Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Súkkla við Team Rynkeby Føroyar líka til París, fyri at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra

So legði Norrøna frá landi við Team Rynkeby Føroyar súkkluliðnum. Í millum súkklarirnar var løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum er verji hjá Krabbameinsfelagnum og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.

Vit ynskja teimum, saman við øllum Team Rynkeby liðnum, súkklarum og hjálparum, ein góðan túr og Guds signing á ferðini til París, ljóðaði frá Krabbameinsfelagnum í gjár.