
Súlan og FAG hava undirskrivað sáttmála
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan skrivaðu fríggjadagin 2. november undir nýggjan 2-ára sáttmála.
Semjan hevur við sær dagføringar í sáttmálanum í mun til m.a. arbeiðsætlan, og lønarhækkingar á 1,13 % hin 1. november 2012 og 1,89 % hin 1. november 2013.
Henda semja er sostatt á sama støði sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni. Súlan er fakfelag hjá flogternum hjá Atlantic Airways.