Summarkvøld við Toftavatn
Týskvøldið 29. mai skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Til tiltakið í fjør møttu eini 300 fólk í øllum aldri, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini.
Farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin kl. 18. Gingið verður eftir gøtuni, sum kommunurnar hava gjørt í felag, til eina fløtu, har felagssangur og røður eru á skránni.