Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Summaropið á Býarbókasavninum

Aftur í ár fer Býarbókasavnið at hava summaropið. Hetta merkir, at bókasavnið víðkar upplatingartíðirnar á niðastu hædd til kl. 21 mánadag til leygardag og kl. 13-17 sunnudag.

Hesar tíðir hava lánarar og onnur viðskiftafólk sostatt atgongd til nakrar av tænastunum hjá Býarbókasavninum, umframt Kafe Nero, sum eisini hevur opið.

Fyrstu tíðina verður atgongd til at lesa bløðini, nýta teldurnar og tráðleysa netið og at lata inn bøkur. Um mánaðarskiftið verður eisini atgongd til innaru hølini á niðastu hædd, sjálvgreiðsluna, nýggjar bøkur og annað útlánstilfar, kunningartilfar, fleiri teldur og at síggja framsýningina. Við sjálvgreiðsluni fer tá at bera til at læna bøkur við út.

Býarbókasavnið verður ómannað í víðkaðu upplatingartíðini, so tey, sum ynskja aðrar tænastur enn tær, sum her eru nevndar, til dømis at skráseta seg sum lánarar, rinda bøtur ella nýta kopi- og prenttænastur, mugu koma aftur í vanligu upplatingartíðini.

Upplatingartíðirnar hjá Býarbókasavninum

23. juni - 17. august 2014:

Mánadag-fríggjadag 10-18 * 18-21 (bert niðasta hædd, avmarkað tænasta)

Leygardag 10-14

14-21 (bert niðasta hædd, avmarkað tænasta)

Sunnudag 13-17 (bert niðasta hædd, avmarkað tænasta)

Við hesum ynskja vit øllum eitt gott summar!