Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súkklu- og motiónskapping 2. páskadag

Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri súkklukapping/motiónskapping 2. páskadag kl. 14.

Kappingin er ætlað unglingum, vaksnum og motiónistum.

Byrjað verður við Plantusøluna við Hvítanesvegin í Havn. Koyrt verður fyrst til Gomlurætt, har vent verður. Leiðing gongur síðan allan vegin til Kaldbak, har vent verður á Bø. Koyrt verður so aftur á mál, og tað er við Plantusøluna.

Teinurin er uml. 60 kilometrar. Vaksin og motiónistar koyra hendan teinin, meðan unglingar koyra ein styttri tein, umleið 25 km.

Við samstundis at skipa fyri kapping og motiónssúkkling vóna vit, at undirtøkan og áhugin fyri súkkling í Føroyum gerst størri.

Ætlanin er at TSF, umframt hesa kapping, eisini fer at skipa fyri øðrum motiónskappingum í ár, og enn fleiri barna- og unglingakappingum.