Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Summarsólstøður í Sandágerði

Summarsólstøðuhald við undirhaldi, bálbrenning, felagssangi og føroyskum dansi verður í Sandágerði í kvøld frá kl 19.

Sum siður er, so skipar Tórshavnar kommuna aftur í ár fyri summarsólstøðuhaldi í Sandágerði. Tiltakið byrjar kl. 19 í annaðkvøld, hóskvøldið 21. juni, við ponyríðing og øðrum undirhaldi, serliga fyri børnini.

Í ár fer Jens Marni Hansen at spæla og syngja, áðrenn Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Kunningarstovuni í Havn, fer at halda summarrøðuna.

Skótarnir fara at brenna stórt bál og felagssangurin byrjar um kl. 21.

Aftaná verður sum vanligt er sjálvandi føroyskur dansur, og vónað verður, at nógv fólk fara at nýta høvið at koma ein túr út í Sandágerði.