - 438kr.

Um tær báðar:
Anna Hüdepohl er fødd í Týsklandi og hevur lisið akkordeon á Det Jyske Musikkonservartorium, har hon hevur lokið solistútbúgvingina - hægsta útbúgvingin innan klassiskan tónleik.
Í 2007 flutti hon til Føroyar fyri at undirvísa í akkordeon í musikkskúlanum í Havn, har hon hevur upp ímóti 30 næmingar. 

Anna er virkin og spælir í nógvum ymsum kamarbólkum bæði í Føroyum og uttanlands, eins og hon hevur verið solistur við ymsum orkestrum - eitt nú Føroya Symfoniorkestri.

Kristina Thede Johansen er føroyskur saxofonleikari og íverksetari. Í 2014 flutti hon til Danmarkar fyri at lesa klassiska saxofon á Det Jyske Muskkonservatorium i Aarhus. Undir lesnaðinum hevur hon verið skiftisnæmingur á Arktiska Universitetinum í Tromsø, umframt á Sibelius Academy í Helsinki.

Sum tónleikari hevur Kristina, hóast sína stutta yrkisleið, longu ferðast víða. Hon hevur millum annað fingið undirvísing frá Arno Bornkamp, Nobuga Sugawa og Lars Mlekusch, umframt vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og konsertum fyri spæl sítt.

Kristina er virkin kamartónleikari og er partur av nógvum ymsum bólkum, so sum Asynja Saxophone Quartet, Ensemble Sirius osfr. Umframt hetta hevur hon eisini verið solistur við fleiri ymsum orkestrum.